tølunum síggja vit, at 11% av teimum spurdu hava ikki enn avgjørt, hvønn tey velja. Hetta er ikki stórt tal sammett við seinasta løgtingsval, tá heili 30% ikki høvdu valt flokk í veljarakanningini, sum tá [...] ingini. Hon hevði trý umboð til seinasta val. EIN kann altíð og skal eisini seta spurnartekin við allar veljarakanningar. Vit sóu m.a. úrslitið av danska valinum, sum ikki samsvaraði við fleiri av vel [...] kann vera við til at avgera valið, nú tað stendur so tætt millum flokkarnar. Vit megu bert vóna, at vit fáa ein góðan, men sakligan og siðiligan fund. Øsing og ósaklig argument mugu ikki sleppa at avgera
VIT blivu ikki nógv klókari ella ríkari við sendingini í sjónvarpinum um vinnumálini. Spurningurin er um ikki hesin formurin fyri journalistiskari valsending hóskar betur í útvarpsmiðlinum. Tað er líkasum [...] tað er heldur einki skeivt í tí. Men tað er líkasum, at vit fáa ikki tað grundleggjandi fram, nevniliga vissiónir og ítøkilig uppskot til ein heilt nýggjan fiskivinnupolitikk. Vónandi fara vit í sendingini [...] okkum føroyingar, ikki bara fyri at varðveita og menna okkara egnu mentan, men so sanniliga eisini fyri at lyfta okkum sum fólk uppá á altjóða pallin. Norðurlandahúsið hevur verið við til at víðka hugflog
undantaki - at donsk og útlendsk tryggingarfeløg hava ikki loyvi at tekna tryggingar í Føroyum. Tað verður tó mett at vera ein tíðarspurningur til henda forðingin er burtur. NÓGV hevur verið sagt og skrivað [...] at monopolið hevur havt tann fyrimun fyri brúkararnar, at Tryggingin varð tvungin til at tekna allar tryggingar og ikki bara tær mest attraktivu. So ein kann siga, at her stóð á jøvnum. TAÐ eru so aftur [...] hugsunnarháttur, spurningurin tá vil so bara vera, um vit ikki kortini verða ?opslugt? av teimum stóru! Tíðin fer at vísa, um samanleggingin var røtt og til gagn fyri land og fólk. Sumt talar fyri henni - annað
av føroyska landgrunninum til oljuleiting.Her eigur landsstýrið at verða meira virkið enn tað undanfarna hevur. Fyri tað at markið við bretar ikki er ásett, so eigur hetta ikki at nerva tær stóru arbei [...] eitt nýtt landsstýri, so ber til longu nú at seta upp ein lista yvir nakrar av teimum mest týðandi uppgávunum hjá einum nýggjum landsstýri eftir valið. Áðrenn farið verður til verka er sjálvandi neyðugt [...] og støðutakan til ynski føroyinga at fáa størri sjálvstýri. Í tí sambandinum verður eisini áhugavert at vita, hvat danir halda um henda spurning - og hvussu teir fara at fyrihalda seg til hann. AÐRIR spurningar
, so ber ikki til bara at venda bakið til hin partin. Tað eru diplomatiskar grundreglur, ið tú ikki kann seta til síðis, um so er, at tú ynskir eina samráðingarloysn. Við hesum hava vit ikki sagt, at hetta [...] Niclassen skrivar í blaðnum, at tað var skeivt av løgmanni ikki at taka av innbjóðing at vitja Bretland. Hann undrast á, at løgmaður tekur stig til at fáa fund við Blair, júst um sama mundið sum hesin hevur [...] Ja tað er láturligt og óseriøst. Men hvat verður ikki brúkt í valstríðnum!!! VIT hava ferð eftir ferð gjørt bretar varugar við, at føroyingar góðtaka ikki aðra loysn enn eina ella aðra miðlinju. Vit hava
