Í hesum døgum venur Havnar Sjónleikarfelag nýggjan leik. Leikurin, sum verður frumframførdur 21. november, eitur Ferðin til teir grønu skuggarnar og kendi danski høvundurin Finn Methling, sum hevur fingið nógvar virðislønir fyri sítt ritverk, hevur skrivað.
Leikurin er einrøðuleikur og hetta er fyrstu ferð í søguni hjá Havnar Sjónleikarfelag, at tað verður roynt. Jytta Joensen hevur leiklutin og Eyð Matras leikstjórnar.
Poul Johannes Lindberg, sum á sinni var formaður í Havnar Sjónleikarfelag, hevur týtt leikin.
Leikurin er ein lívsmynd, sum er tíðar- og staðarleys. Hann er um lívið og kenslurnar hjá kvinnuni, ið spælir. Methling, ið hevur kinesiskar røtur, arbeiðir ofta við tí innvenda, tað vil siga, at pallmyndin er í leikarunum. Málið er ógvuliga poetiskt og innballað.
Ferðin til teir grønu skuggarnar hevur áður verið spældur í Havnar Sjónleikarfelag. Tað var á donskum av kendu donsku sjónleikarkvinnuni Brigitte Price í sekstiárunum.