Tað er lagt upp til spennandi endaspurt

Vágbingar, HB og toftamenn eiga stóran lut í avgerðini, um FM heitið skal enda í Gøtu ella í B36

 

SAMANUM


Tað nærkast alt meiri endaspurtinum í landskappingini. Burtursæð frá onkrum einstøkum umfari, so verður tað í Føroyum bara spælt í landskappingini í fýra mánaðir ? í mai, juni, august og september. Komandi vikuskifti er landsdystur á skránni ? Føroyar og Luksemburg skulu spæla. Fimtanda umfarið verður spælt 9. september, og tá september verður liðugur, verður landskappingin liðug. Átjanda umfarið er á skránni á mikkjalsmessu, sum er leygardagin 29. september.

Fjúrtanda umfarið var turbulent, bæði frammanundan vikuskiftinum og meðan dystirnir vórðu spældir. Í NSÍ vóru teir ikki blíðir um avgerðina, at dysturin hjá teimum ímóti HB skuldi útsetast til í kvøld.

Fyri uttanfyri standandi tykist tað undarligt, at tað ikki skuldi bera til hjá HB at vera við hús fyrr enn á døgurða leygardagin, tá teir høvdu spælt í Eysturríki hóskvøldið. Ongantíð áður hevur flogferðslan verið so títt millum Føroyar og umheimin, sum hon er nú.

Hóskvøldið fór Atlantsflog úr Vágum og til Jugoslavia við ferðalagnum, sum hevði verið og vitjað GÍ. Tað mátti verið lag á manni hjá HB at fingið Magna Arge at tikið HB ferðalagið upp í Eysturríki, tá flogfarið hjá Atlantsflog alíkavæl kom tómt siglandi norður av Balkan. Tað hevði neyvan verið dýrari, enn at fara tøssandi í bussi úr Eysturríki og til Keypmannahavnar og at vera í danska høvuðsstaðnum í eitt samdøgur. Tað hoyrir tíðini hjá abba Magna Arge ? Buss Óla ? til og ikki nútíðini at ferðast upp á handa mátan.

Nú skulu NSÍ spælararnir úr arbeiði á døgurða í dag fyri at spæla í Gundadali í kvøld. Tað vil siga, at teir missa ein hálvan arbeiðsdag, tí HB ferðalagið kom í Vágar leygardagin og ikki fríggjadagin, sum tað snilt átti at borið til at komið. Tað ber væl til at skilja, at teir í NSÍ eru argir.

Spurningurin er so, hvussu tað fer at tørna út á vøllinum. NSÍ megnaði at koppa KÍ, sum fyri stuttum vann á HB í Gundadali. HB hevur ikki vunnið síðani 1. juli, tá teir vunnu 4?1 í Miðvági. Men so skal eisini leggjast afturat, at HB eigur ein útsettan dyst á heimavølli ímóti GÍ. Hann er ásettur at vera mikudagin 12. september.


Áminningin

Stóri turbulensurin sunnudagin var í Miðvági, har tað enn eina ferð varð dyggiliga undirstrikað, at eingin dystur er avgjørdur, fyrr enn hann er spældur. Tað varð fylgt væl við í Gøtu og fleiri aðrar staðir. Tá FS Vágar var á odda, kom tað sjálvsagt væl við í Gøtu, har heimaliðið var frammanfyri. Men so vendist alt á høvdið. B36 vann, og GÍ misti sigurin.

Um B36 ikki hevði megnað at vunnið í Vágum, so hevði talan verið um mest óvæntaða úrslitið á árinum. Í fimta umfarinum setti B36 met, tá teir vunnu 15?0 á FS Vágum. FS Vágar er øðrvísi fyri nú, enn teir vóru 27. mai, men kortini varð tað ikki roknað við, at B36 skuldi fáa nakrar sum helst trupulleikar í Vágum. Nú vóru teir hjartans fegnir um tepra sigurin, og hann gjørdist eyka kærkomin, tá tað frættist, at gøtumenn vóru dragnaðir eitt sindur, tí teir ikki høvdu megnað meiri enn javnleik ímóti VB, sum ? akkurát sum so mangan áður ? hevði gott tak á tí í Gøtu.


