Upptakt
B36 hevur møguleikan at leggja seg á odda í landskappingini fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið. Kravið til hetta er ein sigur. Somikið einfaldar eru treytirnar hjá teimum svørt/hvítu, og einki er at ivast í, at teir fyrireika seg væl til hesa uppgávuna.
Venjarin, Piotr Krakowski, hevur so at siga allar sínar mans tøkar til dystin. Kenneth Jacobsen fekk skaða á Sandi, og verður helst ikki við, og Fróði Clementsen hevur ligið sjúkur alla vikuna. Teir báðir eru tó sjáldan byrjaðir millum teir fyrstu ellivu, so í byrjunaruppstillingini tykjast B36?arnir at vera eins væl fyri, sum teir vóru seinast.
Eingin lættur dystur
EB/Streymur hevur sum so heldur ikki teir nógvu skaðarnir at dragast við. Christian Carlsson fekk ein løst undir venjing hóskvøldið, men seinast vit frættu, var hann so einasta ivamálið.
Málið hjá teimum verður sjálvsagt at leggja enn einum oddaliðið forðingar fyri, men spurningurin er so, hvussu fer at hilnast hesaferð. B36 hevur so ikki somu trupulleikar av mannfalli, sum GÍ hevði fyri viku síðani, og so eru teir í B36 nú eisini ávaraðir um, at talan als ikki er um nakran sonevndan »walk-over«, tá uppflytararnir eru á vitjan.










