Gloymið ikki vinnuna og arbeiðsloysið!

VALSTRÍÐIÐ er ikki komið í hæddina, men líkt er til, at summir flokkar royna at fjala út yvir stórar trupulleikar í føroyska samfelagnum, og einans hugsa um støðuna í ríkisfelagsskapinum.

VELJARAKANNINGIN hjá sjónvarpinum bendir eisini á, at veljararnir halda, at tann størsta uppgávan hjá komandi landsstýri er at fáa greiði á trupulleikunum millum heimastýrið og stjórnina. Hetta sigur okkum, at bæði veljarar og politiskir flokkar gloyma vinnumál, arbeiðsloysi, sosialar trupulleikar, pensiónsmál, uttanlandsskuld, marknaðarmál, samferðslumál, skúlamál o.s.fr.


EINGIN flokkur tekur t.d. vinnuna upp á tunguna, hóast tað kann staðfestast, at framvegis fer ein stórur partur av okkara tilfeingi óvirkaður av landinum. Hesin útflutningur kemur onkrum til góða, men tað kann ikki vera rætt at útflyta okkara náttúrutilfeingi til Bretlands ella europeiska meginlandið at virka.


HETTA tilfeingið ? hesin fiskur ? mugu føroyskar hendur virka. Tað eru ikki bara hesi flakafólk, sum fáa ágóðan, tí hetta arbeiðið og henda virðisøkingin kasta fleirfalt av sær til aðrar vinnur.


LÍKA lítið taka politisku flokkarnir upp á tunguna, at framvegis hava eini 8-10 prosent av fólkinum einki arbeiði, og at ungdómsarbeiðsloysið er stórt. Hetta er aftur eitt dømi um, at tað er tvingandi neyðugt við einum virknum og skilagóðum vinnupolitikki. Ikki bara í fiskiídnaðinum, men eisini í øðrum vinnugreinum.


UTTANLANDSSKULDIN liggur sum ein tíðarstillað bumba. Talið av pensiónistum veksur í mun til tey arbeiðsføru, men pensiónin er alt ov lág til eitt sømiligt lív. Fólk, sum eru dottin úr ALS, og bara fáa forsorgarhjálp, hava ikki ein livandi tjans at klára seg. Hetta eru mál og trupulleikar, sum eingin tekur upp á tunguna. Tað sama kann sigast um tann yvirordnaða búskaparpolitikkin.


FYRSTA fjórðingin av hesi øldini setti toganin millum sjálvstýri og samband aðrar átroðkandi samfelagsspurningar til viks. Ikki fyrr enn Javnaðarflokkurin kom upp í, komu veruligu trupulleikarnir hjá føroyska fólkinum á dagsskránna. Javnaðarflokkurin hevur áður prógvað, at hann er millum fremstu ábyrgdarflokkar Føroya. Flokkur og valevni eiga tí eisini at seta onnur mál á dagsskránna til valið, tí við eini sjálvstýrislóg hevur Javnaðarflokkurin longu besta realpolitiska uppskotið í tjóðskaparspurninginum, sum alt fleiri taka undir við!