Dreymurin

Fyrr í summar noyddist VB venjarin, Popczynski, at sita á beinkinum, tá VB spældi innleiðandi umfarið í Europa Cup fyri meistarar. Tað harmaðist pólverjin, sum segði seg altíð hava droymt um at fáa høvi at spæla í tí kappingini. Tá hann sunnudagin javnaði til 1?1 í Gøtu, var tað samstundis orsøkin til, at GÍ misti tvey stig. Tað kann í síðsta enda fara at vísa seg, at tað verður hesin stigamissurin, sum fer at gera, at GÍ ikki vinnur FM heitið og harvið ikki komandi ár fær atgongd til Europa Cup fyri meistaralið. Og so fer tað aftur at ganga úr yvir Popczynski!

Tað hevur ljóðað leingi, at GÍ hevur gjørt avtalu við Popczynski um, at hann skal spæla við teimum komandi ár. Í síðstu viku legði Fregnir tíðindini á borðið ? teir søgdu seg hava væl vitandi, men ónevndar keldur. Vit hava skilt, at avtala er gjørd millum GÍ og VB venjaran, sum sunnudagin var eirindarleysur ímóti komandi liðfeløgunum. Popczynski skoraði, og vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu tað hevði kenst hjá honum, vágbingum og hjá gøtumonnum, um GÍ málverjin hevði bjargað skotinum, ella um bólturin hevði farið við síðuna av málinum. Ivaleyst høvdu mong í akkurát hasi støðuni latið uppgávuna at skjóta brotssparkið til onkran annan, men tað gjørdi Popczynski ikki.


B68 og HB stóran leiklut

Spurningurin um tað verður 1997 meistarin B36, ella um tað verður 1996 meistarin GÍ, sum verður í best hýri á mikkjalsmessu, er framvegis opin.

Felags fyri bæði liðini er, at tey eiga dystir eftir ímóti bæði B68 og HB. Vágbingar spældu GÍ eitt puss sunnudagin, og teir hava eisini møguleika at spæla B36 eitt puss. Eingin ivi er um, at teir í B36 sera fegnir ynskja sær at hava vunnið FM heitið, áðrenn teir í síðsta umfarinum skulu til Vágs.

B68 syrgdi sunnudagin fyri, at bronsukrónurnar komu uppaftur nærri Toftum. Og annan sunnudag hava toftamenn tann fyrra av tveimum møguleikum at spæla biðlunum til FM heitið eitt puss. Tá skal B68 í Gundadal at spæla ímóti oddaliðnum B36. Tað hevur fleiri ferðir verið havt á lofti, hvussu stóran týdning John Petersen hevur fyri B36. Sunnudagin var sjón fyri søgn, at tað ikki er so lætt hjá B36, tá liðformaðurin ikki hevur sentralan leiklut. Ímóti B68 verður John Petersen ikki við.

Á hinari síðuni er tað hugaligt hjá B36 at staðfesta, at ungir spælarar, sum eru uppaldir í felagnum, sunnudagin vóru við til at syrgja fyri, at øll stigini komu til Havnar. Klæmint Matras, Niel Joensen og Heini í Skorini teljast ímillum hesar.

Í næstsíðsta umfarinum skal GÍ á Svangaskarð, og tá kann støðan verða heilt undarlig hjá B68. Møguleikin hjá teimum fyri UEFA Cup komandi ár er treytaður av, at tað verður GÍ og ikki B36, sum vinnur FM heitið. B68 sigur á GÍ fer sjálvandi at minka um FM møguleikarnar hjá gøtumonnum, men enn er leingi til, at tann støðan kann taka seg upp.

HB eigur dystir í Gundadali bæði ímóti GÍ og B36. Avrikini hjá HB í landskappingini nógvu tey síðstu umførini hava ikki boðað frá, at teir skulu hava møguleika at gera nakað við oddaliðini, men serliga tá grannarnir eru mótstøðuliðið, kann roknast við dyggum HB avriki ímóti B36. Tann dysturin verður á skránni sama dagin, sum GÍ fer at spæla á Toftum.


