Fótbóltur er eitt undarligt spæl

Væl trimmaðu gøtumenninir megnaðu ikki tað, sum superveteranar í vánaligari venjing hjá B71 megnaðu fyrr í summar

 

Samanum


Sunnudagin kom tað spenningur í aftur landskappingina. Munurin ímillum GÍ og B36 minkaði niður í trý stig, og nú kann tað gerast heilt spennandi, tá B36 fær vitjan av GÍ. Tann dysturin skuldi sambært skránni verið spældur í trettanda umfarinum, men nú er hann útsettur frá 19. august og til 12. september.

Um gongdin verður tann sama, sum hon kann roknast við at verða ? tað vil siga, at bæði GÍ og B36 fara at vinna sínar dystir ? so verður talan um sanna finalu mikukvøldið ímillum 15. og 16. umfarið.

B36 er trý stig aftanfyri GÍ, men tað ber væl til at ímynda sær árstalsfelagið sum meistaralið. Men so skal B36 vinna á heimavølli ímóti GÍ. Um tað stendur á jøvnum í stigum, so eru innanhýsis dystirnir avgerandi, áðrenn málmunurin verður tikin inn í myndina. Tá B36 í 4. umfarinum var í Gøtu, vann GÍ 3?1. GÍ javnleikurin á Eiði og B36 sigurin á Sandi høvdu við sær, at nú er tað B36, sum hevur betra málmunin. B36 hevur +31, og Gí hevur +29.


Støðugt

Steypavinnararnir úr B36 vóru heilt sannførandi á Sandi, har heimaliðið ikki slapp at pynta um, fyrrenn B36 var komið framum 5?0. 20. mai var fjórða umfarið í landskappingini á skránni. Tá var B36 í Gøtu, har heimaliðið vann. Síðani tá hevur B36 spælt sjey dystir, og teir hava vunnið hvørja ferð.

Tá vit líta í skránna, mugu vit rokna B36 sum upplagdan favoritt í øllum dystunum, sum eru eftir at spæla ? burtursæð frá toppdystinum ímóti GÍ, tá alt sær út til at vera púra opið.

Men Piotr og teir í B36 gera væl ímóti sær sjálvum, um teir bara hugsa um næstu uppgávuna. Tað kann fara at vísa seg, at hon verður ivaleysa torfør. Komandi leygardag ? næstu ferð verða allir dystirnir spældir leygardag, tí landsliðið fer til Jugoslavia sunnudagin ? koma fyrrverandi B36 toppskjúttin, Bergur Magnussen, og hansara menn í EB/Streymi í Gundadal. Teir hava fleiri ferðir í ár víst, at teir ikki eru kanónføði. Hetta kunnu teir í GÍ skriva undir uppá, eftir at teir sunnudagin ikki megnaðu meiri enn javnleik á Mølini.


Undarligt

Úrslitið á Mølini síðsta sunnudag undirstrikaði enn eina ferð, at tað er fynd í tí, tá tað verður sagt, at bólturin er rundur, og at alt kann koma fyri í fótbólti.

Í síðsta umfarinum undan summarsteðginum var B71 á Eiði. Sandoyingarnir vóru illa fyri við fólki. Tað sást m. a. aftur í, at tað var neyðugt hjá teimum at brúka bæði Ib Mohr Olsen og Páll á Reynatúgvu, og ilt gjørdist uppaftur verri, tá miðvallarin Julian Floresco noyddist at taka seg av válinum, tí hann var skaddur.

Men hóast vánaligu fyritreytirnar, so megnaði B71 ta ferðina at vinna 2?1 á Mølini.

Sunnudagin var GÍ á Eiði. Tað kann væl vera, at gøtumenn fyrr í ár hava verið manningarliga betri fyri, enn teir vóru hesa ferð, men kortini var tað merkisvert, at teir ikki megnaðu tað sama, sum eitt haltandi B71 lið megnaði.

Ivaleyst eru nógvar frágreiðingar upp á, hví tað tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi á Mølini. Men tað er upplagt, at EB/Streymur trívst væl betri, tá teir eru kroystir, og tá teir harvið kunnu dúva upp á kontra, enn teir gera, tá tað verður roknað við, at teir skulu mynda spælið. Hetta er nakað, sum teir í B36 eiga at leggja sær í geyma, nú teir fyrireika seg til vitjanina úr Sundalagnum.


Stríðið um Europa

Úrslitini hesa ferð gjørdu, at stríðið um síðsta atgongumerkið til Europa Cup gjørdist størri. GÍ og B36 eru sjálvsagt best fyri í tí stríðnum. Eitt triðja Europa Cup pláss er at kappast um. B68 er best fyri í tí stríðnum, men tað er so mikið tætt, at um B68 komandi sunnudag tapir á heimavølli ímóti NSÍ, sum er á sjeynda plássinum, so eru grannarnir javnir í stigum.

HB vil fegið vera við í Europa Cup á hvørjum ári, men vónirnar um altjóða luttøku kámaðust sunnudagin, tá hýrurin ikki var góður. HB tapti annan landskappingardystin upp í slag 2?1, og eins og tað var, tá HB undan summarsteðginum var á Toftum, so var avrikið ímóti KÍ lítið sannførandi.

Leygardagin skal HB norður til Gøtu. Tann uppgávan verður ikki løtt, nú GÍ ikki fekk fult á Eiði.

Umframt B68 og HB er VB við í kappingini um bronsumerkini. Úrslitini sunnudagin bóru við sær, at klaksvíkingar aftur eru við í tí kappingini. Eitt er, at teir vunnu sær trý kærkomin stig í Gundadali og harvið komu upp undir HB. Eitt annað er, at KÍ ? uttan mun til endastøðuna í landskappingini ? kann fáa triðja Europa Cup plássið. Tað gera teir, um B36 fer at liggja omaná GÍ í FM stríðnum. So fær KÍ sum tapari í steypafinaluni Europa Cup plássið, ið verður tómt, tí B36 skal luttaka í europeisku meistarakappingini.

Um tað skuldi lagað seg soleiðis, so verður virðið í triðja plássinum í landskappingini ikki meiri enn Intertoto Cup pláss.


Botnstríðið

At NSÍ vann fyrsta landskappingardystin á nýggja graslíkisundirlagnum í Runavík hevði við sær, at gloppið frá teimum og niður til tey bæði aftastu plássini øktist so mikið, at NSÍ ikki er botnlið. Sum omanfyri nevnt so kunnu teir koma upp í stríðið um bronsuna, um teir megna at vinna á Svangaskarði komandi leygardag.

Hjá FS Vágum stendur ikki væl til.Vágamenn eru aftast. Komandi leygardag fáa teir vitjan av B71, og tá verður talan av álvara um lagnudyst. Um FS Vágar ikki fær trý stig ímóti sandoyingum, so verða teir heilt illa sperdir í botninum, og um teir tapa, so skal næstan eitt undur til hjá teimum fyri at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini. Men tað varð aftur undirstrikað sunnudagin, at fótbóltur er eitt undarligt spæl. Tí er einki annað at gera enn at fylgja við, hvussu tað fer at tørna út í sjey teimum síðstu umførunum ? bæði í toppinum og botninum.