Lágtrýst forðar summarveðrinum

Eitt lágtrýst, sum hevur ligið suðuri við Noreg, er stóri syndarin í føroyska veðrinum

Tað munnu vera fleiri, sum eftirlýsa góðum føroyskum summarveðrið. Enn hevur illa borið til at taka grillina við út í garðin ella at leita sær ein túr oman á ein sand. Einstakir sóldagar hava verið í mai mánað, men avfallið hevur verið væl yvir miðal seinastu tveir mánaðirnar.
    Sambært Peturi Skeel Jacobsen, veðurfrøðingi, so er tað eitt lágtrýst, sum liggur suðuri við Noregi, ið er orsøkin til, at føroyska veðrið í seinastuni hevur verið so keðiligt.
    ? Lágtrýstið ger, at vit hava fingið áhaldandi høgætt í Føroyum, og tað hevur givið okkum kalt veður, sigur Petur Skeel Jacobsen.
    Av tí, at hetta lágtrýstið liggur so nær við Føroyar, so hevur tað eisini havt nógv avfall við sær. Mai mánaður hevði meira avfall enn vanligt, og í juni hevur eisini longu verið meira avfall enn tað plagar.

Óvist
Tað hevur verið lýtt alt árið ígjøgnum og bæði mai og juni hava verið lýggari enn vanligt.
    Men hvussu verður við restina av sumrinum, dugir Petur Skeel Jacobsen ikki at spáa.
? Vit kunnu bara vóna, at juli mánaður verður frægari, men tað ber ikki til at siga nakað enn, sigur Petur Skeel Jacobsen.
Hann veit tó at siga, at um vikuskiftið kemur hann lágt. Tað hevur lýggjari veður við sær, men suðuroyingar kunnu ikki vænta sær nakað gott jóansøkuveður.