byggja á sunt vit og skil. ALFA og omega í øllum hesum er, at vit fáa ein meira fjøltáttaðan búskap ella sum tað verður tikið til, at vit fáa fleiri bein at standa á. Vit eru eitt ómetaliga ríkt land. Bera [...] útbúnum teldufólkum. Tendensurin er tann sami á øðrum økjum eisini. Meðan tað fyri bert fáum árum síðani vóru hópur av umsóknum til størv, so teljast hesar nú oftani á einari hond. HETTA hendir um somu tíð sum [...] tað verður lagt so hart út á sjálvstýrisleið. Eingin ivi er um, at flestu føroyingar vilja meira sjálvstýri og sjálvbjargni, men tað má ikki gamblast við okkara vælferð. Stig á sjálvstýrisleið mugu ikki
TÁ Norðuratlanthavsins hvíta drotning, ?Norrøna? stevnir inn á Havnina, plagar at verða tikið til, at summarið er komið. Mánadagin kemur Norrøna til Føroya á sínum fyrsta túri í ár. Vert er at bíta merki [...] brúka hetta høvið, sum Smyril Line og Norrøna geva okkum til at byggja upp nakað konstruktivt og positivt, bæði á tí mentarnarliga og tí vinnuliga økinum. ?Norrøna brúgvin? hjá Smyril Line millum Føroyar [...] eina viku fyrr enn í fjør og haraftrat eina viku longur, tá tað kemur út á heystið. HARAFTRAT eru gjørdar rættiliga stórar broytingar á rutuni. Nú verður aftur farið at sigla til Hanstholm, og harvið verður
verið so móður í drúgvu samgongusamráðingunum, at hann hevði líkasum ikki dugað at skyna á, hvat, ið hóskaði at seta á prent í Dagblaðnum og ikki. Er tað so, at tað er møðin, sum er orsøkin til slíka skriving [...] tónar frá leiðslu fólkafloksins. TAÐ er neyvan nakar, sum áhaldandi gjøgnum so mong ár, hevur víst á hesa óhugnaligu og niðurgerandi skriving Óla Breckmanns sum Sosialurin. Vit hava ferð eftir ferð spurt [...] heima. Altíð eitt framstig. Men har er eitt men. Fyri líkasum at slætta sjógvin og fyri at hála í land aftur, sigur Anfinnur Kallsberg við sjónvarpið, at royndirnar vísa, at tá tað er komið hartil, at
kjalarvørrinum á endurstovnanina av tí gamla tryggingarfelagnum Trygd, sum nú kann kappast javnbjóðis aðrar tryggingarfyritøkur, men við Føroya Banka í rygginum. Við øðrum orðum er nú frí kapping á føroyska [...] hava víst á, at monopolið hevur havt tann fyrimun fyri brúkararnar, at Tryggingin varð tvungin til at tekna allar tryggingar og ikki bara tær mest attraktivu. So ein kann siga, at her stóð á jøvnum. TAÐ [...] tann størsta fusiónin, te. samanleggingin av fleiri fyritøkum, í Føroya søgu veruleiki. Í hvussu so er á pappírinum. Tær ymsu deildirnar í tryggingarsamtakinum ?Tryggingarsambandið Føroyar? skrivaðu týsdagin
Bretland. Vit hava mint bretar á dupultmoralsku støðu teirra í øðrum marknatrætum, har teir hava góðtikið miðlinju sum mark, tí tað fall í góða jørð hjá teimum. Vit hava víst á tað láturliga í, at teir fyrst [...] seinasta lagi 7. juli. Tvs. til ta tíð hevði landsstýrið við sambandinum á odda havt møguleikan fyri at kunnað fingið hesar avtalur í land: 1. Endurgjald í bankamálinum. 2. Avtalu um skuldina og 3. Avtalu við [...] landgrunnsmarki millum Føroyar og Bretland, tykist bráddliga at hava áhuga í valstríðnum. Vit hava víst á, at spurningurin eigur at fáa framstandandi prioritet, tá eitt nýtt landsstýri verður valt í næstum
