Flestu partrolarar fiska í løtuni upsa, og skipini koma væntandi inn at landa, sum næsta vika gongur.
- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er misjavnur, og onkur skip fáa nakað av blálongu sum hjáveiði.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at onkur partrolarapør eru á beding - og onnur fiska makrel.
- Tríggir djúpvatnstrolarar fiska upsa. Tveir landa væntandi mánadagin, og tann triði landar helst síðst í vikuni sum kemur.
Lagt verður aftrat, at ein djúpvatnstrolari fiskar blálongu, og tríggir fiska makrel. Ein fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at seks trolbátar fiska makrel, og restin av trolbátunum liggja við bryggju.