Stolni bilurin er komin afturíaftur

- Nú verður bileigarin skuldsettur fyri at hava latið lyklarnar ligið í bilinum, sigur løgreglan.

 

Í gjár visti løgreglan at siga, at ein bilurin var stolin í einum túni í Havn og at tann, sum átti bilin, hoyrdi, at onkur stakk av við bilinum. 

 

- Útstoytið var farið og larmaði, og tí hoyrdi bileigarin, at bilurin startaði og koyrdi avstað.

 

Løgreglan upplýsti bilaslag, lit og nummarspjaldur, og í morgun visti løgreglan at siga, at bilurin varð funnin aftur í gjár.

 

- Hann varð funnin ikki langt haðani, hann var stolin, og hann var í sama standi, sum tá hann varð tikin í túninum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at nú verður bileigarin skuldsettur fyri at hava latið lyklarnar ligið í bilinum.

 

- Tað stendur í ferðslulógini, at bileigari hevur ábyrgdina av at tryggja, at onnur ikki fara avstað við bilinum, sigur vaktleiðarin.

 

Sum skilst, veit løgreglan ikki, hvør tók bilin, men um onkur veit at siga um hendingina, eru tey vælkomin at venda sær til løgregluna.