TÁ Norðuratlanthavsins hvíta drotning, ?Norrøna? stevnir inn á Havnina, plagar at verða tikið til, at summarið er komið. Mánadagin kemur Norrøna til Føroya á sínum fyrsta túri í ár. Vert er at bíta merki í, at Smyril Line hevur víðkað um sesongina við heilum tveimum viku. Siglt verður eina viku fyrr enn í fjør og haraftrat eina viku longur, tá tað kemur út á heystið.
HARAFTRAT eru gjørdar rættiliga stórar broytingar á rutuni. Nú verður aftur farið at sigla til Hanstholm, og harvið verður eingin Esbjergsigling longur. Tað vil uttan iva bæði hava fyrimunir og vansar við sær. Tá DFDS gavst at sigla uppá Føroyar og Norrøna legði leiðina til Esbjerg, varð hetta hildið at vera skilagott, tí fyri tað fyrsta var tað lættari at koma til og frá Esbjerg til restina av landinum. Harnæst varð mett, at tú her lá tættari uppat meginlandinum.
NÚ avgjørt er at taka gomlu siglingina uppá Lervick í Hetlandi uppaftur, verður teinurin til Esbjerg ov drúgvur, og tí verður siglt til Hanstholm. Vit mugu bara vóna, at henda broytingin í Danmarkarsiglingini verður brúkarunum og sjálvandi eisini Smyril Line til vildar. At tað sum nakað nýtt verður farið at sigla uppá Hetland má so eisini metast sum ein avbjóðing. Ein hevði kanska heldur sæð, at siglt varð uppá Scrabster ella Aberdeen, men hetta tykist ikki at bera til soleiðis sum heildarferðaætlanin er løgd. Tað var annars eitt ynski frá landsstýrinum um at fáa Norrønu at sigla uppá Hetland, sum m.a. gjørdi, at Smyril Line tók hetta stigið. Ætlanin var so at tað skuldi bøta nakað um ta syrgiligu sannroynd, at nógv eftirspurda siglingin hjá Smyrli uppá Skotland varð niðurløgd. Hvussu hetta fer at eydnast vil tíðin so vísa.
NÚ siglt verður aftur til Hetlands eiga vit at taka tað sum eina spennandi avbjóðing. Tað var tann tíð, tá sambandið millum Hetland og Føroyar var sera gott. Hvør minnist ikki fótbóltssamstarvið fyri bert at taka eitt dømi. Eingin ivi er um, at nógvir føroyingar fara at troyta møguleikan at vitja Hetland bæði fyri at hitta vinir og kenningar og annars fyri at síggja henda næsta granna okkara við sínum sereyðkennum.
SIGLINGIN hjá Norrønu uppá Hetland kann koma at kveikja lív í eitt bæði mentanarligt og vinnuligt samstarv. Hesum bjóða vit vælkomnum og vóna, at føroyingar og hetlendingar fara at troyta møguleikan at vitja hvør annan. Tað er greitt, at eisini hetlendingar koma at fáa fyrimunir av nýggja sambandinum til Føroya. Teir skulu vera so hjartaliga vælkomnir at vitja oyggjar okkara.
NÚ útlit eru fyri eini oljumenning á øllum Atlantsmótinum tvs. á leiðunum millum Føroyar og Hetland er eisini greitt, at siglingin hjá Norrønu kann vera við til at byggja brýr millum hesar báðar oyggjabólkarnar. Hetlendingar hava fingist við hesa nýggju vinnu nú í mong ár, og tí hava teir heilt givið bæði vitan og royndir at lata okkum. Eingin ivi er um, at vit eisini hava nógv at lata hetlendingum. Hvør veit um ikki eisini sjálvbjargnis og sjálvstýriskósin, ið stórur partur av føroyingum stendur fyri, eisini kann vera við til at kveikja lív í aftur eina fjalda og fortrongda hetlendska tjóðskaparkenslu. Hetta verður ikki sagt fyri at leggja seg út í innlendis viðurskifti í Hetlandi, men tað er greitt, at eins og Føroyar vilja gerast meira sjálvstøðugar og minni heftar at Keypmannahavn, so vil Hetland uttan iva eisini verða minni heft at London. Tað er eisini greitt, at tey ríkidømi, sum liggja í undirgrund Hetlands og Føroya eiga fyrst og fremst at koma fólkunum her búgva til góða.
LATIÐ okkum brúka hetta høvið, sum Smyril Line og Norrøna geva okkum til at byggja upp nakað konstruktivt og positivt, bæði á tí mentarnarliga og tí vinnuliga økinum. ?Norrøna brúgvin? hjá Smyril Line millum Føroyar og Hetland gerst veruleiki frá í komandi viku. Vit ynskja henni góða eydnu.