Fiskur - olja og mentan

Sjónvarpið hevur upp til valið havt fýra »evnistjaksendingar« um ymisk samfelagsmál. Er hesin formur fyri journalistikk ikki betri egnaður til útvarpskjak heldur enn í sjónvarpskjak? Áhoyrararnir festa seg við politikararnar heldur enn evnið, og talið av politiskum flokkum ger, at tað er torført at fáa eitt veruligt orðaskifti

VIT blivu ikki nógv klókari ella ríkari við sendingini í sjónvarpinum um vinnumálini. Spurningurin er um ikki hesin formurin fyri journalistiskari valsending hóskar betur í útvarpsmiðlinum. Tað er líkasum, at tú festir teg meira við persónarnar enn við sjálvt innihaldið í tí, sum sagt verður, í slíkari sjónvarpssending. At tað eisini eru so nógvir flokkar, sum skulu sleppa framat ger, at torført er at fáa nakað veruligt orðaskifti.


ORÐASKIFTIÐ um vinnumálini snúði seg mest um fisk. Og tað er heldur einki skeivt í tí. Men tað er líkasum, at vit fáa ikki tað grundleggjandi fram, nevniliga vissiónir og ítøkilig uppskot til ein heilt nýggjan fiskivinnupolitikk. Vónandi fara vit í sendingini sunnukvøldið, sum snýr seg um mentan, at fáa nøkur verulig boð uppá ein ítøkiligan mentanarpolitikk. Her kundi føðingardagurin hjá Norðurlandahúsinum í næstum, verið eittkærkomið høvið. Hesin stovnur hevur eftir okkara tykki havt ómetaliga stóran týdning fyri okkum føroyingar, ikki bara fyri at varðveita og menna okkara egnu mentan, men so sanniliga eisini fyri at lyfta okkum sum fólk uppá á altjóða pallin. Norðurlandahúsið hevur verið við til at víðka hugflog, skapanarevnið og ikki minst skapt størri virðing fyri øðrum menniskjum og mentanum.


HVAT orðaskiftinum um vinnumálini viðvíkur, so saknaðu vit boð uppá aðrar vinnumøguleikar her á landi enn bert fiskivinnuna. Vit hugsa her m.a. um ta komandi oljuvinnuna. Hon var nærum ikki tikin uppá tungu. Væl vitandi, at tað enn er ov tíðliga at gera sær stórvegis metingar, tí vit vita ikki, um undirgrundin goymir olju og gass, so eiga okkara fólkavaldu og tey, sum stilla upp til val, at leggja sjónarmið fram. Tað er sera umráðandi, at tað ikki bert eru embætismenn og fakfólk, ið sleppa at ?eiga? oljumálið. Tá hugsað verður um, hvussu stóra ávirkan - positiva og negativa - ein oljuinnrás kann fáa fyri okkum øll - er tað sera avgerandi, at vit hava eitt livandi orðaskifti um hesar spurningar. Ein ítøkiligur spurningur er m.a., hvussu vit skulu skipa okkum við føroyskum oljufeløgum. Skulu vit hava fleiri privat og eitt alment felag og hvussu ætla vit, at hesi skula virka innan fyri teir karmar, sum samfelagið ynskir at seta fyri hesa vinnu og annars hugsar sær útbýtið frá hesi vinnu!


OG hvat ætla vit við eitt nú spurninginum um útgerðarhavn. Her er neyðugt longu nú at stinga út í kortið, hvar í landinum hon skal vera. Skal tað vera vinnan sjálvan - kapitalurin - sum ger av einaferð med alla, hvar henda útgerðarhavnin skal vera - ella skal politiski myndugleikin í Føroyum eisini hava eitt orð at siga? Kann tað t.d. hugsast, at útgerðarhavnin skal verða tengd saman við spurninginum um livi- og arbeiðsmøguleikarnar uttan fyri miðstaðarøkið? Ella skal útgerðarhavnin liggja, har flestu facilitetir finnast og har tað tí ikki verður neyðugt við stórum íløgum? Hetta er ein sera sentralur spurningur. Áhugavert verður at vita, hvørja støðu eitt komandi landsstýri fer at hava til málið. Er tað so, at tann, sum er fyrstur á sjóvarfallinum ?fær? framíhjárættin til útgerðarhavnina, ella fara vit at síggja fleiri øki t.d. miðstaðarøkið kontra Drelnes í kapping við hvørt annað? Hvat vil vinnulívið - hvat vil politiski landsmyndugleikin - tosa tey í heila tikið saman - skulu tey taðella?Landsstýrið fær nógvar heimligar spurningar at taka støðu til og ikki bert ríkismálini, soleiðis sum formenninir í javnaðarflokkinum og tí kristiliga flokkinum eisini vóru samdir um á veljarafundi í Vágum í farnu viku. Valið komandi er tí bæði ein spurningur um, hvussu vit loysa millumlandamál og okkara heimligu spurningar.