Seinnapartin gjørdist greitt, at Bárður á Steig Nielsen hevur fingið samráðingarrættin at skipa nýggja samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin.
Í tíðindunum á FM1 spurdi Árni Gregersen hann, hvussu tað bar til, at hann bleiv útpeikaður sum samráðingarleiðari, hóast Fólkaflokkurin gjørdist størsti flokkur.
- Vit eru komin í eina lyklastøðu, tað er eingin loyna, tí vit kunnu fara til báðar síður. Andstøðan hevur avtalað, at vit fara at royna fyrst av øllum, og so gangi eg út frá, at samgonguflokkarnir síggja ein møguleika, um tað ikki gongur, og at tað so kann blíva ein breið semja millum flokkarnar, segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og sipaði til eina samgongu millum Sambandflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hava sitið saman bæði í gjár og í dag, og ætlanin er aftur at hittast í morgin.
Lurta eftir innslagnum, sum var í tíðindunum á FM1 klokkan 17, við at trýsta á pílin undir myndini.