samanum
Stórdysturin hetta vikuskiftið var sjálvsagt í Gundadali, har tey bæði liðini, sum fullkomuliga hava dominerað kappingarárið hittust.
Sum tað framgongur aðra staðni á hesum síðum, so gjørdist úrslitið ein 3-1 sigur til B36, og sum liðið spælir í løtuni, eru tað helst fleiri, sum hava ilt við at ímynda sær nakran annan meistara.
Eru favorittar
Teir í B36 mugu eisini ásanna, at teir í skrivandu løtu eru favorittar til FM-gullið, men hinvegin skal tó ikki so øgiligt hugflog til, fyri at ímynda sær gøtumenn sum meistarar. Hóast úrslitini ikki hava verið heilt eftir vild síðani summarsteðgin, so sýndu gøtumenn hin væl kenda »GÍ-hugburðin« í Gundadali, har einki er tapt, fyrr enn dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð.
Kropsliga tóktust teir eisini at hava størri yvirskot enn B36 menninir, tá dysturin var av, og megna teir at seta leikferðina upp á sama støði í teimum seks írestandi dystunum, er einki at ivast í, at mótstøðuliðini fara at køvast, tá komið er nakað út á seinna hálvleik.
Hinvegin er so at siga tað sama galdandi fyri B36, og í løtuni eru tað so teir, so sita í førarasetrinum, soleiðis at teir sjálvir kunnu gera av, hvat gullið skal fara. Treytin fyri hesum er tó, at gøtumenn ikki vinna tey 12 málini, sum B36 nú er betri enn GÍ innaftur.
Verður B36 meistari, er talan samstundis um eitt søguligt meistaraheitið til árstalsfelagið. Við sigrinum í steypakappingini tryggjaðu teir sær nevnliga møguleikan fyri greipuni, sum felagið ongan tíð hevur vunnið áður. Í 1991 var annars heilt nær við, men eftir sigur í steypakappingini restaði eittans mál í at vinna seg fram um unga KÍ liðið, sum tók øll á bóli tað árið.
Hvat gevur bronsan
Tað er tó ikki bara í Havn og í Gøtu, at spenningurin um meistaraheitið er stórur.
Á Toftum og í Klaksvík er spenningurin eisini minst líka stórur, tí úrslitið av gulltvídystinum verður eisini avgerandi fyri, hvussu verður við europeisku luttøkuni hjá liðnum, sum vinnur sær bronsumerkini. Hesin spenningur kann eisini breiða seg til Vágs ella Klaksvík, men i løtuni eru tað so toftamenn, sum liggja nógv best fyri til bronsumerkini.
Um so er, at verandi støða við B36 sum eittara heldur sær, merkir tað, at GÍ vinnur sær annað UEFA-Cup plássið, meðan KÍ sum tapari av steypafinaluni móti B36 fær seinna UEFA-plássið. Tá verður talan bert um eitt Inter-Toto pláss til bronsuvinnaran, sum allar helst verður B68. Í øllum førum soleiðis sum støðan er nú.
Verður tað hinvegin GÍ, sum fer avstað við meistaraheitinum, vinnur B36 sær rætt til UEFA-Cup sum steypavinnari, meðan trioðbesta liðið í landinum somuleiðis vinnur sær rætt til umboðan í UEFA-Cup kappingini. Hetta vil so eisini viðføra, at liðið á fjórða plássinuim vær atgongd til Inter-Toto kappingina, meðan fjórða plássið í sjálvum sær ikki gevur nakra atgongd til Europa, um B36 verður meistari.
Til stuttleikar kann eftir hetta nevnast, at omanfyri standandi hypotesur væl kunnu hugsast at geva nakrar stuttligar støður í teimu dystum, sum enn eru eftir at leika.
Hvussu fara til dømis klaksvíkingar at hugsa, um teir í trið seinasta umfarinum eru á odda 1-0 móti B36. Skulu teir stríðast fyri at halda fast um leiðsluna, samstundis sum teir forkoma egnum møguleika sínum at vinna seg fram til Europa-Cup, ella skulu teir bara lata B36 sleppa við skrekkinum, soleiðis at UEFA-luttøkan fer til Klaksvíkar.
Nakað líknandi kann eisini hugsast um B68, tá teir á næst seinasta leikdegi taka ímóti GÍ. Hvat um toftamenn, sum ikki hava vunnið heimadyst móti GÍ í tíggju ár, tá hava møguleika at basa skurunum, men við at gera hetta samstundis skifta sítt UEFA-Cup atgongumerki um við eina Inter-Toto billet?
Jú , sanniliga eru møguleikarnir nógvir, men hinvegin er so bara at vóna, at bæði leikarar og venjarar eru somikið at sær komin, at hugburðurin altíð verður positivur, tá farið verður á vøllin, og so má mann bara taka restina, sum tað kemur.
Ongamannalandið
Fyri viku síðani skrivaðu vit, at NSÍ var komið í eitt at kalla ongamannaand, og eftir vikuskiftið tykjast teir nú at hava fingið fylgi av HB í hesum. Hetta kann tó verða broytt, um so er, at HB vinnur útsetta dystin móti GÍ, men soleiðis sum havnarmenninir eru fyri í løtuni, tykist hetta at vera óhugsandi, men sum kunngt er bólturin rundur, og gøtumenn og Johan Nielsen eru neyvan teir, sum kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur.
Er tað við ringum tannabiti, at HB og NSÍ eru komnir í sonevnda ongamannalandið, so er fagnaðurin á Eiði helst stórur um, at teir nú eisini mugu roknast upp í hendan bóltin. At ein uppflytari mest sum hevur tryggjað sær tilveruna í deildini fimm umfør áðrenn kappingarlok, er í øllum førum ógvuliga sjáldsamt, men í veruleikanum kundi støðan verið enn betri hjá samansett liðnum, ið sum teir einastu hava tapt fyri B71. Vóru seks stig fingin til vega í teimum dystunum, høvdu tey í Sundalagnum og á Eiði helst droymt europeiskar dreymar, men somikið høgt munnu hvørki leikarar ella venjari at hava sett nøsina enn.
Botnurin óbroyttur
At enda skal eisini nevnast, at botnurin á stigatavluni stendur óbroyttur eftir vikuskiftið, og hóast vágamenn munnu iðra seg um tapið á Mølini, so eru tað tó teir, sum kunnu vera best nøgdir um óbroyttu støðuna.
Hjá sandoyingum er sandurin í tímaglasinum av álvara farin at fjarða, og verður ikki okkurt munagott gjørt heilt skjótt, tykist tilveran í bestu deildini at vera av, tá september mánaður er lokin.
Størstu vónina um stig hava sandoyingar ivaleyst til heimadystin móti HB, sum er alt annað enn væl fyri í løtuni. HB hevur mangan havt tað strævið á Sandi, men hinvegin vóna tey í HB helst, at til ta tíð eru fleiri av skaddu monnunum klárir aftur, soleiðis at uppstillingin í størri mun fer at líkjast henni, sum varð ætlað undan kappingarbyrjan.
Nógvar avgerðir tykjast sostatt longu at vera falnar, men hinvegin eru framvegis fimm umfør eftir, og og ofta stinga óvæntað úrslit seg upp um júst hetta mundi, tá summi lið berjast fyri antin lívinum ella heiðursmerkjum, meðan støðan í fleiri dystum er hon, at mótstøðuenninir einki hava at spæla fyri uttan æruna. Bólturin er framvegis rundur, og allar helst fer hann eisini at rulla fimm umfør afturat.