UPPTAKT
Eftir góðan stima í fleiri umførum eydnaðist tað ikki klaksvíkingum at fáa nakað við úr Runavík. Tað vóru teir vónbrotnir av, men teir hildu eisini, at manningarligu fyritreytirnar vóru einki serligar.
Í morgin vitjar botnliðið av Sandi í Klaksvík. Heimaliðið má roknast sum stórfavorittur, men teir halda ikki, at tað stendur nakað serligt til við fólki í KÍ, sum í gjár hevði 97 ára føðingardag..
? Vit megna at seta eitt lið, men um talan skal vera um spælarar, sum hava vant nógv, so gongur tað akkurát, sigur Tomislav Sivic. Hann fer at gera alt fyri, at hansara menn ikki taka nakað fyri givið ímóti B71.
Harley Bertholdsen er burturstaddur og verður ikki við. Fríðin Ziskason spældi við brotnum fingri ímóti NSÍ. Ivasamt er, um hann fer at gera tað aftur í morgin. Allan Joensen royndi at hjálpa til síðstu løtuna í Runavík, men tað sást væl, at hann er ikki nóg væl fyri at spæla. Tomislav Sivic og unglingaspælarin Rógvi Laksáfoss, sum teir høvdu ætlað skuldi fáa møguleikan í morgin, dragast við liðbandsskaðar, men teir vóna, at teir verða førir fyri at spæla.
Á plusssíðuni hjá KÍ telur tað nógv, at Hjalgrím Elttør rættuliga er komin fyri seg aftur. Í Runavík var hann orsaka av skaða, sum hann fekk á landsliðsferðini í Jugoslavia, ikki ímillum teir fyrstu ellivu. Mikukvøldið vunnu KÍ unglingarnir 4?3 í Fuglafirði. Hjalgrím skoraði trý mál, og í morgin verður hann við frá fyrsta bríksli.
Illa sperdir
Sandoyingar eru á niðurflytingarplássinum, og á pappírinum eru avbjóðingarnar stórar í síðstu fimm dystunum.
? Tað er langt síðani, at vit hava verið so væl fyri við fólki, sum vit hava verið í ár. Men úrtøkan boðar frá, at vit hava ikki fingið tað at hanga nóg væl saman, staðfestir Eli Hentze.
Tað er greitt, at miðvallarin Julian Floresco ikki verður við í Klaksík. Hann hevur stóran part av árinum verið plágaður av skaða. Ímóti B68 var hann við í 1. hálvleiki, men so noyddist hann at geva skarvin yvir. Hjá B71 er eingin spælari leikbannaður.










