Tíðindaskriv
Kendi norski dansibólkurin Scandinavia kemur til Føroya. Leygarkvøldið 13. oktober skulu teir spæla til dans í ítróttarhøllini á Skála
Leygarkvøldið 13. oktober verður skipað fyri rimmar dansitiltaki í ítróttarhøllini á Skála. Tað er Skála Ítróttarfelag, sum skipar fyri tiltakinum, og felagið hevur verið so heppið at fáa klørnar í ein av kendastu dansibólkum í norðurlondum.
Bólkurin, sum talan er um, er kendi norski bólkurin Scandinavia. Tey flestu okkara kenna hann frá kvøðuljómunum og »Hvat nú« í Útvarpi Føroya, har hann hevur tónað fram, serliga við lagnum »Kom ta? min hånd«.
Men hetta er bert tað eina lagið av einari fløgu. Bólkurin hevur, síðani hann byrjaði í 1988 givið ellivu fløgur út, og av teimum fløgunum hava fleiri løg vunnið seg inn á hittlistarnar fyri dansitónleik ymsa staðni í norðurlondum.
Dansitiltakið á Skála verður annars skipað í tveimum. Byrjað verður kl. 19.00 tá skipað verður fyri stórum køldum borði. Her verður ein góður biti at fáa, umframt at tað ber til at keypa sær okkurt drekkandi afturvið. Vísumenn, úr Klaksvík, fara at syrgja fyri, at øll eru í góðum hýri tá dansurin byrjar.
Tað ger hann klokkan 23.30. Tá fer Scandinavia á pallin og teir ætla sær at spæla til klokkan 03.30 á morgni.
Kostnaðurin fyri alt tiltakið er 340 krónur. Tá er matur og atgongumerki til dansin íroknað. Eisini ber til at keypa atgongumerki bara til dansin, og tað kostar 190 krónur. Tað ber ikki til bara at keypa atgongumerki til borðhaldi. Her kann so leggjast afturat, at tað ber til at keypa smyrjubreyð meðan dansurin er, um onkur er svangur.
Forsølan av atgongumerkjum byrjar 1. september. Skála Ítróttarfelag hevur borið so í bandi, at atgongumerki vera seld kring alt landið, og vera tey at fáa á hesum støðum: Hjá Vár í Runavík, tlf. 448392, hjá Vár í Klaksvík, tlf. 458392, hjá Statoil í Skálabotni, tlf. 441200, í Kunningarstovuni í Havn, tlf. 315788, hjá Statoil á Sandi, tlf. 361101, í Mylluni í Miðvági, tlf. 332851 og hjá Statoil á Tvøroyri, tlf. 372232.