Gongur skjótt báðar vegir

Nú okkara búskapur mestsum bara hevur eina vinnu at standa á, eru vit eisini sera viðbrekin. Tað kann ganga skjótt báðar vegir. Nú nýggjar vinnur eru í eygsjón hvílir eisini stór ábyrgd á okkara politikarum at umsita vælferðina og at leggja uppfyri til verri tíðir

HÓAST føroyingar framvegis skylda nógvar pengar - uttanlandsskuldin er himmalhøg - so merkist hetta ikki sum nakar stórur trupulleiki og nakað, sum veruliga tyngir landsbúskapin ella fíggjaligu viðurskiftini hjá mongum av teimum her búgva. Hetta er í hvussu er tann myndin, ið fæst við at hyggja eftir virkseminum, sum er. Ella er hetta nú allur veruleikin kundi verið spurt?


HVUSSU og ikki so er tað ómøguligt at fáa íbúð í miðstaðarøkinum. Tað er ómøguligt at fáa barnaansingarpláss.Meðan vit áður tosaðu um arbeiðsloysi, so er nú torført at fáa størv sett. Í ávísum bransjum eitt nú innan telduverðina tykist tað at vera torført at fáa fólk og fer hetta at vera ein stórur trupulleiki í næstu framtíð, nú alt Europa hungrar eftir útbúnum teldufólkum. Tendensurin er tann sami á øðrum økjum eisini. Meðan tað fyri bert fáum árum síðani vóru hópur av umsóknum til størv, so teljast hesar nú oftani á einari hond.


HETTA hendir um somu tíð sum stórur partur av fiskinum fer av landinum heldur enn at verða viðgjørdur her. Tvs. at virðisøkingin av fiskinum kemur ikki okkum til góða. Hinvegin fáa skipini sjálvandi meira burtur úr. Samanumtikið kemur meira inn í skatti. Gongd er í


VIT hoyra um somu tíð, at skrædl er væntandi í okkara fiskivinnu. Enn hava vit so ikki fingið hetta váttað ella útgreinað. Hvat nú, um eitt slíkt skædl kemur? Verður so alt vent við aftur og vit fáa líknandi støðu sum fyrst í 90-unum? Hava vit fyrireikað okkum uppá eitt slíkt? Hava vit lagtuppfyri? Ella hvussu?


JÚ spurnartekini eru mong. Ein fær varhugan av, hvussu stutt tað í veruleikanum er millum vælferð og kreppu í hesum landi, og spurningurin er um politikararnir og onnur í leiðandi størvum í samfelagnum hava tikið hetta í nóg stórum álvara. Duga vit í heila tikið at brúka góðar tíðir til at fyribyrgja verri tíðum?


TAÐ er líkasum, at um somu tíð sum vit síggja gull og grønar skógir fyri okkum í sambandi við eina komandi oljuvinnu, so síggja vit avgrundina fyri okkum á fiskivinnuøkinum. Alt tykist so óvist. Hetta vísir bert, hvussu viðbrekið okkara samfelag er og er hetta eisini nakað, sum okkara politikarar eiga at taka við, nú tá tað verður lagt so hart út á sjálvstýrisleið. Eingin ivi er um, at flestu føroyingar vilja meira sjálvstýri og sjálvbjargni, men tað má ikki gamblast við okkara vælferð. Stig á sjálvstýrisleið mugu ikki verða tikin úr berari luft men byggja á trygga grund. Tí má og skal hetta vera ein skipaður útviklingur, ið byggir á sunt vit og skil. Øll hava vit vissiónir og dreymar. Og tað eru eisini m.a. hesi, sum eru katalysatorar fyri einumhvørjum útviklingi, sum aftur má byggja á sunt vit og skil.


ALFA og omega í øllum hesum er, at vit fáa ein meira fjøltáttaðan búskap ella sum tað verður tikið til, at vit fáa fleiri bein at standa á. Vit eru eitt ómetaliga ríkt land. Bera vit okkum rætt at og náttúran ikki er ímóti okkum, kunnu vit lívbjarga okkum bara við fiskinum. Men nettup tí at hann kann vera svikafullur mugu vit eisini hava annað. Ferðavinna, tænastuvinna, smáídnaður og nú vónanandi eisini ein oljuvinnu kunnu vera við til at tryggja okkum og okkara eftirkomarum eina framtíð. Men grundarlagið undir øllum hesum er eitt upplýst og vælútbúgvið fólk. Tí hevur útbúgving so ómetaliga nógv at siga. Tað hvílir tí stór ábyrgd á tí nýggja ættarliðnum av politikarum um at duga at troyta ressurirnar rætt men eisini at menna hetta samfelagið í tráð við fólksins ynski og vilja. Nettup tí vit vita, hvussu skjótt tað kann ganga báðar vegir, eiga vit at leggja vælumhugsaðar og fyrireikaðar langtíðarætlanir fyri hetta samfelag. Gongst væl mugu vit duga at handfara vælferðina, og tað kann gerast ein ?trupulleiki?.Gongst illa, hava vit vónandi lært av fortíðini og lagt fyri uppfyri. Í báðum førum kann tað verða lættari sagt enn gjørt.Men tað er m.a. tað vit velja okkara politikarar til.