Yngst
Ein av miðvísu arbeiðsætlanunum, sum Fótbóltssambandi hevur framt seinnu árini, er arbeiðið við sonevnda Yngst-bólkinum, har stungið varð út í kortið, hvat kann gerast fyri at menna ungdómsarbeiðið í føroyskum fótbólti.
Eitt av úrslitunum er sonevndu Yngst-stevnurnar, og hevur FSF nú ásett, nær hesar verða hildnar ymsastaðni í landinum.
Fimm øki
Skipað er soleiðis fyri, at ymsu fótbóltsfeløgini í landinum eru bólkað í fimm øki, sum hava trý til fýra lið í hvørjum.
Niðanfyri verður víst yvirlit yvir, hvussu økini eru býtt, eins og hvar splt verður.
FSF heitur á feløgini, sum taka lut á Yngst 2001 at seta seg í samband við fyrireikandi felagið og siga frá, hvussu nógvir luttakarar verða við á stevnuni. Eisini verður heitt á fyriskipandi felagið at bera so í bandi, at at venjarar, leiðarar og foreldur hava møguleika at fáa sær ein kaffimun og okkurt ábit, eins og børnini helst eisini skulu kunnu fáa sær okkurt at eta og okkurt leskandi.
Økini og leikdagarnir eru hesir:
Øki 1: KÍ, LÍF, GÍ og ÍF
dagur árgangur staður
25.08 93 Fuglafirði
25.08 92 Fuglafirði
15.09 93 Klaksvík
15.09 92 Klaksvík
Øki 2: B68, NSÍ, EB/Str. og Skála
dagur árgangur staður
25.08 93 Toftum
25.08 92 Toftum
15.09 93 Runavík
15.09 92 Runavík
Øki 3: SÍ, SÍF og MB
dagur árgangur staður
25.08 93 Sandavági
25.08 92 Sandavági
15.09 93 Sørvági
15.09 92 Sørvági
Øki 4: B36, HB, AB og B71
dagur árgangur staður
25.08 93 Argjum
25.08 92 Havn (B36)
15.09 93 Havn (HB)
15.09 92 Sandi
Øki 5: VB, TB, Royn og Sumba
dagur árgangur staður
25.08 93 Sumba
25.08 92 Sumba
15.09 93 Tvøroyri
15.09 92 Tvøroyri