Fullveldi: Átrúnaður ella politikkur

Teir skriva um fullveldið, og eg spyrji meg sjálva: Er hetta átrúnaður ella politikkur, spyr Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna Javnaðarfloksins

Mangt broytist á mansins ævi, verður ofta tikið til. Hetta er komið mær til hugs hesar seinastu vikurnar, hvørja ferð eg eri dottin niður á onkra grein í bløðunum. Greinar, sum skuldu eitast at viðgera fullveldið. Og eg havi spurt meg sjálva - er hetta átrúnaður, ella er hetta politikkur?

Bløðini eru fullkomuliga hamskift. Hesi troyttandi, turrisligu bløðini (tað halda summi), eru vorðin reini skaldskapur. Ikki tí, tað er kærkomið. At fáa høvi at fylgja hesum løttu pennunum. Kunna vera vitnisførd í, at romantiska rithøvundabylgjan, sum var í grannalondum okkara fyrst í 1800, veruliga hevur tikið seg upp aftur, eftir at hava ligið goymd og forfjónað frá Janusar og Bóndans tíð.


Á, det vælsignilsi!

Nú eru teir so nógvir í tali, hesir rithøvundarnir, at ilt er at taka dagar ímillum, hvør, ið segði hvat. Men ein teirra helt, at ber trúgv er vandamikil, tí hon elur fram eitt eirindaleyst fólkaslag, sum forpestar alt samfelagslív. Tað haldi eg við! Tí hava vit, sum umboða Javnaðarflokkin lyndi til at spyrja. Spyrja og aftur spyrja. Ikki ber til at siga ja og amen til alt við himmalvendum eygum. Eg veit væl, at tað køvir hetta romantiska terapeutiska, hetta, sum virkar nakað sum vikubløðini. So óforpliktandi og svøvnelvandi. Summi siga eisini, at trúgv kann flyta fjøll. Tað tora vit ikki. Tað er manipulatión. Javnaðarflokkurin fer ikki at flyta fólk, har tey ikki vilja verða flutt.


Politisk katekismus

Berur politikkur kann eisini vera vandamikil, segði onkur. Púra samd! Uttan at blunka! Eg hoyri tað fyri mær. ? Ábyrgd av egna landi?. ?Skipað ætlan?. ?Føroyskan leist?. ?Spæla fólk í húsi?. Nakað, sum tá vit í gomlum døgum skuldu læra Katekismus (grundsetningar) í Kommunuskúlanum. Summi sluppu undan, vegna teirra trúgv. Vóru koyrd á dyr, tá ið tað kom fyri. Fyri tað helt eingin tey vera løgin. Eg havi tó lært meg hesar pol. grundsetningar- just in case. Vil ikki vera øðrvísi.

Var nøkur viðgerð av fullveldinum í øllum hesum? Ikki eitt petti. Akkurát sum rithøvundarnir, sum hava skrivað síðu fyri síðu um, hvussu fólk síggja út, eru klødd, bera seg o.a., umframt stak salgbara romantikkin. A la Ude og Hjemme. Flestu greinar hava tó einar tvær reglur í endanum, sum siga, at í staðin fyri hetta og hatta, áttu fólk heldur at viðgjørt málið um fullveldið!


Fullveldisdrunnurin

Viðgerð? Gloym tað! Spyr onkur um okkurt, tá helst um búskap, verður man etin. Er onkur, sum spyr Høgna Hoydal um okkurt, ella loyvir sær at ivast í pørtum av hansara Fullveldiskatekismus, er hann strax umgyrdir av grátukonum, sum halda tað vera sooooo synd. Við sera skerdum flogi royna tey, sum líða av hesum Hoydalsyndromi, at skava út yvir. Og tað ger bara ilt verri! Álvaratos. So mikið av veiggi haldi eg, er í hesum manni, at hann best fær vart seg sjálvan. Alt annað er pínligt. Í løtuni er hann Tjóðveldisflokkurin. Hann er fullveldið! Í samgonguskjalinum stakk Fólkaflokkurin honum ein væl piðaðan fullveldisdrunn í hondina at spæla sær við. Dúgliga hevur hann roynt at senda hann víðari. Sitandi á hesum eyka vaglinum, sum hann fekk í Landsstýrinum, hevur hann yrkt og yrkt, men fær hann ikki frá sær. (Tað er síða eitt). Ímeðan fær Fólkaflokkurin gjørt tað hann vil. ( Tað er síða tvey ). Ført sín væl kenda borgarliga politikk. Snilt? Hví halda tit, tað hoyrist ikki eitt einasta kis frá Fólkaflokkinum um fullveldi? Men so leingi leikur er góður, er alt gott.

Hetta hevur verið støðið í fullveldiskjakinum, sum eg sjálv ?kom til at? detta í beint nú. Tað, at Javnaðarflokkurin vil ikki eksperimentera við Føroya fólki, hevur avdúkað eitt satt trauma hjá tjóðveldisfólki (Gud viti hví). So stórt, at løttu pennarnir hava havt tað brennandi nátt sum dag. Kjakið hevur snúð seg um dreymar og tómar lærusetningar ballaðir inn í mannajagstran og okkurt slag av ?javnaðarkompleksi?. Sambandsflokkurin hevur verið dúgliga róstur fyri sína støðu, og tí kunnu javnaðarfólk bert taka illsinnisglepsini frá tjóðveldinum sum ?komplimang?. Vit fóru ikki longur, enn vit gryntu. Men vit fóru!

