Málsligt máttloysi

Útvarpið visti at siga, at onkur úlendingur kanska fór at blíva sendur av landinum “við megi”.

Hvat er hetta? Føroyingar hava altíð sagt “við makt”. - Vil onkur ófriðargestur ikki fara við góðum, so skal hann fara við illum,  kann ein rísin húsbóndi siga, og tá meinar hann, at hann ætlar at brúka makt.

Makt er eitt felagsgermanskt orð, sum er at finna í ymsum formum í øllum germanskum málum. Vit hava tað í formum sum ‘maktarloysi’, ‘maktast’, maktboð og onnur. Vit hava tað í gerandismáli (av allari makt) og í skaldskapi: Tú tekur ikki Ormin langa við danskari makt aleina.

Einki eitur at gera nakað við megi, líka lítið sum nakað eitur at gera nakað við valdi. Líða okkara miðlafólk av málsligum maktarloysi? Er hetta málslig ómegd ella er hetta trýst frá sjálvútnevndum málstjórum? Er tað blivið so galið, at normalt føroyskt verður burturcensuerað í útvarpinum? (MT)

 

 

Liderlige mennesker

Allir føroyingar kenna navnorðið ‘bandittur’. Summi kenna eisini lýsingarorðið ‘bandittasligur’. Hetta kann – meir ella minni harðliga – verða sagt um onkran forherðing, sum ikki er móttakiligur fyri formaningar.

Eisini orðið ‘bandi’ er vanligt føroyskt. Men onkur vil seta tað merkiliga ‘harkalið’ í staðin. So kann mann spyrja: hvat týdningsinnihald hava hesi orðini? Er innihaldið í teimum tað sama?  Hava tey somu konnotatiónir, og vekja tey somu tankar, tá ið tey verða hoyrd?

Orðið bandittur kemur av tí italienska ‘bandito’, sum er skylt við tað kirkjuliga ‘bannlýsa’, t.e. útihýsa, koyra út. Vit hava tað í lýsingarorðinum ‘bannsettur’, og summi vilja heldur brúka ‘banna’ í staðin fyri ‘forbjóða’. Nú á døgum merkir ‘bandittur’ ránsmaður; hann er limur í einum banda. Ein bandi er ein flokkur av ránsmonnum, sum hampafólk helst halda seg frá. Men hvat er eitt harkalið? Eingin ivi er um, at orðið er sterkt niðursetandi. Fólk hugsa um harkaspýtt og sovorðið. Og kanska hevði tað vakt fornermilsi á Sicilia, um vit fóru at kalla bandan hjá gubbanum, sum Marlon Brando spældi so væl, fyri harkalið. At vera rættur mafioso er (í teirra verð) heiðurligt starv. Men at vera eitt harkalið er lítið hábærsligt. Orðabókin frá 1928 umsetir ‘harkalið’ til ‘pak, rakkerpak’. Í útgávuni frá 1961 finna vit: slæng, bande. Fara vit longur aftur í tíð, heilt aftur til Svabo í 1773, so finna vit undir uppslagsorðnum Harkala-Pak: nedrigste Pøbel, Udskud, gemeent Kram, liderlige Mennesker.

Ein útvarpsmaður gramdi seg um, hvussu troyttandi tað var, at fólk ringdu og vildu hava tey til at siga harkalið í staðin fyri banda. “Ein bandi er ein bandi av bandittum”, segði hann, “men eingin veit, hvat eitt harkalið er; er tað eitt lið, sum harkar?”

Tey, sum vilja stýra málinum hjá útvarpinum, eru ikki nakað harkalið. Tey eru hvørki Udskud ella liderlige Mennesker. Tey eru vælmeinandi, men – so segði útvarpsmaðurin – “mann kann kanska siga, at tey eru kedelige mennesker”. (MT)