Stavn um stavn - endaspurturin telur

Tað eru bert tvey prosent millum nr. 1 og 4, so talan verður um ein sera spennandi endaspurt á løgtingsvalinum hósdagin. Miðnámsskulin í Suðuroy hevur gjørt kanning fyri Sosialin.

TAÐ verður eitt ómetaliga spennandi val hósdagin vísir veljarakanningin, sum Miðnámsskúlin í Suðuroynni hevur gjørt fyri Sosialin. Allir teir stóru flokkarnir liggja stavn um stavn, nú bert tríggjar dagar undan. Einans tvey prosent skilja stóru flokkarnar við tjóðveldinum á odda og fólkaflokkinum á 4. plássi.


HELDUR henda veljarakanningin, verða tjóðveldisflokkurin, javnaðarflokkurin og sjálvstýrisflokkurin veruligu vinnararnir av valinum. Í mun til seinasta løgtingsval fær tjóðveldisflokkurin tríggjar tingmenn aftrat, javnaðarflokkurin fær tveir tingmenn aftrat, og sjálvstýrisflokkurin vinnur ein tingmann. Fólkaflokkurin stendur í stað, meðan sambandsflokkurin missir eitt umboð. Kristiligi Fólkaflokkurin fer eftir hesi kanningini úr tinginum. Hann missir bæði síni umboð. Verkamannafylkingin tykist vera søga eftir hetta valið skulu vit ganga eftir veljarakanningini. Hon hevði trý umboð til seinasta val.


EIN kann altíð og skal eisini seta spurnartekin við allar veljarakanningar. Vit sóu m.a. úrslitið av danska valinum, sum ikki samsvaraði við fleiri av veljarakanningunum. Tó má sigast, at tær kanningar, sum eru gjørdar í Føroyum, við stuðuli frá Fróðskaparsetrinum og Miðnámsskúlum, hava verið rættiliga álítandi.


VELJARAKANNINGIN vísir okkum, at føroyingar vilja hava teir gomlu stóru flokkarnar aftur í hásæti. Av teimum átta flokkunum, sum stilla upp, koma bert seks á ting. Samanbera vit hesa kanningina við hana, sum SVF gjørdi fyri einum mánaði síðani, síggja vit, at fólkaflokkurin hevur stóra afturgongd, meðan tjóðveldisflokkurin stendur í stað ella er farin eitt sindur aftur. Javnaðarflokkurin og sambandið ganga harafturímóti fram. Verður henda gongdin at halda fram, kunnu vit fáa ein sera spennandi endaspurt heilt fram móti sjálvari valstrikuni hóskvøldið.


HYGGJA eftir tølunum síggja vit, at 11% av teimum spurdu hava ikki enn avgjørt, hvønn tey velja. Hetta er ikki stórt tal sammett við seinasta løgtingsval, tá heili 30% ikki høvdu valt flokk í veljarakanningini, sum tá varð gjørd. Við øðrum orðum eru veljararnir rættiliga avgjørdir um, hvønn flokk teir velja. Men tey 11% kunnu fáa avgerandi týdning fyri endaliga úrslitið. Verður so hugt at hesum 11%, sum enn ikki hava gjørt av, hvønn flokk tey velja, síggja vit, at flestu teirra valdu javnaðarflokkin við seinasta val, síðani kemur fólkaflokkurin, síðani sambandsflokkurin og skulu vit væl longur niður til tjóðveldisflokkin og sjálvstýrisflokkin.


HETTA sigur okkum so mikið sum, at tað verður endaspurturin, sum fer at avgera valið. Og her er tað vert at leggja sær stóra valfundin í Norðurlandahúsinum týskvøldið í geyma. Hesin fundurin kann vera við til at avgera valið, nú tað stendur so tætt millum flokkarnar. Vit megu bert vóna, at vit fáa ein góðan, men sakligan og siðiligan fund. Øsing og ósaklig argument mugu ikki sleppa at avgera valúrslitið.