Fáa ongan laks

Sílaveiðifelagið sóknast eftir svarinum upp á spurningin, hví at kalla eingin laksur er komin upp í áirnar í ár

Juli er tann mánaðurin, tá ið hópur av laksafiskarum plagar at standa við vøtnini og fiska síl.
Men higartil í ár hava eingir laksafiskarar verið at sæð, og orsøkin er tann einfalda, at eingin laksur er at fáa.
Hesum skilja laksafiskararnir einki av. Sílaveiðifelagið setir 35.000-40.000 smolt út á hvørjum ári, og at kalla einki hevur verið at sæð aftur av laksinum í ár. Við Føroyar skuldi eisini verið laksur úr Íslandi og úr Noregi.
Vantandi laksurin hevur við sær, at Sílaveiðifelagið ikki hevur selt nøkur fiskikort í ár. Tað er annars einasta inntøkan hjá felagnum.
Ein laksafiskari hevur hoyrt frá monnum, sum fiska makrel, at teir hava fingið nógvan laks sum hjáveiðu. Laksur er uppisjóarfiskur eins og makrelurin.
Fiskiveiðieftirlitið hevur hoyrt hetta frá onkrum laksafiskara, og Havstovan hevur eisini spurt Fiskiveiðieftirlitið, um hetta er so.
Vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum vísir pástandinum aftur. Tey hava spurt onkrar skiparar, sum bara hava sæð hendinga laks í hvørjum háli. Tað sama siga eygleiararnir, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur umborð á skipunum.
Spurningurin um, hvar laksurin er farin, stendur tí framvegis opin.