Kósin, Klaksvík: - Nei, tað var ikki so stuttligt at vera til arbeiðis henda fríggjadagin, slær hann fast.
Hesin 46 ára gamli klaksvíkingurin hevur havt mangan góðan arbeiðsdag her á Kósini, síðani hann fyrstu ferð fór til arbeiðis ein dag í mars mánaði 1977.
Tá Sosialurin vitjaði í saltfiskinum á Kósini fyrrapartin í gjár, vóru tey eini 12-15 fólk til arbeiðis. Uppgávan hjá Bergur var at koyra fiskin til og frá arbeiðsborðunum.
Men Bergur hevur tó eisini upplivað tað keðiliga støðuna, tað er at verða sagdur úr starvi. Hetta hendi fyri 16 árum síðani, tá virkið fór av knóranum.
- Hetta var ein øgiliga snedig kensla, skal eg siga tær. Ein kom líkasum bara í eina bíðistøðu, har ein hvørki visti út ella inn, greiðir Bergur á Kósini frá.
Í hesum døgum eru útlitini fyri, at tað sama skal henda einaferð enn rættiliga stór. Men hetta ynskja hvørki hann ella nakar annar í Klaksvík skal henda aftur nú:
- Eg minnist væl, hvussu stórar og óhepnar ringvirkningar hetta hevði á býarlívið. Tað bleiv so sera friðarligt í býnum. Hetta var ein trong tíð hjá mongum hjúnum, men tíbetur reistu vit okkum aftur.
Sjálvur var hann yngri og leysur tá. Í dag er støðan hjá Bergur á Kósini øðrvísi: Hann keypti hús fyri 14 árum síðani. Hann er síðani vorðin giftur við filipinskari kvinnu sum eisini hevur arbeitt á virkinum. Tey eiga eitt barn. Og hann hevur fyri stuttum keypt sær nýggjan bil.
- Ein hevur síni forpliktilsir. Nei, tað má ikki ganga ov leingi, har einki arbeiði er her á virkinum!
Okkurt má »ske«
Fyrrapartin í gjár var Bergur sum vanligt til arbeiðis á Kósini, saman við øðrum av starvsfelagum sínum.
Tað er týðiligt at merkja, at fólk eru álvarsom, nú líkt er til at grundarlagið undir virkinum er burtur. Tey eru til arbeiðis í dag, men spurningurin er hvussu leingi aftrat:
- Í dag pakka vit saltað longufløk til europeiska meginlandið. Sovítt sum vit vita, verður arbeiði í øllum førum hesa vikuna og kanska nakað út í næstu viku aftrat.
- Spurningurin, sum vit øll her á virkinum seta okkum, er hin einfaldi: - Hvussu leingi aftrat verða vit til arbeiðis her í saltfiskinum?!
Sjálvur roknar hann við at vera til arbeiðis nakrar dagar í komandi viku, men alt er enn í tí óvissa. Tí, sum Bergur sigur:
- Tað verður tosað um at ein loysn er á veg, og at menn her í Klaksvík eru sinnaðir at seta pening í fyritøkuna. Vit vita ikki hvat vit skulu trúgva, tí vit hoyra eisini aðrastaðni frá, at tað eru ikki so positiv útlit kortini.
- Men satt at siga, so ynskja vit bara, at onkur loysn verður sett í verk skjótt, so at alt virksemið ikki steðgar upp. Vit vóna bara, at tað sker okkurt tann rætta vegin beinanvegin, slær Bergur á Kósini fast.
Hann verður avbrotin í samrøðuni við Sosialin, tí boð eru eftir honum: Ein kassi við avfalli skal flytast, og tað er bert hann sum trukkførari, ið kann gera tað.
- Ja, tú sært vit vilja gera okkara besta, eisini hóast útlitini ikki eru av teimum bestu!
Ikki aftur nú!
Tað hevur leingi verið tosað um, at tað bar skeivan veg við bæði hjá trolarum og fiskavirkinum í Klaksvík.
Myrk skýggj hava í eina tíð hingið yvir hesum fiskivinnuhøvuðsstaði okkara. Í farnu viku var tað komið so mikið langt, at leiðsla og starvsfólk kundu staðfesta, at eingin fiskur var eftir at arbeiða á landi.
Einki av fiskafólkunum á Kósini er tó sagt úr starvi, men ein veruleiki er kortini hann, at fríggjadagin í farnu viku var seinasti dagur hjá flestu av teimum hundraðtals fólkunum, sum hava havt sítt dagliga arbeiði og grundarlag fyri inntøku síni á virkinum á Kósini.
Tann nú 46 ára gamli Bergur arbeiddi eisini á virkinum, tá tað fór av knóranum í 1992/93. Og so hvørt sum farna vikan gekk og eingin loysn var at hóma, kom henda hugsanin oftari og oftari til hansara: - Onei, ikki aftur nú! Ikki aftur nú!!
Tey flakafólkini sum upplivdu tað fyri 16 árum, tey líkasum kendu symptomini aftur hesaferð: Tað gekk ikki ov væl hjá bátunum. Eingin fiskur var at arbeiða undan á virkinum. Oljuprísurin er í hægra lagi. Út frá hesum vóru tí ikki so góð útlit fyri framhaldandi virksemi, bæði á sjógvi og á landi.
