Bergur og teir kenna tað eitt sindur lættari

B68-EB/Streymur:

Ímóti EB/Streymi eru tveir av B68 spælarunum, sum hava staðið seg væl seinastu tíðina, leikbannaðir

 

UPPTAKT


B68 er á bronsukós. Tað er serliga í fimm teimum seinastu umførunum, at tað hevur gingið væl. Í hesum dystunum hava toftamenn fingið trettan stig. Tað er bara B36, sum hevur staðið seg betri í hesum tíðarskeiðnum. Teir í oddaliðnum hava fingið fult hvørja ferð.

Á Toftum siga teir seg vera greiðar yvir, at tað verður torført ímóti EB/Streymi. Tá B68 hevði verið á Mølini á Eiði og vunnið 2?1, hildu teir fyri, at tað fóru ivaleyst at vera fleiri lið, sum fóru at fáa trupulleikar ímóti EB/Streymi. Spádómurin gjuørdist beinanvegin til veruleika, tí í næsta umfarinum vann EB/Streymur 4?0 á norðoyarstevnu.

Hjá B68 eru Marlon Jorge og John Heri Dam leikbannaðir. Felags fyri teir báðar er, at teir hava verið væl fyri og hava spælt við alt størri sjálvsálitið nógvu tær seinastu ferðirnar. Síðst var Jann Ingi Petersen á beinkinum fyrsta tíman. Tað kann roknast við, at hann hesa ferð verður settur á miðvøllin. Og so er tað spurningurin, um Marcello Marcellino aftur fer at fáa møguleikan í B68 álopinum. Brasiliumaðurin hevur í ár bara verið ein skuggi av tí, sum hann vísti í fjør. Tað hevur havt við sær, at hann tær seinastu ferðirnar hevur verið á beinkinum, og í 5?0 sigrinum á Sandi var hann als ikki á vøllinum.

Magnus E. Poulsen hevur leingi verið darvaður at akslaskaða. Tað tykist ikki bila serliga nógv, tí super veteranurin og hjálparvenjarin hjá B68, Kjartan Nesá, hevur verið góður vikarur. Á Sandi var Jóannes Jakobsen á dómaraseðlinum sum eykamálverji. Hann hevur áður verið málverji, men tað var mest í hondbólti, har hann umboðandi Neistan kom á landsliðið.


Nógv fólk

Bergur Magnussen plagar ikki at taka serliga rívan til. Tað ger EB/Streyma venjarin heldur ikki hesa ferð, men hann ásannar, at tað sær ikki so galið út:

? Vandin fyri niðurflyting er ikki púra burtur, men fyritreytirnar fyri at spæla meiri frítt eru betri nú, enn tær hava verið fyrr í ár, heldur venjarin, sum ikki stúrir fyri, at spælararnir fara at slappa av, nú tað tykist sum niðurflytingarvandin er burtur.

Í EB/Streymi hava teir einar seytjan spælarar, sum kunnu spæla á besta liðnum. Síðst var Knút Vesturtún leikbannaður, men hann er tøkur aftur. Jákup Martin Joensen kom síðsta leygardag aftur úr Danmark. Hann er liðugur við løgreglu útbúgvingina, og í hesi vikuni hevur hann vant við EB/Streymi. Síðsta sunnudag kom hann á vøllin í 2. hálvleiki. Um hann verður við frá fyrsta bríksli á Toftum var ikki greitt, tá vit frættu.