Færri tilburðir av bróstkrabbameinií Føroyum

Í døgunum 16. og 17. oktober, skipaði Krabbameinsfelagið fyri upplýsandi tiltaki, í samband við at tað eru 10 ár síðan stuðulsbólkurin » Bót til Bata» varð stovnaður. Serfrøðingar í Danmark vitjaðu og greiddu frá gransking og viðgerð í samband við bróstkrabbamein. Sosialurin hevur tosað við Eliesar Olsen, yvirlækna, sum sigur frá hagtalskanningum o.ø. í samband við viðgerð og eftirviðgerð av bróstkrabbameini í Føroyum

Seinastu tíðina hevur nógv orðaskifti verið um krabbameinsjúkur og viðgerðir í hesum sambandi.

Danska sjúkrahúsverkið hevur altíð verður tikið fram sum fyridmynd um góða sjúkuviðgerð, men herfyri vísti ein kanning í Svøríki, at hóast fleiri tilburðir av krabbameinsjúkum vóru í Svøríki, so yvirlivdu fleiri sviar enn danir.

Tað skapti øsing og ótrygd í Danmark, og serfrøðingar á økinum hava í seinastuni gjørt nógv fyri at upplýsa um viðgerð av krabbameinssjúkum.


»Bót til Bata» 10 ár

Stuðulsbólkurin »Bót til Bata» er bert fyri kvinnur, sum hava fingið skurðviðgerð og eftirviðgerð fyri bróstkrabba, og tí var júst henda sjúkan á skránni.

Eliesar Olsen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, er nevndarlimur í Krabbameinsfelagnum. í Hansara starvi hevur hann eisini við krabbameinssjúklingar at gera:

­ Vit halda tað eisini vera umráðandi at tosa um hesi viðurskifti í Føroyum, og tí fingu vit tveir serfrøðingar úr Danmark at koma hendavegin í hesum sambandi, sigur Eliesar Olsen.

Tað vóru teir báðir Mogens Blichert-Toft, professari í krabbameissjúkum og Carsten Rose, onkologur, sum fæst við eftirviðgerð av bróstkrabba.

Hesir eru førandi serfrøðingar í Danmark, og saman við teimum var eisini Lis Løfberg serfrøðingur í bróstprotesum.

Fyrilestrar vóru fyri almenninginum og starvsfólkum í sjúkrahúsverkinum.

Upplýst var um grasking í Danmark á økinum, og hvussu viðgerð og eftirviðgerð verður løgd til rættis.

­ Talið av tilburðum við krabbameinssjúkum økist, og fleiri fáa bróstkrabbamein í grannalondunum, sigur Eliesar Olsen.

Tá hesi viðurskifti skuldu kannast í Føroyum, var trupulleikin, at ongar skrásetingar eru tøkar áðrenn 1995.


Kanna gamlar sjúlkudagbøkur

Fyri at bøta um tað, hava læknarnir rannsaka gamlar sjúkudagbøkur, fyri at vita, hvussu stendur til við krabbameinssjúkum aftur í tíðina.

­ Við at nýta ávísan roknihátt, eru vit komin eftir, at hóast fleiri tilburðir av krabbameinssjúkum í Føroyum seinastu árini, so er títtleikin væl lægri enn í grannnalondunum.

­ Vit liggja eisini lægri í tølum sammett við Ísland, og væl niðan fyri donsku hagtølini, sigur Eliesar Olsen.

­ Hagtølini er kortini so fesk, og vit hava ikki gjørt sundurgreinandi kanningar um t.d., hvussu nógv sleppa undan sjúkuni og hvussu møguleikarnir eru fyri at yvirliva. Heldur ikki eru vit komin til at sundurgreina tølini, fyri at kanna, hví færri fáa hesa sjúku í Føroyum, í mun til grannalondini, sigur Eliesar Olsen.

Tiltakið hjá »Bót til Bata» var eisini gjørt fyri at staðfesta, at viðgerðin herheima er á hædd við tað, sum fæst í grannalondunum.