Sjálvt Útvarp Føroya er farið somu leið. Guð náði okkum. Og eg, sum helt, at hesin miðilin var óheftur! Nei tú. Fyri góðari viku síðan, í tí teir rópa Vetrarbreytin, stungu ein prísvinnari og ein ikki-prísvinnari høvdini saman, fyri at fáa okkurt slag av javnaðarkompleksavgongu. So niðarliga hevur tó eingin av hesum rithøvundum riðið, sum hava stuðlað bløðunum. Teir hava stórt sæð verið deiliga romantiskir og sensatiónssøkjandi. Teir hava so ikki grivið lík upp, at látursgera, sum hesir gjørdu. Rætt skal vera rætt.


Bragdar í Bjarna Olsen

Og mitt í øllum hesum fullveldisrúsinum, sum blaðskrivingin hevur borið dám av, er onkur einstakur, sum tað veruliga bragdar í. Bjarni Olsen, formaðurin í Búskaparráðnum hevur væl og virðiliga greitt frá týdninginum av ríkisstuðlinum fyri føroyska búskapin. Hansara ískoyti fati eg ikki sum eina partapolitiska støðutakan fyri ella ímóti fullveldinum. Heldur er hetta ein roynd at lýsa veruleikan, sum hann sum fakmaður sær hann. Hetta haldi eg, at vit politikarar áttu at tikið til okkara og viðgjørt sum tað fyrsta. Tað ber ikki til at gera sum strutsurin. At stinga høvdið djúpt niður í sandin langt har frammi, og venda tí sum er her bakið, og bara vóna, at tað gongur væl.

Javnaðarflokkurin, eins og allir hinir flokkarnir, hevur staðilga víst á, at vit vilja ikki gera tað minni liviligt í landinum. Javnaðarflokkurin vil hava sjálvsstýrisleiðina at hanga saman við búskaparstøðuni. Vit vilja ikki hava eitt fullveldi, sum hvørki er eitt umsitingarligt ella búskaparligt berandi fullveldi, soleiðis sum slóðað verður í løtuni. Vit fara ongantíð at stinga høvdið í sandin og fáa okkum mettuna av vónum og dreymum.

Tað er fyri mær, sum vilja menn ikki nema við henda spurning. Tann búskaparliga. Tað verður malið uttanum, soleiðis at tann, sum ber orðið búskap uppá mál, kennir seg sum eitt tvørball, tornæman, tí í fullveldisætlanini er man ikki komin til tað punktið í programmeringini.?Eitt útgreiningararbeiði skal gerast?,(ein av lærusetningunum), kemur ikki fyri enn. Tí verður ikki tosað um tað, hóast spurgt verður. Og hóast tað eru føroyingar, sum vita um hetta at siga.

Í greinunum vísir Bjarni Olsen á so týðandi viðurskifti, at øll, sum ikki líða av ?strutsakompleksinum?, munnu sita og artikulera okkurt, hóast einki verður sagt. Nettup í hesum, spurninginum um ríkisstuðlinum, ber til at tosa politiskt, eisini partapolitiskt. Hvørja støðu hava flokkarnir til, at (dersom, hvis, såfremt, ifald) lønirnar verða trýstar niður? Fara fakfeløg at góðtaka tað? Rýma fólk, um so verður? Er stuðulspolitikkurin í vinnuni á góðari leið? Sjálv havi eg spurgt um hetta á tingi, men eingin veit at svara mær. Javnaðarflokkurin heldur ikki, at so er.? Mjólk er góð?, plagdi at standa á rúsuposunum. Er tað o.k., at mjólkastuðulin er 8 mill.? Hvat kostar ein mjólkarpakki veruliga? Og oljan. Ella ikki oljan. Hvør veit? Skulu vit rokna við henni, áðrenn hon er komin? Um so er, hvussu roknar man tað út? Stutt sagt, hvussu fáa vit framleitt okkum til 1,3 mia. eyka í inntøkum? (hetta er ikki ein samandráttur av greinunum hjá búskaparfrøðinginum. Tær vóru á høgum støði)

Tey, sum hava lisið greinarnar, hava nógv at tosa um og ikki minst hugsa um. Stórur vandi er fyri, at livifóturin lækkar, fer ríkisstuðulin. Hvussu nógv vilja vit leggja fyri dagin fyri, sum eisini Tjóðveldisflokkurin førir fram, at verja vælferðina?


Hvat er orsøk.

Hvat er árin?

Við greinini hjá Bjarna Olsen í huganum, hvussu fær samgongan so sjóðað saman aðalmál síni tá:

- Fólkflokkurin sigur, at búskaparligt frælsi hevur politiskt frælsi við sær?

- Tjóðveldisflokkurin sigur, at politiskt frælsi hevur búskaparligt frælsi við sær?

- Sjálvstýrisflokkurin sigur ikki stórt.

Hvør man vera meira liðiligur ? búskapur ella politikkur?


Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna Javnaðarfloksins