løgreglan at siga, at ein bilurin var stolin í einum túni í Havn og at tann, sum átti bilin, hoyrdi, at onkur stakk av við bilinum. - Útstoytið var farið og larmaði, og tí hoyrdi bileigarin, at bilurin startaði [...] løgreglan at siga, at bilurin varð funnin aftur í gjár. - Hann varð funnin ikki langt haðani, hann var stolin, og hann var í sama standi, sum tá hann varð tikin í túninum. Vaktleiðarin visti í morgun at siga [...] siga, at nú verður bileigarin skuldsettur fyri at hava latið lyklarnar ligið í bilinum. - Tað stendur í ferðslulógini, at bileigari hevur ábyrgdina av at tryggja, at onnur ikki fara avstað við bilinum, sigur
til vanliga tíð. Svimjihøllin plagar vanliga at vera stongd vegna umvælingar hesa tíðina, men í ár er tað lagt soleiðis, at 25 ára dagurin kundi haldast í hylinum, so at siga. Eini 150.000 fólk vitja árliga [...] týsdagin, sum er frá kl. 06.45 til kl.09.00 og frá kl. 15.00 til kl. 20.00 er ókeypis at svimja. Høllin er tó opin allan dagin, so eisini ta tíðina, eingin svimjing er, ber til hjá vitjandi at støkka inn [...] í Gundadali. Av hesum eru umleið 130.000 gjaldandi. Hini eru frá stovnum og feløgum, sum t.d. svimjifeløgum, sum hava fasta avtalu við høllin, stendur á heimasíðuni hjá Tórshavnar Býráð.
um tað er so, at bátarnir ikki hava loyvi at flyta ferðafólk. Vit eru í ferð við at kanna tað hjá teimum, sum hava leigað okkum bátarnar. Vit brúka vanliga Alpha Pilot, og hann plagar at hava loyvini uppá [...] frættist fyrr í dag, at Sjóvinnustýrið hevði givið Strandferðsluni boð um, at Tjørnunes, sum hevur røkt ferðafólkaflutningin millum Klaksvík og Kalsoy fyri Sam, manglar loyvið, ið krevst at flyta ferðafólk [...] Strandfaraskipum Landsins, sigur, at tey eru nú farin at kanna, hvat er farið fram. - Boðini eru akkurát komin til mín, og eg eri í ferð við at kanna hetta og fyri at vita, hvørjar møguleikar vit hava
hann farin at vísa seg meiri alment, samstundis sum hann er farin at halda røður við ymisk høvi. -Júst hetta plagar at vera ein partur av fyrireikingunum hjá teimum, sum ganga við ætlanum um at stilla upp [...] Bush at royna at gerast valevni hjá republikanarunum á forsetavalinum í 2016. Sjálvur hevur Jeb Bush fleiri ferðir avsannað, at hann hevur ætlanir um at sleppa í Hvítu Húsini, men eygleiðarar siga, at í [...] rør nú uppundir, at Jeb Bush, fyrrverandi guvernørur í Florida, sonur gamla forsetan George Bush og beiggi fyrrverandi forsetan George W. Bush, gongur við ætlanum um at gera eina roynd at stíga í faðirsins
mangar bilførarar, at løgreglan stóð manssterk á kajini í Havn í gjárkvøldið, tá Norrøna legði at landi. Norrøna var væl at merkja nakað fyrri í land enn hon plagar, helst tí at ætlanin var at leggja leiðina [...] fingu fong, um ein kann siga tað so. Stutt eftir at Norrøna legði at landi klokkan 22.35, byrjaðu bilarnir at koyra í land. Og fáar minuttir seinni varð fyrsti bilførarin steðgaður, tí hann var ávirkaður av [...] kanning. Tað eru kanska teir bilførararnir, sum ikki rokna við at verða steðgaðir av løgregluni eitt slíkt kvøld. Men tveir bilførarar fingu so kortini at sanna, at løgreglan er til arbeiðis 24 tímar um samdøgrið
væntandi inn at landa, sum næsta vika gongur. - Fiskiskapurin hjá partrolarunum er misjavnur, og onkur skip fáa nakað av blálongu sum hjáveiði. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at onkur partrolarapør [...] vikuni sum kemur. Lagt verður aftrat, at ein djúpvatnstrolari fiskar blálongu, og tríggir fiska makrel. Ein fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at seks trolbátar
Eitt danskt blað veit í morgun at siga, at myndamaðurin hjá Jyllands-Posten er sendur heim av rannsóknarferðini, heili sjey mánaðir áðrenn upprunaliga ætlað. Orsøkin er hon, at myndamaðurin hevur stolið sprutt [...] Galathea 3-rannsóknarferðini við ein rukkutúr á Oslo-leiðini , siga teir millum annað í umrøðuni av málinum. Blaðið veit eisini at siga, at myndamaðurin fjasaðist við einum 18 ára gamlum studentaskúlanæmingi [...] síðani er tikin í at drekka tað umborð. Sjálvandi er tað ikki loyvt at stjala, og tá tað annars er fullkomið alkoholforboð umborð, so hevur myndamaðurin forbrotið seg móti fleiri reglum, sum eru galdandi á
ikki spælt so nógv sum mann plagar at gera av kavanum, sum hevur verið, og tí er árið í ár heilt serligt, heldur liðskiparin á landsliðnum. Um sjálvan dystin sigur Fróði Benjaminsen, at leikararnir gjørdu [...] landsliðnum, eftir tapið ímóti Íslandi. Tó heldur hann, at orsøkin til, at føroyska landsliðið ikki var heilt í essinum til landsdystin í gjár, mest hevur við at gera serligu umstøðurnar við kava í Føroyum í vetur [...] gjørdu tað teir kundu: – Vit spældu fult upp við teir, men tað er ikki so nógv at siga, tá mann tapir 2-0. Høvdu vit verið eitt sindur hepnari og tóku okkara møguleikar, so kundi verið øðrvísi, sigur hann
fyri nú, enn hann plagar. Hetta geldir bæði tosk, hýsu og upsa, og ringast fyri er tann fiskurin, sum er innari á sjónum. Jason vísir á, at fiskurin vanliga plagar at fitna aftur, sum tað líður út á heystið [...] Miðvági arbeiða eini 60 fólk. - Vit fara at royna at fáa hetta at bera til, og eg vóni, vit fáa tað at ?rulla?, sum hann tekur til. Jason Johannesen sigur, at nú heilidagur er hósdagin, liggur nakað av [...] sigur, at tað er stríggið at góðska fisk í løtuni, tí fiskurin er so óvanliga rak, og marknaðurin er veikur. - Tað er einki óvanligt, at fiskurin er meira rak eftir gýting, men eg haldi, at hann sum heild
nú skuldi eg also bara vinna. Onkur hevði fortalt mær, at tey plagdu at telva í Skákinum, so eg helt, at eg skuldi prøva, sigur Herborg, sum er møtt upp at telva hvørja einastu ferð síðani. Hvat er so spennandi [...] sikkurt, at tað ber til, og so mást tú finna uppá okkurt annað, sigur Herborg, sum plagar at fyrireika seg við at gjøgnumganga okkurt talvprogramm á telduni. Tað gevur eisini nakað av venjing at telva móti [...] Herborg, sum heldur, at genturnar bara skulu koma og prøva. Tað tekur ikki langa tíð at læra at telva, og í fyrstuni er tað serliga stuttligt, tí man blívur øgiliga skjótt betri. Herborg byrjaði sjálv at telva