- Letur virkið aftur, so má okkurt heima hjá okkum reduserast. Hetta verður ikki lætt!
Ymisk tíðindi
Á einum starvsfólkafundi herfyri fingu Bergur og hini upplýst, at virkið sjálvt bar seg nøkulunda. Men tey fingu samstundis at vita, at bátarnir høvdu drigið niðureftir. Teir høvdu havt ov ójavnt fiskarí, og høvdu ofta verið noyddir at bróta túrar av, orsakað av breki.
- Nú lesa vit so í bløðunum, at tað faktiskt hevur verið undirskot í eini tvey ár. Tí er kanska ikki tann stóri áhugin hjá øðrum at keypa teir.
- Vit fingu so eisini at vita, at um bátarnir fara úr Klaksvík, so verður nógv minni arbeiði á virkinum. Men stjórin segði kortini, at virkið verður ikki stongt sum so, men at teir ætlaðu at keypa fisk aðrastaðni frá.
Hetta vóru góð tíðindi hjá fiskafólkinum, men hinvegin gjørdust tey eitt sindur ørkymlað av øðrum tíðindum sum søgdu, at virkið fer í gjaldssteðg um teir ikki fáa bátarnir.
- So beint nú veit eg ikki rættiliga, hvat eg skal trúgva og halda. Er tað so, - so ljóðar tað eitt sindur skuffandi!
Spyrja seg fyri
Bergur á Kósini er kanska í eini meiri hepnari støðu enn mangir av starvsfelagum sínum. Hann hevur ikki nýggj hús og so ovurhonds stórt lán, men peningur skal kortini til at gjalda tær føstu útreiðslurnar til húsarhaldið.
Tey hava eitt barn í barnagarði. Spurningurin er, um tey framhaldandi skulu gera tað. Taka tey tað úr barnagarðinum, sleppur tað so inn aftur beinanvegin, um nú foreldrini fáa arbeiðsboð?
Bergur hevur tó prógv sum trukkførari og hevur arbeitt her á Kósini, men er samstundis læntur út til onnur ella hevur arbeitt har eftir loknan arbeiðsdag, millum annað á Skipafelagnum ella hjá Bergfrost í Fuglafirði.
- Tað hevur hjálpt væl til, tá tað var í minna lagi at gera her á virkinum, staðfestir Bergur.
Á hesum støðum taka teir ikki í løtuni fólk inn til fast arbeiði, og tí hvørki vil ella kann Bergur ikki á nakran hátt sleppa arbeiðsplássi sínum, sum hann hevur tænt í øll hesi 31 árini.
Hann staðfestir samstundis, at tað er ikki so nógv annað at fara til í Klaksvík, um virksemið á Kósini steðgar upp í næstum.
- Vit eru ikki søgd úr starvi enn, men hvat alternativ hava vit? Eg kann altíð royna at spyrja meg fyri hjá onkrari aðrari fyritøkum, til dømis innan alivinnuna ella aðrastaðni um tey koma at mangla fólk.
- Eg havi ongatíð verið á sjónum. Tað er eitt sindur soleiðis ... tú veit. Ein skal hava ávís skeið at fara til skips – til dømis trygdarskeið - og tað kostar jú eisini pening.
- At skula missa sítt inntøkugrundarlag beint nú, var ikki júst tað sum ein hevur mest brúk fyri!
- Eg stúri ikki fyri framtíðini
Fyri arbeiðsfólkini á Kósini er heilt natúrligt, at tey munnu hugsa nógv um framtíðina. Serliga tey, har bæði maður og kona hava sína inntøku frá hesum staði.
Hetta sama gera Bergur og filipinska kona hansara eisini. Hóast tey kanska ikki beinleiðis óttast framtíðina, tekur hann kortini soleiðis til:
- Eg veit ikki rættiliga. Eg haldi ikki, at eg eri komin inn í ta fasuna at stúra enn. Hetta er kanska nakað sum ein roynir at skjóta út, - hetta, at tað yvirhøvur fer at koma so langt sum nógv halda, at einki fiskaarbeiði verður her.
- Vit vita bara tað, at her í Klaksvík fer tað at vera sera illa statt uttan inntøkurnar hjá virkinum. Verða tað ikki verandi eigarar sum taka virksemið uppaftur, so vóna vit at onkur annar fer at koyra tað víðari.
Als eingin hjálp úr ALS
Eins og so mong onnur í Klaksvík er líkt til, at Bergur á Kósini í næstum verður noyddur at venda sær til Arbeiðsloysisskipanina.
Hetta dámar honum ikki serliga væl, tí sum hann sigur tað: - ALS er lítið gevandi og veitir okkum lítla hjálp!
Tá ein ikki fær fulla viku á einum arbeiðspláss, er tann fyrsti dagurin ella teir fyrstu átta tímarnir fyri egnari ábyrgd.
Hinvegin vísir tað seg, at tey fæstu koma uppá 70 kr. um tíman frá ALS, meðan onnur ikki fáa meiri enn góðar 50 krónur í arbeiðsloysisstuðli.
- Nei henda skipanin riggar ikki nóg væl!