Hyggja vit at roknskapinum fyri 1997, síggja vit heilt onnur tøl. Skuldin pr. 31.12.1997 var 392 mió. og eginognin 125 mió. Inntøkan í 1997 var 204 mió. SEV skyldar sostatt í dag væl minni enn tvær ?álíkningar?.
Ta er m.a. hendan roknskap umbo snevndin hjá SEV skal taka stø u til á ársfundinum fríggjadagin 30. oktober. Á ársfundinum í 1997 varð roknað við einum úrsliti í 1997 uppá góðar 21 mió., men gjørdist hetta stívliga 5 mió. meira. Hetta hóast avgjørt varð at lækka prísirnar við 6 oyrum í 1997. So SEV hevði kortini fingið tað ætlaða yvirskotið, sjálvt um prísirnir tá høvdu verið lækkaðir við 10 oyrum, sum summir umboðsnevndarlimir skutu upp.
Umboðsnevndin skal eisini taka støðu til rakstrarætlaninar fyri í ár og komandi ár. Fyri einum ári síðan varð roknað við einum úrsliti í 1998 uppá smáar 20 mió, hóast avgjørt varð at lækka elprísirnar við 3 oyrum. Í dag verður væntað, at úrslitið verður smáar 37 mió. Hetta merkir, at SEV kundi havt sett prísin niður við 10 oyrum afturat í 1998 og kortini fingið tær ætlaðu 20 mió. í avlopi. Men umboðsnevndin tók ikki undir við einari størri lækking.
Í rakstrarætlanini fyri 1999 verður skotið upp at lækka prísirnar við 10 oyrum. Ein varislig útrokning sigur tá, at úrslitið í 1999 verður 32 mió. Vanliga fylgir umboðsevndin tilmælinum frá stýrinum, men hon hevur sjálvsagt møguleika fyri at lækka prísirnar uppaftur meira. T.d. við 10 oyrum afturat. Hetta hevði givið eitt úrslit uppá 16 mió., og tað er í veruleikanum ivaleysa stórt.
Streymprísirnir kunnu lækka 20 oyru
Nú kunnu vit øll gleðast um, at tað gongur væl hjá SEV. Men spurningurin er, um tað er neyðugt, at tað gongur so væl. Ein vinmaður mín málbar seg á hendan hátt: ?Tað er lætt at fáa yvirskot, tá ið tú sjálvur ásetur prísin, og øll kortini noyðast at keypa tína vøru?.
SEV er ógvuliga væl fyri. Lánini verða niðurgoldin skjótt og væl. Vatnorkuútbygging á Eiði, ið er ætlað at kosta 111 mió. kann fíggjast yvir byggigrunnin og við tí lánupptøku uppá 40 mió., sum umboðsnevndin hevur loyvt.
Eftir mínum tykki hevur SEV óneyðuga høgar prísir. Um SEV setur prísin niður við 20 oyrum í 1999 ístaðin fyri við 10 oyrum, so verða kortini 15 mió. eftir í byggigrunninum 1.1.2000, og hevði hetta ikki nervað ta av umboðsnevndini samtyktu fíggingina av vatnorkuútbygginingini.
Stór ábyrgd liggur á SEV
Umboðsevndarlimirnir eiga at geva gætur, at einkarrætturin hjá SEV eisini kann misnýtast. Tíverri er tað soleiðis, at landið eisini hevur ein áhuga í, at prísirnir hjá SEV ikki lækka. Lækka teir, missir landskassin MVG-inntøku. Landsstýrið skal annars á hvørjum ári góðkenna streymprísirnar, men neyvan fer tað at blanda seg, hóast SEV í 1999 ætlar sær ein metvinning uppá 32 mió. Og hesin vinningurin kann lættliga gerast væl størri, tí bygt verður á varisligar útrokningar. Roknað verður t.d. við 5% hægri oljuprísum og einans 1% størri sølu í 1999.
Skrivliga ársfrágreiðingin er seinnu árini vorðin greiðari og meira fullfíggjað. Í 1996 var hon serliga rúgvismikil, hetta tí SEV fylti 50 ár. Tað gleðir meg, at fleiri av yvirlitunum aftur hava fingið innivist í ár. M.a. tað, sum vísir tær útgreinaðu íløgurnar. Áður var ógjørligt hjá umboðsnevndini at síggja, um leiðslan hevði fylgt tí av umboðsnevndini samtyktu íløguætlan. Hetta er sjálvsagt neyðugt, tí annars fær umboðsnevndin ikki havt eftirlit við, um leiðslan ger, sum umboðsnevndin sigur.
Vatnið og vindurin
Tó sakni eg eina frágreiðing um vatnorkuútbyggingina. Av roknskapartølunum sæst, at fíggjarætlanin man fara at halda. Men hvussu gongst annars við hesum arbeiði? Heldur tíðarætlanin? Verður framvegis roknað við, at útbyggingin fer at geva 14,4 mió. kWh? Og hvussu er við umhvørvisárinunum, sum mær vitandi skuldu kannast samstundis við at útbygt varð? Verður tilrenningin í fjørðin nóg stór, og varðveita funningsmenn sína vøkru á?
Vónandi fáa vit svar uppá hesar spurningar á ársfundinum, tí vit vóru fleiri, ið vóru ímóti hesi útbygging. Í øllum førum áðrenn kanningar av øðrum møguleikum og av umhvørvisávirkanini vóru gjørdar. Eisini varð hildið, at útbyggingin var alt ov dýr. 111 mió. fyri 14,4 mió kWh er sera sera nógv. Lukkutíð sær tó ikki út til, at útbyggingin gerst dýrari enn hetta, tí so hevði verið heilt galið.