Viðvíkjandi føroyskum viðurskiftum, so vóru donsku serfrøðingarnir samdir um, hvussu umráðandi tað er, at skurðviðgerð í brósti, eru á so fáum hondum sum til ber, fyri at tryggja góðskuna, sigur Eliesar Olsen.


Sleppa undan at fara til Danmarkar

Áður fóru krabbameinssjúklingar til Danmarkar at fáa kemo-terapi og aðra viðgerð fyri krabbamein, men í flestu førum verður viðgerðin nú gjørd í Føroyum. Landssjúkrahúsið hevur samband við danska sjúkrahúsverkið, og fastur onkologur vitjar og veitir javnan ráðgeving í Føroyum.

­ Tað hevur verið ført fram, at føroyskir sjúklingar í Danmark fáa betri viðgerð enn danir. Er tað rætt?

­ Í Danmark eru føroyingar ikki betur fyri enn danir, men í Føroyum er t.d. bíðitíðin minni, og tað ger, at viðurskiftini hjá sjúklinginum eru betur í Føroyum.

­Trupulleikarnir í Danmark eru tær longu bíðitíðirnar til viðgerð og eftirviðgerð, og har verða føroyingar ikki tiknir fram um danir.

Ikki øll viðgerð fyri krabbameinssjúkur kann veitast í Føroyum. Eitt nú um fólk skulu hava geislaviðgerð, so noyðast tey til Danmarkar, og har er long bíðitíð.

Føroyingar kunnu eisini fara aðrastðni í viðgerð, eitt nú til Svøríkis ella til Íslands. ­ Tað skulu læknarnir eisini fáa í lag, tí vit skulu fara hagar, har besta hjálpin fæst, sigur Eliesar Olsen.Hann er skurðlækni og hevur við krabbameinssjúklingar at gera.

Á fundinum greiddi hann frá, hvussu t.d. kvinnur kundu fáa nýtt bróst, ístaðin fyri at nýta bróstprotesur.


Kvinnur fáa nýtt bróst og betri lívsvirði

Hann hevur gjørt slíkar viðgerðir í Svøríki, og veit, at tað hevur nógv at týða fyri lívsvvirðið hjá kvinnum, at tær hava fingið hetta gjørt. Henda viðgerð er eisini møgulig at fáa í Føroyum.

Eini 20 tilburðir av bróstkrabba eru árliga í Føroyum, men læknarnir vita sum s agt ikki, hvussu leingi sjúklingarnir liva, og heldur ikki, hvussu leingi sjúkan hevur gjørt um seg, áðrenn hon verður staðfest.


Eingin bíðitíð

í Føroyum

­ Fyrimunurin við at veita viðgerð í Føroyum er, at vit gera kanningar og veita viðgerð eftir bert fáum døgum, og síðani kunnu sjúklingar fáa eftirviðgerð beinanvegin, sigur Eliesar Olsen.

Tað hevur verið tosað um at gera regluligar mammografikanningar (røntgenkanning av brósti) eins og nú verður gjørt við undirlívskanningar fyri kvinnur í ávísum aldri.


Nóg mikið at kanna tær 50 - 67 ára gomlu

­ Hevði tað bøtt um, so sjúkan varð funnin skjótari?

­ Tað er altíð gagnligt at gera fyribyrgjandi kanningar, fyri at staðfesta sjúkuna so tíðliga sum til ber. Kortini er tað ivingarsamt um hetta nýtist at vera lógarkrav í lægri aldursbólkum, tí endurtøka av røntgengeislingum kann verða vandamikið, sigur yvirlæknin.

Mest hóskiliga aldursbólkurin til mommografi kanningar eru 50 - 69 ár gamlar kvinnur, tí í hesum aldrinum økist vandin fyri at fáa bróstkrabbamein.

­ Tað er tó treytað av at vit hava góðar umstøður, vant starvsfólk og góða røntgenútgerð, sigur Eliesar Olsen.