Tað kom helst óvart á mangar bilførarar, at løgreglan stóð manssterk á kajini í Havn í gjárkvøldið, tá Norrøna legði at landi.
Norrøna var væl at merkja nakað fyrri í land enn hon plagar, helst tí at ætlanin var at leggja leiðina til Íslands sum skjótast, nú boðað aftur er frá illveðri.
At flaggskip okkara kom fyrri á Havnina enn vanligt, forðaði tó ikki løgregluni í at kann bilførararnar, tá teir koyrdu í land. Og teir fingu fong, um ein kann siga tað so.
Stutt eftir at Norrøna legði at landi klokkan 22.35, byrjaðu bilarnir at koyra í land. Og fáar minuttir seinni varð fyrsti bilførarin steðgaður, tí hann var ávirkaður av rúsdrekka.
Tá var klokkan 22.57, og tað gingu bert tveir minuttir aftrat, varð næsti bilurin steðgaður í somu kanning.
Tað eru kanska teir bilførararnir, sum ikki rokna við at verða steðgaðir av løgregluni eitt slíkt kvøld. Men tveir bilførarar fingu so kortini at sanna, at løgreglan er til arbeiðis 24 tímar um samdøgrið.
(Mynd: Kasper Solberg - Myndasavn.fo).