Enn ein Bush í Hvítu Húsini?

Tíðindastovan Reuters rør nú uppundir, at Jeb Bush, fyrrverandi guvernørur í Florida, sonur gamla forsetan George Bush og beiggi fyrrverandi forsetan George W. Bush, gongur við ætlanum um at gera eina roynd at stíga í faðirsins og bróðursins fótaspor í Washington. Sambært tíðindastovuni umhugsar Jeb Bush at royna at gerast valevni hjá republikanarunum á forsetavalinum í 2016.

Sjálvur hevur Jeb Bush fleiri ferðir avsannað, at hann hevur ætlanir um at sleppa í Hvítu Húsini, men eygleiðarar siga, at í seinastuni er hann farin at vísa seg meiri alment, samstundis sum hann er farin at halda røður við ymisk høvi.

-Júst hetta plagar at vera ein partur av fyrireikingunum hjá teimum, sum ganga við ætlanum um at stilla upp til forseta, sigur Jamie Chandler, stjórnmálafrøðingur á Hunter College í New York, við Reuters.

Fleiri vænta, at Jeb Bush fær ein ráðharrasess, um Mitt Romney vinnur forsetavalið í heyst, men vinnur Romney, fer hann helst at royna seg aftur um fýra ár, og so verður Jeb Bush noyddur at bíða. Tapir Romney harafturímóti valið í heyst, kann Bush royna seg í 2016.