Eiði og B36 sigurin á Sandi høvdu við sær, at nú er tað B36, sum hevur betra málmunin. B36 hevur +31, og Gí hevur +29. Støðugt Steypavinnararnir úr B36 vóru heilt sannførandi á Sandi, har heimaliðið ikki [...] FS Vágum stendur ikki væl til.Vágamenn eru aftast. Komandi leygardag fáa teir vitjan av B71, og tá verður talan av álvara um lagnudyst. Um FS Vágar ikki fær trý stig ímóti sandoyingum, so verða teir heilt [...] ímillum GÍ og B36 minkaði niður í trý stig, og nú kann tað gerast heilt spennandi, tá B36 fær vitjan av GÍ. Tann dysturin skuldi sambært skránni verið spældur í trettanda umfarinum, men nú er hann útsettur
Piotr Krakowski, hevur so at siga allar sínar mans tøkar til dystin. Kenneth Jacobsen fekk skaða á Sandi, og verður helst ikki við, og Fróði Clementsen hevur ligið sjúkur alla vikuna. Teir báðir eru tó sjáldan [...] forðingar fyri, men spurningurin er so, hvussu fer at hilnast hesaferð. B36 hevur so ikki somu trupulleikar av mannfalli, sum GÍ hevði fyri viku síðani, og so eru teir í B36 nú eisini ávaraðir um, at talan als
men tað var tó heldur ikki líkt til, at nakað serliga nógv av hesum fingust í lag. Móti endanum av hálvleikinum høvdu sandoyingar tó mist nakað av luftini. Í royndunum at trýsta vóru teir ikki heilt savnaðir [...] sum um, at lagnan langt síðani hevði gjørt av, at stig skuldu tey ikki fáa á Sandi, og veruligar møguleikar gjørdist talan sum so heldur ikki um. Ein ørgrynna av hornaspørkum varð send innfyri, men antin [...] móti toftamonnum, sum var hin torførari av hesum báðum, men fyrstu góðu løtuna sást so einki til, at tað vóru geistirnir, sum spældu við í oddinum, meðan heimaliðið av álvara nærkast niðurflytingini. Sandoyingar
sandoyingum er sandurin í tímaglasinum av álvara farin at fjarða, og verður ikki okkurt munagott gjørt heilt skjótt, tykist tilveran í bestu deildini at vera av, tá september mánaður er lokin. Størstu [...] alt annað enn væl fyri í løtuni. HB hevur mangan havt tað strævið á Sandi, men hinvegin vóna tey í HB helst, at til ta tíð eru fleiri av skaddu monnunum klárir aftur, soleiðis at uppstillingin í størri mun [...] seinastu ferð. Kropsliga tóktust teir eisini at hava størri yvirskot enn B36 menninir, tá dysturin var av, og megna teir at seta leikferðina upp á sama støði í teimum seks írestandi dystunum, er einki at ivast
Yngst Ein av miðvísu arbeiðsætlanunum, sum Fótbóltssambandi hevur framt seinnu árini, er arbeiðið við sonevnda Yngst-bólkinum, har stungið varð út í kortið, hvat kann gerast fyri at menna ungdómsarbeiðið [...] ðið í føroyskum fótbólti. Eitt av úrslitunum er sonevndu Yngst-stevnurnar, og hevur FSF nú ásett, nær hesar verða hildnar ymsastaðni í landinum. Fimm øki Skipað er soleiðis fyri, at ymsu fótbóltsfeløgini [...] AB og B71 dagur árgangur staður 25.08 93 Argjum 25.08 92 Havn (B36) 15.09 93 Havn (HB) 15.09 92 Sandi Øki 5: VB, TB, Royn og Sumba dagur árgangur staður 25.08 93 Sumba 25.08 92 Sumba 15.09 93 Tvøroyri
