Varastápsleiðari hjá Trump leggur aftur eftir Danmark

- Danmark er eitt lítið land við lítlum búskapi og lítlum hernaði. Tískil kann Danmark ikki verja Grønland, sigur Stephen Miller

- Tað hevur verið lógarfatan, at lond bert hava rætt til økir, sum tey kunnu verja, sigur Stephen Miller

Varastápsleiðarin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum kallast Stephen Miller, leggur í nýggjari samrøðu við Fox News eftir Danmark.

 

Hann vísir til eina 500 ára gamla skipan og sigur, at tað hevur verið ein lógarfatan, sum sigur, at lond bert hava rætt til økir, sum tey kunnu verja.

 

Sambært Stephen Miller hevur Danmark miseydnast á hesum øki, tá ræður um Grønland.

 

- Danmark er eitt lítið land við lítlum búskapi og lítlum hernaði. Tískil kann Danmark ikki verja Grønland, sigur varastápsleiðarin.

 

Hann vísir á, at Grønland er 25 prosent størri enn Alaska.

 

Stephen Miller heldur tað vera órættvíst, at USA rindar fyri verjuna av Grønlandi, samstundis sum landið hoyrir til Danmark.

 

 

 

- Tað hevur verið lógarfatan, at lond bert hava rætt til økir, sum tey kunnu verja, sigur Stephen Miller