tiknan fanga av fransum á hesi fjarskotnu oynni. VIÐ Sosialin í dag sigur Sigmundur Andreassen, at hann kennir seg fullkomiliga tiknan á bóli av fronsku myndugleikunum. Skipanin á oynni er meinlík eini mafiu [...] Føroya landsstýri og entá Amnesty. Tí einki siviliserað land - og tað mugu vit ganga út frá, at Frakland er - hevur loyvi til at halda fólk sum fanga á henda hátt. VIT kenna ikki orsøkin til støðutakanina [...] fleiri øðrum føroyingum umborð, skal verða tikið í Indiska havinum og er nú á veg til Réunion. Alvápnaðir franskir hermenn eru umborð á Borðoyarnesi og megu fiskimenninir kenna seg sum ringastu brotsmenn, soleiðis
framtíðini skal staðfesta Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land. LANDSSTÝRISMAÐURIN í sjálvstýrismálum hevur í hyggju at leggja uppskot fyri tingið, helst longu á ólavsøku - uppskot, sum skal heimiðla landsstýrinum [...] hesin spurningurin er so álvarssamur og umfatandi, at vit eiga ikki bert at fáa eitt aðalorðaskifti á tingi um málið. Fjølmiðlarnir eiga saman við teimum fólkavaldu at skapa grundarlag fyri einum breiðum [...] so er neyðugt, at landsstýrið leggur allar upplýsingar fram. Tað er eisini neyðugt, at sakkøn fólk á øllum økjum í samfelagnum, leggja sína vitan fram fyri almenningin. Og tað er neyðugt, at andstøðan
verða mint á felags norrønu røturnar. Ein kann loyva sær at siga, at Føroyar og fyri tað eisini Grønland og Ísland, eru katalysatorar og brúgvabyggjarnar fyri varðveiting og menning av tí norrøna. VIT hava [...] samstarv. Tí hóast vit eru fá, so halda vit avgjørt, at Føroyar og føroyingar hava nakað at geva tí norrøna felagsskapinum, nakað dýrmett, sum kanska ikki finst ella sæst aftur í hinum stóru londunum. NETTUP [...] hinum Norðurlondunum fyri Føroyum. Hetta er ikki minst avgerandi, nú Føroyar fara at leggja seg meira á sjálvstýrisleið. Vit hava so sanniliga eisini brúk fyri hinum Norðurlondunum, ikki minst fyri gjøgnum
Aberdeen í gjár. Hetta tiltak fara vit at frætta nærri um í vikuni, nú eitt av blaðfólkum okkara er við á hesi forvitnisligu farleið. EIN náttúrlig avleiðing av øktu samvinnuni millum Føroyar og Skotland er [...] megnað at útbyggja rutunetið til at umfata Danmark, Skotland og Ísland/Grønland, ja so er enn eitt land eftir, og tað er Noreg. Tað skal vera vón okkara, at tað fer at eydnast Atlantsflogi at fáa í lag [...] londini: Danmark, Noreg, Skotland og Ísland kann koma at fáa sera positivar fylgjur fyri okkum sum land og fólk. Her hugsa vit bæði um handilsliga og vinnuliga samstarvið, men so sanniliga eisini um út
gerast ørir. Fyrr var tað flakavirki á hvørjum tanga, nú eitur tað útgerðarhavn á hvørjum tanga. Latið okkum brúka verandi gongd til nakað positivt og ikki bara fara á bakbeinini, yppa øksl og hugsa, at [...] oljuútgerðarhavnina/havnirnar í Føroyum. Ikki meira enn vóru dyrnar latnar aftur til tíðindafundin á Hafnia um Drelnes sum oljuútgerðarhavn, so vórðu dyrnar til býráðssalin í Havn latnar upp - til tíð [...] lívið í okkum í dag. Ein kann so venda tí og siga, at nettup hesir eginleikar okkara hava koyrt okkum á heysin fleiri ferðir. At øvundin hevur bara oyðilagt. Ella tú kanst velja at hugsa sum Gunnar Hoydal