Tað er rokaligt her í kjallaranum í Christianskirkjuni.
Klæðir, skógvar, eskjur og posar liggja hvørt um annað. Kortini bendir einki á at óskil er í.
Fólk úr øllum landinum lata lutir til hetta hjálpararbeiðið í Rumenien, sum klaksvíkingurin Absalon Matras hevur staðið fyri. Men einsammalur kundi hann ikki gjørt nógv.
Millum tey virknu fólkini í felagi við Absalon er Marjun Simonsen úr Klaksvík. Hon er her og pakkar klæðir einar 3-4 seinnapartar um vikuna.
- Tað er gott at man soleðis kann verða við til at hjálpa øðrum, sigur Marjun, nú umboð fyri Sosialin støkka inn á gólvið.
Her í kirkjukjallaraninum liggja brúkt klæði, men eisiin rættiliga nógv óbrúkt.
Tað vísir seg mangan, at tá útsølurnar hava verið fáa tey nýggj klæði frá handlunum. Ikki bert klæði, men eisini ein hóp av góðum skóm.
400 posar
Týsdagin í farnu viku var Marjun enn einaferð farin niður í kjallarin í Christianskirkjuni at arbeiða saman við hinum fólkunum við sama áhugamáli sum hon.
Henda dagin vóru tvey onnur til arbeiðis - Bergfríð sum hjálpti henni við at skilja klæðini í ymiskar støddir og maður hennara, Josias sum gekk teimum til handar og hevði sínar uppgávur at røkja. Absalon Matras var sjálvandi til staðar.
So hvørt klæðini eru sorterað í støddir, verða tey koyrd í posar, har merki við støddini verða sett á. Eftir tað syrgdi Josias fyri at posarnir vórðu bornir út í stóra bussin, sum stóð uttanfyri.
Í bussinum var longu komin ein hópur av posum, sum eru klárir at fara av landinum. Men enn er pláss fyri nøkrum posum aftrat, fyri at fylla stóra grøna bussin, sum stendur í kirkjutúninum.
- Eg haldi, at Absalon ætlar sær avstað aftur til Rumenien í apríl mánaði. Tá skuldu vit helst havt einar 400 posar klárar, sigur Marjun.
Av tilvild
Tað er týðiligt at síggja, at fólkini í kirkjukjallarinum henda týsdagin, hava roynt at sortera og pakka áður.
Sjálv hevur Marjun arbeitt her í eini trý ár. Tað var rættiliga tilvildarligt at hon byrjaði í arbeiðinum
- Ja, tað var sera tilvildarligt: Eg kom yvir her við nøkrum klæðum, sum eg sjálv ætlaði at geva.
- Men eg sá, at tær vóru so fáar sum pakkaðu klæðini. Eg helt tað vera synd, og byrjaði tá bara at hjálpa teimum at pakka.
- Og hetta dámar mær sera væl, sigur Marjun, sum júst nú stendur og sorterar klæðir til børn millum 0 og 3 ár.
Marjun hevur kortini ikki bert sorterað og pakkað klæðini. Hon hevur sjálv fylgt klæðunum allan vegin úr Klaksvík og suður til Rumenien.
Eiga einki
Absalon sjálvur hevur verið óteljandi ferðir í Rumenien við klæðum. Saman við sær hevur hann havt mong góð fólk, millum teirra Marjun, sum hevur verið har ikki færri enn tríggjar ferðir.
- Tey eru heilt óalmindiliga glað fyri at fáa hesi klæðini. Fyri tey er nærum líkamikið hvat tey fáa.
- Tey eru glað fyri alt, eisini fyri steintoyið sum vit onkutíð hava við, greiðir Marjun frá.
Á hesum ferðunum eru føroyingarnir úti fyri nógvum ymiskum hendingum, sum fáa tey at skilja ta neyðina sum fólkið er í.
Ein fær her fullgott prógv fyri, at tey eiga millum lítið og einki, og tí eru takksom fyri alt tað, sum tey fáa frá gevarum í Føroyum.
- Nógvastaðni har vit komu, har áttu tey púra einki. Kom ein hinvegin inn í býirnar, so áttu fólk nógv, tí har var arbeiði at fáa.
- Men fórt tú ístaðin niðan í fjøllini, - so áttu tey einki, sigur Marjun.
Sjálv hevur hon hug at fara aftur til Rumenien. Kanska tað verður í vár!
Kókaði beinið í ein mánað
Undir eini av ferðum sínum í Rumenien fekk Marjun veruliga prógv fyri, hvussu lítið fólkið hevur bæði til klædna og til matna.
Ein dagin vóru tey farin niðan í fjøllini fyri at geva klæðir frá sær. Tá komu tey inn í eina bygd, og vóru boðin inn í eini fátæk hús, har ein kona tók ímóti teimum.
Henda konan átti ein hóp av børnum, og gekk haraftrat við einum í móðurlívi.
- Hon var í ferð við at kóka okkurt í eini grýtu. Tá vit hugdu nærri sóu vit, at eitt bein lá í grýtuni. Hon nýtti tað helst sum kraft til at gera suppu burturúr.
- Men beinið, tú, - tað sá út sum tað var kókað soleiðis í ein heilan mánað!
Enn ein túr til Rumenien
Støðan í løtuni er hon, at rættiliga nógv klæðir eru í kirkjukjallaranum í Klaksvík. Tey mugu fáast avstað so skjótt sum tilber.
Absalon hevur tí avgørt at fara til Danmarkar við fyrstu sendingini í næstum, og síðani koma aftur til Føroyar at fylla meiri upp í bussin.
Ætlanin er so at fara ein túr til Rumenien við fullum bussi, og síðani koyra til Danmarkar eftir næstu sendingini sum skal hagar. Á henda hátt fáa tey tvey fyri eitt: Tey fáa tømt væl út av klæðunum í kjallaranum, og tey sleppa undan at koma aftur til Føroyar eftir meiri klæðum.
- Vanliga havi eg einar 400 klædnaposar við mær til Rumenien. Men allir eru ikki líka stórir.
- Einaferð hevði eg 520 posar við, greiðir Absalon frá.
Ársins Rósa
Fyri trúfasta arbeiðið sítt fekk Absalon í 2005 handaða Ársins Rósu av sjálvum borgarstjóranum í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen við eitt jólatiltak hetta árið.
Í talu síni til Absalon segði borgarstjórin millum annað:
"Í ár verður Ársins Rósa latin einum persóni, hvørs hjálpandi hond røkkur longur út – langt út um landoddarnar, burtur í onnur lond, har fátæktin nívir tey veikaru í samfelagnum.
Eg havi í røðu míni hesa ferð sipað rímiliga nógv til Orð Guds, men tað er ikki uttan orsøk, tí hesin persónur er mest av øllum inspireraður av Orði Guds til sítt hjálpararbeiði.
Hann hevur veruliga fingið tað kall frá Harranum Jesusi, at veita teimum neyðstøddu so nógva hjálp, sum yvirhøvur tilber".