Tað frættist fyrr í dag, at Sjóvinnustýrið hevði givið Strandferðsluni boð um, at Tjørnunes, sum hevur røkt ferðafólkaflutningin millum Klaksvík og Kalsoy fyri Sam, manglar loyvið, ið krevst at flyta ferðafólk.
Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at tey eru nú farin at kanna, hvat er farið fram.
- Boðini eru akkurát komin til mín, og eg eri í ferð við at kanna hetta og fyri at vita, hvørjar møguleikar vit hava nú, sigur Jóhan Petur Abrahamsen. Hann sigur víðari, at um so er, at loyvini ikki eru uppá pláss, so skal Strandferðslan í skundi finna eina nýggja loysn.
Júst hvat er farið fram, dugir Jóhan Petur Abrahamsen tó ikki at siga í løtuni.
- Eg havi júst nú fingið boðini frá Sjóvinnustýrinum og nú má eg má kanna um tað er so, at bátarnir ikki hava loyvi at flyta ferðafólk. Vit eru í ferð við at kanna tað hjá teimum, sum hava leigað okkum bátarnar. Vit brúka vanliga Alpha Pilot, og hann plagar at hava loyvini uppá pláss, og teir, sum vit leiga frá, kenna treytirnar hjá okkum at leiga bátar. Nú mugu vit fara at kanna, um nakrir upplýsingar eru farnir niður ímillum nakrastaðni, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.