T.d. hevði borið til at útvegað somu nøgd av orku við at bygt einar 7 stórar vindmyllur (sum hvør hevði verið tríggjar ferðir sterkari enn tann, sum nú er), og tað hevði helst ikki kostað meira enn einar 40 til 50 mió., atlso minni enn helvtina av vatnorkuútbyggingini.
Fyri nøkrum døgum síðan stóð í Dimmalætting, at umboðsnevndin á ársfundinum skuldi viðgera vindorkuna. Hetta undraði meg ikki sørt, tí einki verður grett um hetta í innkallingini. Umboðsnevndin fær sostatt neyvan møguleika at taka støðu til nakað stórvegis í hesum máli, tá ið tað ikki stendur á skránni. Helst verður tað sum vanligt. Leiðslan sigur, at hon hevur hesar ella hasar ætlaninar, og so ger hon annars bara, sum henni lystur, óbundin av umboðsnevndini. Í øllum førum ber til at staðfesta, at leiðslan til í dag ikki hevur havt áhuga fyri vindorkuni.
Orkufelagið SEV
Í ársfrágreiðingini sigur stýrið, at ?tíðin helst er komin at taka støðu til, hvønn leiklut SEV skal hava í framtíðar oljuvinnu í Føroyum?, hetta vísandi til at SEV í veruleikanum er eitt orkufelag í víðari merking. Eg havi áður hildið hendan spurning verið sera áhugaverdan. M.a. mælti eg til, tá ið farið var ígongd við at útbyggja á Eiði fyri 111 mió., at peningurin fór betur, um hann varð nýttur til at leggja lunnar undir eitt alment føroyskt oljufelag, ið kundi skjóta pening inn, um landsins myndugleikar sóu ein fyrimun í hesum og kanska settu tað sum eitt krav til tey útlendsku feløgini. Tó átti at verið borið so í bandi, at vandin var sum minst, men kortini við útliti til, at ágóði fekst burturúr, varð olja funnin.
Kommunurnar eiga jú SEV, so í síðsta enda erui tað vit øll, ið eiga SEV og harvið ein møguligan ágóða. Tó var - og eri - eg ivandi, tá ið tað kemur til stýringina av einum tílíkum felag. Ikki minst tí royndirnar við SEV-leiðsluni er so vánaligar, og tí felagið er so afturalatið.Men møguleikin er avgjørt verdur at umhugsa, hóast SEV ikki longur hevur tær 111 mió., sum eftir mínum tykki fóru til eina óneyðuga vatnorkuútbygging. Sera varliga má tó farast fram í hesum máli.
Fjarhitin
SEV eigur helvtina av tí nýggja fjarhitafelagnum, kortini hoyrist einki um hetta felag á ársfundi SEV?s. Hetta hóast eg og onnur fleiri ferðir hava biðið um, at ein lítil frágreiðing verður givin á ársfundinum. Hvussu gongst við nýggja felagnum? Eru útlit til eina útbygging, nú meira verður brent, og fólk aftur eru farin at byggja í Hoyvíkshaganum? Fáa hesi viðskiftafólkini eins góðar sømdir sum onnur, nú tey eru tvingað inn í hesa skipan?
Tá ið fyrra felagið fór á húsagang, og landið átók sær at gjalda 70 mió. av undirskotinum, skeyt eg upp, at øll viðurskiftini vórðu kannað, men slapp uppskotið um eina kanning ongantíð til atkvøðugreiðslu á umboðsnevndarfundunum. Í dag er stór gøla í Danmark, tí tað vísir seg at vera svikað við prísunum á fjarhitarørunum. Endurgjaldskrøv eru ikki bara komin úr Danmark, men eisini úr hinum Norðurlondunum. Meg hevði lyst at vitað, um eisini føroyingar eru vorðnir lumpaðir í hesum máli. Rørini komu mær vitandi úr Danmark, og vóru tey ógvuliga dýr. Áttu vit eisini at kravt endurgjald?
Opnir umboðsnevndarfundir
SEV verður mangan sagt at vera eitt afturlatið felag. Og tað er púra rætt. Hóast SEV má sigast at vera høvuðstilrættisleggjarin av føroyskum orkupolitikki - tí landspolitiskt er so eiðasørt við orkupolitikki - so verður almenningurin útihýstur frá umboðsnevndarfundum. Frá fundum, har landsins orkupolitikkur er til umrøðu og týðandi avgerðir verða tiknar, ið viðvíkja hvørjum tí einasta húsarhaldi í Føroyum.
Er tað rætt? Eg haldi tað ikki. Tí verður uppskot sett fram á ársfundinum, um at umboðsnevndarfundirnir framyvir verða opnir. Hetta á sama hátt sum í býráðunum, har tað sjálvsagt ber til at hava stongdar fundir, um avgerð skal takast í persónligum málum ella støða skal takast til eitt nú ein sáttmála. Umstøðurnar kunnu tó gera, at pláss ikki verður fyri øllum, og tá mugu fjølmiðlarnir sjálvsagt hava fyrsta rætt.
Hóast stýrið hevur mælt frá at samtykkja uppskotið, so er tað mín vón, at ein meirluti í umboðsnevndin tekur undir við, at fundirnir í umboðsnevndini skulu vera opnir, tí Føroya fólk hevur krav uppá at fáa at vita, á hvørjum grundarlagi avgerðir verða tiknar um t.d. at hækka ella lækka streymprísin, at útbyggja vind- ella vatnorkuna o.s.fr.
Klæmint Olsen
SEV-umboðsnevndarlimur