nakað við úr Runavík. Tað vóru teir vónbrotnir av, men teir hildu eisini, at manningarligu fyritreytirnar vóru einki serligar. Í morgin vitjar botnliðið av Sandi í Klaksvík. Heimaliðið má roknast sum stór [...] greitt, at miðvallarin Julian Floresco ikki verður við í Klaksík. Hann hevur stóran part av árinum verið plágaður av skaða. Ímóti B68 var hann við í 1. hálvleiki, men so noyddist hann at geva skarvin yvir [...] KÍ telur tað nógv, at Hjalgrím Elttør rættuliga er komin fyri seg aftur. Í Runavík var hann orsaka av skaða, sum hann fekk á landsliðsferðini í Jugoslavia, ikki ímillum teir fyrstu ellivu. Mikukvøldið
hevur í ár bara verið ein skuggi av tí, sum hann vísti í fjør. Tað hevur havt við sær, at hann tær seinastu ferðirnar hevur verið á beinkinum, og í 5?0 sigrinum á Sandi var hann als ikki á vøllinum. Magnus [...] nógv, tí super veteranurin og hjálparvenjarin hjá B68, Kjartan Nesá, hevur verið góður vikarur. Á Sandi var Jóannes Jakobsen á dómaraseðlinum sum eykamálverji. Hann hevur áður verið málverji, men tað var [...] enn tær hava verið fyrr í ár, heldur venjarin, sum ikki stúrir fyri, at spælararnir fara at slappa av, nú tað tykist sum niðurflytingarvandin er burtur. Í EB/Streymi hava teir einar seytjan spælarar, sum
burtur frá fótbóltinum ella um av øðrum verða kroystir at fara uppí aftur. Orsøkirnar eru ivaleyst ymiskar, men tað er ein veruleiki, at síðani summarsteðgin hava sjey av teimum ellivu, sum í 1990 vóru [...] Johannesen ofta er málverji. Kanska hevði tað verið eitt hugskot, at okkurt av yngru landsliðunum bjóðaði Landskrona hetjunum av. Tak meg ikki í tí, men tað hevði neyvan verið so stórur munur. [...] B71. Í tí dystinum setti Kári Reynheim seg sjálvan á B71 liðið beinanvegin eftir steðgin. Tá vágamenn av øllum alvi stríddust fyri at varðveita leiðsluna ímóti B36, varð Torkil Nielsen settur inn. Torkil
eiga HB á Sandi (tað kann meiri enn so enda málleyst!), so skal B71 til Vágs, har teir í fjør vóru teir einastu, sum megnaðu at koppa FM vinnarunum. Í næstsíðsta umfarinum fær B71 vitjan av NSÍ. Um teir [...] tikið HB ferðalagið upp í Eysturríki, tá flogfarið hjá Atlantsflog alíkavæl kom tómt siglandi norður av Balkan. Tað hevði neyvan verið dýrari, enn at fara tøssandi í bussi úr Eysturríki og til Keypmannahavnar [...] og hjá gøtumonnum, um GÍ málverjin hevði bjargað skotinum, ella um bólturin hevði farið við síðuna av málinum. Ivaleyst høvdu mong í akkurát hasi støðuni latið uppgávuna at skjóta brotssparkið til onkran
lagnum »Kom ta? min hånd«. Men hetta er bert tað eina lagið av einari fløgu. Bólkurin hevur, síðani hann byrjaði í 1988 givið ellivu fløgur út, og av teimum fløgunum hava fleiri løg vunnið seg inn á hittlistarnar [...] Skála Ítróttarfelag, sum skipar fyri tiltakinum, og felagið hevur verið so heppið at fáa klørnar í ein av kendastu dansibólkum í norðurlondum. Bólkurin, sum talan er um, er kendi norski bólkurin Scandinavia [...] leggjast afturat, at tað ber til at keypa smyrjubreyð meðan dansurin er, um onkur er svangur. Forsølan av atgongumerkjum byrjar 1. september. Skála Ítróttarfelag hevur borið so í bandi, at atgongumerki vera