Norðurlandaráðið í Føroyum

Vónandi verða fundirnir í Føroyum hjá Norðurlandaráðnum ein íblastur fyri bæði føroyingar og aðrar norðbúgvar til økt samstarv

Í hesum døgum hevur Norðurlandaráðið fund í Føroyum. Talan er um tær ymsu nevndirnar í ráðnum, sum hava fundir komandi dagarnar. Hetta er helst størsta politiska tiltak í norðurlandahøpi, sum hevur verið í Føroyum. Tað er at fegnast um, at slíkir fundir verða hildnir í Føroyum og ynskja vit ølllum luttakarunum vælkomnar til Føroya.


SKRÁIN fyri teir ymsu fundirnar er sera fjølbroytt og fevnir um hópin av málum, ið eisini hava okkara áhuga. M.a. verður tosað um umhvørvi, fiskastovnar, ES osfr.


VIT halda tað vera bæði rætt og rímuligt, at Norðurlandaráðið eisini leggur fundarvirksemi sítt út til smærri økini í Norðurlondum. Hetta kann vera við til at stimbra áhugan fyri tí norðurlendska samarbeiðinum hjá ikki minst føroyingum, men tað kann so eisini vera við til at geva umboðum úr hinum Norðurlondunum ein nýggjan íblastur til økt norrønt samstarv. Tí hóast vit eru fá, so halda vit avgjørt, at Føroyar og føroyingar hava nakað at geva tí norrøna felagsskapinum, nakað dýrmett, sum kanska ikki finst ella sæst aftur í hinum stóru londunum.


NETTUP nærleikin - nærsamfelagið - sum júst finst her hjá okkum - er nakað av tí dýrmætasta í einum samstarvi millum lond, ið leggja seg eftir at varðveita og menna eina serstaka mentan. Ein kann kanska siga, at Føroyar eru eitt bolverk móti tí stóra og fremmanda ES, og at hini Norðurlondini, sum eru limir í ES, nettup hava brúk fyri at vera í Føroyum og saman við føroyingum fyri harvið at verða mint á felags norrønu røturnar. Ein kann loyva sær at siga, at Føroyar og fyri tað eisini Grønland og Ísland, eru katalysatorar og brúgvabyggjarnar fyri varðveiting og menning av tí norrøna.


VIT hava sæð, hvussu eitt nú danskir politikarar hava verið misinformeraður um Føroyar og annars ikki hava givið sær stórvegis fær um hetta lítla oyggjalandið í Atlantshavi. Nettup við at halda fundir her ber til at bøta um henda skeivleika, og tað er at vóna, at hesir dagarnir kunnu vera við til at skapa betri forstáilsi í hinum Norðurlondunum fyri Føroyum. Hetta er ikki minst avgerandi, nú Føroyar fara at leggja seg meira á sjálvstýrisleið. Vit hava so sanniliga eisini brúk fyri hinum Norðurlondunum, ikki minst fyri gjøgnum tey at kunna gloppa dyrnar inn í ES og síggja hvat har gongur fyri seg.


VIT hava so Norðurlandahúsið, hesin edli gimsteinurin í Norðurlendsku krúnini. Vælsignaðir gestir, njótið av øllum, sum hetta landið og hetta fólkið kunnu geva. Og farið so heimaftur og sigið frá í tykkara tingum og forummum, hvat Føroyar eru fyri eitt land, og hvat fólk her býr. Eitt ynski hava vit. Nú tit viðgera fíggjarætlaninar fyri komandi ár, skarvið ikki av játtanini til Norðurlandahúsið, gerið beint tvørturímóti, latið húsiðfáa enn betri karmar at virka undir. Hetta fara tit at fáa tvífalt aftur. Gevið gimsteininum møguleika at skína so bjart, at geilsnar røkka ikki bert út í øll herðashorn av hesum landi men út í øll Norðurlond.