bert við til at grava ta gjógv, sum eitt nú bankamálið er orsøkin til, enn djúpri. Vit skilja væl torføru støðuna hjá Nyrup-stjórnini, men hon eigur at vera varin ikki at stuðla seg ov nógv til ein CD-leiðara [...] føroyingar. Hon veit bart út ikki, hvat hon tosar um. ORSØKIN til at vit taka júst Mimi Jacobsen fram er tann, at hon sigst vera partur av grundarlagnum hjá stjórnini - bara ikki tá formaður í fólkatinginum [...] Mimi Jacobsen ikki í veruleikanum er ein borgarligur trojanskur hestur, plantaður av høgravonginum í donskum politikki. Man CD ikki bara bíða eftir einum høvi - eftir tí røttu løtuni - til at vippa Nyrup
, um at finna bestu og frægastu pensiónsskipanina til tað støðugt vaksandi tali av eldri fólkum, at fáa sum mest burtur úr ressoursunum, sum fara til heilsuverkið osfr. HVUSSU duga vit at húsast við øllum [...] kunnu vit økja umsetningin til alt landshúsarhaldið so nógv, at vit tá av røttum kunnu kalla okkum heimsins ríkastu tjóð. Føroyar eru so ríkar uppá tilfeingi av øllum slag, at vit til hetta valið og aftaná [...] bjarta framtíð fyri okkara børn og abbabørn, ikki minst nú vit runda eitt nýtt ártúsund. Latið okkum bróta upp um armar, hvør í sær og saman. Latið okkum ikki vera bangin fyri at lurta eftir øðrum, ið eisini
N hevur átt lykilin til nógvar samgongur, og spurningurin er so, um hann er lykilin til ta borgarligu samgonguna hjá Óla Breckmann og Edmundi Joensen. Sámal Petur í Grund fer ikki í samgongu við Edmund [...] sjálvstýrisleið. Tí sjálvt uttan Edmund Joensen ber ikki til at fáa sambandið so langt á sjálvstýrisleið, sum hesir sokallaðu sjálvstýrisflokkar nú gera seg út til. EIN samgonga við tjóðveldisflokki, fólkaflokki [...] at tað skal vera neyðugt at taka til ekstrem, víðgongd tiltøk ella bara at lata standa til. Vit mugu fóta okkum eftir kreppuna og menna samfelagið til at fara inn í eina nýggja øld uttan at kollveltandi
eingin vinna var til vóru ikki nakrar aðrar mekanismur/umstøður eisini til steðar í samfelagnum. Tí ber ikki til at síggja so banalt uppá eitt samfelag at gera alt upp í framleiðslu og krónum og oyrum. Hvussu [...] Nakað, sum hvør einstakur er partur av frá vøggu til grøv. At hetta stóra málsøkið ikki verður viðgjørt í evnissending í SVF er stórt spell fyri ikki at siga ein ?skandala?. Sjónvarpið átti at lagt tvey [...] tíðin er avmarkað til fyrireiking, tá val verður skrivað út í ótíð og tað óhepna í, at tveir av journalistunum hjá SVF eru valevni, so halda vit kortini, at tað er ein skeiv avgerð ikki at taka evnið almanna-
tilfeingi óvirkaður av landinum. Hesin útflutningur kemur onkrum til góða, men tað kann ikki vera rætt at útflyta okkara náttúrutilfeingi til Bretlands ella europeiska meginlandið at virka. HETTA tilfeingið [...] fiskur ? mugu føroyskar hendur virka. Tað eru ikki bara hesi flakafólk, sum fáa ágóðan, tí hetta arbeiðið og henda virðisøkingin kasta fleirfalt av sær til aðrar vinnur. LÍKA lítið taka politisku flokkarnir [...] skilagóðum vinnupolitikki. Ikki bara í fiskiídnaðinum, men eisini í øðrum vinnugreinum. UTTANLANDSSKULDIN liggur sum ein tíðarstillað bumba. Talið av pensiónistum veksur í mun til tey arbeiðsføru, men pensiónin