Kjarnin í indianskari mentan er dansur, eins og kjarnin í okkara mentan er føroyski dansurin. Týsdagin hittust hesar báðar sera ymisku mentanirnar í Sólarmagn á Velbastað. Tá fingu skúla- og barnagarðsbørn á Velbastað og í Kirkjubø høvið at síggja 13 ára gamla Jason Stovern, sum er indiáni av ættini Mdewankanton Sioux Dakota, dansa grasdans til trummuspæl.
Grasdansur er ein sera gamal siður. Tá ið indiánarnir ferðaðust á sinni og funnu nýggj beiti til bisonarnar fóru nakrir úr fylginum væl framman undan og funnu eitt nýtt stað, har tey kundu seta teirra tibi. Tá plássið varð funnið varð grasdansur á skránni, í fyrra lagi fyri at takka fyri staðið og í seinna lagi fyri at trampa grasið niður, so tað gjørdist flatt og gott at seta tibiini á. Dansurin er eftir føstum mynstri, dansar tú runt til høgru, dansar tú eisini runt til vinstru, og so framvegis.
Draktin Jason dansaði í er gjørd av nógvum ymisum tilfari. Fjarðarnar á høvdinum er kalkunfjaðrar, tveir fjaðrar um tú ert giftur og ein um tú ert ógiftur. Búnin hjá Jason er læntur, tí hevði hann tveir fjaðrar. Sjálvur høvuðbúnin er gjørdur av litaðum hestahári. Bringuprýðið er av telgdum reinsdjórabeinum og perlum. Mokkasinurnar eru gjørdar av perlum og neytaskinni. Sjálvur búnin er gjørdur av litføgrum klædnaði, fyrr vóru klæðini vovin. Indiánar málaðu andlitið fyrr við liting, ið var gjørd av berum og øðrum. Hetta var brúkt, tá ið teir fóru í kríggj fyri at ræða mótpartin.
Trumman er gjørd av serligum træi, ið nevnist basswood. Tað verður vætað og boygt til.
Jason er í ferðalagi við Joel Cole, sum er amerikanari giftur við føroyskari kvinnu. Joel hevur havt listaframsýning í SMS í vikuni og er eisini maðurin aftanfyri kenda klovnin JoJo, ið eisini hevur framførslu ymsa staðni í hesum døgum.
Hvat er ein indiáni?
Børnini, sum henda gráa og váta dagin í oktober fingu Jason á vitjan høvdu nógvar ymiskar ímyndir um, hvat ein indiáni er. Tað skiltist á spenninginum og ikki minst á spurningunum, sum børnini høvdu til Jason. Serliga tey yngru børnini ímyndaðu sær, at lívið hjá Jason og familju hansara er sambært tað, tey hava sæð í gomlum cowboy-filmum. Og spurningarnir børnini høvdu vóru nógvir. Hvør er høvdingi hjá tykkum? Búgva tit í tibi? Hvat mál tosa tit?
Joel, sum eisini er lærari hjá Jason, var klárur yvir, at børnini høvdu eina ímyndan av indiánum, sum í ein mun er í tráð við ta myndina vit síggja í gomlum filmum, og hann royndi tí at gera teimum greitt, at Jason er ein heilt vanligur 13 ára gamal drongur, ið livir eitt heilt vanligt lív. At hann dansar indianskan dans er at líkna við, at tey dansa føroyskan dans.
Jason fekk eisini høvið at uppliva føroyskan dans. Skúlabørnini, ið eru óføra góðir kvøðarar, fóru upp á gólv - í hesum húsunum, ið so mangan hevur verið karmur um góðan føroyskan dans - og Jason og Joel smæddust ikki burtur, men fóru uppí ringin.
Ein livandi mentan
Jason Stovern er sum sagt av indiansku ættini Mdewankanton Sioux Dakota úr Shakopee í Minnesota. Saman við familjuni, sum er foreldur og tveir brøður, býr hann í einum reservati. Á hesum reservatinum búgva um 250 fólk og tey liva av kasino-inntøkum, sum verða býttar javnt út millum íbúgvarnar. Hóast stórar inntøkur av kasino hava tey vanlig arbeiði eisini.
Ikki so nógv ár aftur í tíðina var bingo ein vinna, tey livdu av, men bingo-pláturnar eru nú avloystar av spælimaskinum. Og tað hevur broytt lívið munandi hjá hesum fólkum. Tá ið íbúgvarnir á reservatinum verða 18 ár fáa tey eina stóra pengagáva frá stammuni, og á hvørjum ári fær ein og hvør í miðal 600.000 dollarar, so leingi tey búgva á reservatinum.
Tað sigur seg sjálvt, at so nógvir pengar um hendi er ikki bara lukkan. Arbeiðsloysið á reservatinum er 78%, rúsevnis- og rúsdrekkamisnýtslan størri enn miðal fyri landið, og kriminaliteturin stórur, men øðrvísi.
Hóast lívið hjá indiánunum er broytt nógv síðani tey hvítu tóku landið frá teimum, royna nógvir indiánar at halda fast við partar av teirra mentan. Málið er farið skjeytið, Jason til dømis dugir at siga nakrar heilt fáar setningar á sínum upprunamáli, men trúgvin uppá ymsu siðirnar er enn dygg. Hava indiánar áhuga fyri tí kunnu teir læra málið.
Pow Wow er ein tann týdningarmesti parturin av indiansku mentanini. Pow Wow er ein veitsla, har øll taka lut í fínum indiánaklæðum. Hvør stamma hevur sítt egna stað, sum er heilagt. Undir dansinum er tað ein sum rópar "hokahey", ið merkir "kom so". Dansirnir eru nógvir og ymiskir, og á veitsluni verða listaverk sýnd og seld, og nógvir fundir hildnir. Her hittast fólk, og nógv vinabond verða knýtt, bæði millum børn og vaksin.
"Name-Giving" er ein gamal siður, ið indiánarnir halda fast við. Sum tannáringur skulu øll ígjøgnum eina sokallaða navnageving, har tú umframt títt vanliga navn fært eitt afturat, sum sigur hvør tú ert. Hvat navn Jason fær er ov tíðliga at siga enn, tí hann er undir eygleiðing av tí, ið gevur navn, men Joel væntar at tað verður Moving Body. Tí Jason er sjáldan í frið.
Siðurin at fara í sveittismáttu er ein skikkur Jason kennir væl. Ein sveittismátta verður bygd eftir ávísum ritualum og siðum. Í smáttuni sita fólk rundan um eitt bál við glóðheitum steinum og sveitta. Sambært indianskari trúgv verða kroppurin og sálin reinsað á henda hátt. Tey sita og biða og syngja hart og bjóða andunum á gátt. Allir ringir tankar verða tveittir aftur um bak í glóðheitu steinarnar á bálinum. Steinarnir verða tí bert brúktir eina ferð.
Ein av hornasteinunum í indiansku heimsfatanini er virðingin fyri náttúruni. Sambært teirra fatan livir menniskjan í samljóði við náttúruna, og tað er ein heimspeki, sum er beinleiðis í mótstríði við gagnnýtsluna hjá hvíta fólkinum av náttúruni og tess ríkidømi. Indiánar hava havt tað ógvuliga trupult uttan mun til, hvar á amerikanska meginlandinum, teir hava búð, og fyrr var tað vanligt, at indiánar vendu teirra gomlu mentan bakið og royndu at liva eitt lív sum tey hvítu. Nú tykist tað sum um fleiri og fleiri venda aftur til upprunarøturnar, tí tey eru og vera indiánar - eisini sambært fatan teirra hvítu.