Miðjan

Omanfyri varð nevnt, at B68 er nærri bronsuni nú, enn teir vóru undan fjúrtanda umfarinum. Tað er rætt. Nú eru klaksvíkingar á fjórða plássinum, sum er besta støðan, teir hava havt higartil í ár. KÍ fær í síðsta umfarinum vitjan av B68. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey hava torførar uppgávur komandi umførini. Sama dagin, sum B68 skal í Gundadal at spæla ímóti B36, skal KÍ til Eiðis. Við 4?0 tapinum á norðoyarstevnu í huga verður tað neyvan torført hjá Tomislav Sivic at seta sína spælarar upp, men uppgávan verður torfør. Í triði síðsta umfarinum fær KÍ vitjan av B36, og so skulu teir vestur í Vágar.

Klaksvíkingar kunnu koma í somu støðu ímóti B36, sum B68 kann koma í ímóti GÍ. Um KÍ tekur stig frá B36, so kunnu teir harvið sjálvir missa Europa Cup møguleikan. KÍ sleppur bara í Europa Cup komandi ár, um B36 verður meistari. B36 hevur sum steypavinnari longu vunnið rættin til UEFA Cup, men um teir vinna FM, so fer steypamøguleikin til KÍ, sum tapti finaluna ímóti B36.

NSÍ og HB, sum spæla í Gundadali í kvøld, hava ikki havt nakað serligt kappingarár, men við einum góðum endaspurti kunnu bæði feløgini væl røkka fjórða plássinum, men tað verður sera torført.

Á pappírinum tykist HB eiga fleiri lættar dystir á, tí teir skulu spæla ímóti trimum teimum niðastu liðunum. Tað kann hava við sær, at HB endiliga fer at sleppa av sjeynda plássinum og kanska fer at flyta fleiri pláss upp. Men dystirnir ímóti botnliðunum bera eisini møguleika við sær fyri, at t. d. EB/Streymur kann fara upp um HB.

EB/Streymur má mestast at hoyra við til miðliðini. Teir kunnu hvørki røkka bronsuni ella flyta niður, men teir hava format at spæla mótstøðuliðunum eitt puss. Ikki minst á Mølini, tá KÍ og VB koma at vitja. Hjá EB/Streymi verður tað kanska mest spennandi at fara í Gundadal at dúva upp á kontramøguleikar ímóti HB.


Botnurin

B71 er framvegis niðast og harvið á beinleiðis niðurflytingar plássinum. Eina løtu sunnudagin sá tað út í Klaksvík, sum um teir kanska skuldu fáa stig, men tað eydnaðist ikki. Tað er so typiskt fyri botnlið. Kortini eiga sandoyingar ikki at verða heilt avskrivaðir. Tað skal ikki meiri til, enn at teir vinna ein dyst, so eru teir frammanfyri FS Vágar (um hesir ikki vinna).

Og tað er avgjørt ikki púra ómøguligt at ímynda sær, at B71 fer at fáa stig. Teir eiga HB á Sandi (tað kann meiri enn so enda málleyst!), so skal B71 til Vágs, har teir í fjør vóru teir einastu, sum megnaðu at koppa FM vinnarunum. Í næstsíðsta umfarinum fær B71 vitjan av NSÍ. Um teir kunnu rokna við nøkrum í síðsta umfarinum, tá teir skulu til Gøtu, veldst um, hvussu tað tá fer at standa til hjá GÍ.

Vágamenn iðra seg gular og grønar um, at teir ikki vunnu á B36. Tað er væl skiljandi. Torkil Nielsen hevði møguleikan at økja um leiðsluna til 2?0. Hevði tað eydnast, so hevði dysturin verið avgjørdur FS Vágum til fyrimunar. Annan sunnudag hevur FSV aftur møguleikan ímóti einum oddaliði, tí tá skal GÍ vestur til Miðvágs. At B36 næstan brendi seg í Vágum eigur at hava við sær, at GÍ so at siga fer at binda um heilan fingur.