eldur er komin í hesar bilar í Danmark, men sum skilst er eingin slík fráboðan komin úr Føroyum. Teir á Smyril Line vilja kortini ikki lata tilvildina ráða, men hava nú sett tiltøk í verk til tess at varðveita [...] 2003, innkallaðir til eftirlit. Brøv til havnir Hinvegin undrar tað trygdarleiðaran kortini eitt sindur, at teir á Smyril Line ikki hava fingið hetta at vita fyrrenn nú, tá tað er líkt til at bilasølurnar [...] á bildekkinum, og síðani fer ein av manningini yvir til bilin og loysir annan polskógvin av akkumulatorinum. Á henda hátt er eingin streymføring til bilin, og á henda hátt sleppur ein undan vandanum við
at fara til Danmarkar við fyrstu sendingini í næstum, og síðani koma aftur til Føroyar at fylla meiri upp í bussin. Ætlanin er so at fara ein túr til Rumenien við fullum bussi, og síðani koyra til Danmarkar [...] fara aftur til Rumenien. Kanska tað verður í vár! Kókaði beinið í ein mánað Undir eini av ferðum sínum í Rumenien fekk Marjun veruliga prógv fyri, hvussu lítið fólkið hevur bæði til klædna og til matna. Ein [...] sum hon. Henda dagin vóru tvey onnur til arbeiðis - Bergfríð sum hjálpti henni við at skilja klæðini í ymiskar støddir og maður hennara, Josias sum gekk teimum til handar og hevði sínar uppgávur at røkja
karmur er fyri langari tíð síðani sprongdur. - Vit høvdu ikki roknað við so stórari tilgongd av fólki til kommununa, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð. Støðan vónleys Hóast [...] útvegað væl fleiri stovnspláss enn upprunaligi málsetningurin ásetti, eini 172 íroknað tey, ið eru komin í ár, minkar bíðilistin ikki. Í løtuni telir bíðilistin 369 børn, harav fáa 90 pláss eftir summarfrítíðina [...] nógv eru trýst inn í ein stovn. Treyðugt so, Elin Lindenskov hevur ikki mist vónina um, at tað ber til at gera nógv munagott á økinum. Býráðið hevur samtykt at fara undir bygging av nýggjum dagstovni við
hvussu tað bar til, at hann bleiv útpeikaður sum samráðingarleiðari, hóast Fólkaflokkurin gjørdist størsti flokkur. - Vit eru komin í eina lyklastøðu, tað er eingin loyna, tí vit kunnu fara til báðar síður [...] breið semja millum flokkarnar, segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og sipaði til eina samgongu millum Sambandflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Sambandsflokkurin, Fó
hvussu tað bar til, at føroyingarnir stóðu seg so mikið væl í seinna dystinum í mun til fyrra dystin, segði Høgni Klein: - Tað var stórur munur á gejstinum í hesum seinna dystinum í mun til tann fyrra. Vit [...] mótstøðumenninir vóru sera sterkir, og at tað sást aftur úti á vøllinum, at teirra kapping júst var komin at enda, meðan tann føroyska var liðug fyri tveimum mánaðum síðani. - Tú sært, hvussu nógv skot, ið
sum vanligt til arbeiðis á Kósini, saman við øðrum av starvsfelagum sínum. Tað er týðiligt at merkja, at fólk eru álvarsom, nú líkt er til at grundarlagið undir virkinum er burtur. Tey eru til arbeiðis í [...] fyritøkum, til dømis innan alivinnuna ella aðrastaðni um tey koma at mangla fólk. - Eg havi ongatíð verið á sjónum. Tað er eitt sindur soleiðis ... tú veit. Ein skal hava ávís skeið at fara til skips – til dømis [...] stuttligt at vera til arbeiðis henda fríggjadagin, slær hann fast. Hesin 46 ára gamli klaksvíkingurin hevur havt mangan góðan arbeiðsdag her á Kósini, síðani hann fyrstu ferð fór til arbeiðis ein dag í
sjóneykan sett á avbjóðingarnar at finna nóg mikið av hóskandi bústøðum til flóttar. Eftir áheitan frá Reyða Krossi tók Kommunufelagið tí stig til, at hesir partarnir settu seg saman fyri at styrkja um sambandið [...] eru komin út á arbeiðsmarknaðin. Av tí sama hava at kalla øll sløg av bústøðum áhuga hjá okkum, sigur Sólva G. Dam, deildarleiðari á Útlendingastovuni. Tørvur er framvegis á, at fólk venda sær til Útl [...] Kommunufelagið, Løgmálaráðið og Útlendingastovan umrøddu í dag avbjóðingarnar við at finna bústaðir til flóttar úr Ukraina. Semja var um tørvin á felags samstarvi og átøkum tvørturum myndugleikamørk fyri
lutfalsliga verður latin til gransking og til at hjálpa sjúklingunum og avvarðandi teirra. Hesin grunnur byrjaði í smáum, men árini vit hava verið virkin, eru 125 mió. krónur latnar til gransking og peningaliga [...] gjørt eins nógv um seg. Jens Ole Nielsen heldur, at tað kemst av at fólk flyta av landinum til Danmarkar, serliga til Keypmannahavnar, har lættari er at liva hjá teimum, sum eru samkynt. Danski yvirlæknin [...] n stuðul, so annaðhvørt sjúklingarnir hava havt møguleika vitja í Føroyum, ella at familjan er komin til Danmarkar at vitja tann sjúka, sigur yvirlæknin. Tey ungu læra at hugsa seg um Hann heldur, at tað
ferðavinnan skal skipast í Føroyum. Borgarstjóri mælir til, at landsstýrið ger eina yvirskipaða ætlan, ið kommunurnar síðan kunnu fyrihalda seg til. - Ætlanin skal raðfesta hvat skal gerast. Um ein kommuna [...] - Vit mugu taka í egnan barm. Ferðavinnan er komin fyri at vera og hon fer at vaksa. Tí eigur man taka tað sum eina avbjóðing og skapa umstøðurnar fyri henni. Tað ger man best, um kommunurnar samstarva [...] krónum fær man nógv av skafti, sigur Heðin Zachariasen. Sunda kommuna hevur í ár sett 250.000 krónur av til ferðavinnuna, og vísir borgarstjórin á, at við eini tilsvarandi stuðulsupphædd frá landinum, so hevði
bjargaður. Øll, sum vóru til steðar, vita, at her var hann við, sum skapti himmal og jørð. Teir, sum fóru út eftir dreinginum, gjørdu skjótt av, soleiðis at sorgin, sum kundi verið, vendist til gleði. Gerhard Lognberg [...] loysti úr landi. Tað er trupult at síggja nakað, sum liggur so lágt í sjónum, tá tú ert á báti. Men, til alla Guðs eydnu funnu teir dreingin í sjónum. Sjálvur metti Bergur Hentze, at skuldu teir fáa fatur [...] evstu løtu. Bjargingin eydnaðist, og tað vóru fýra fegnir menn, sum eftir lokið verk kundu venda aftur til lands, har bæði sjúkrabilur, løgregla og onnur tóku ímóti og fegnaðust um, at alt hevði spælt væl av