- Vit mugu ongantíð gloyma vandan

Ógvuliga lítið hoyrist til sjúkuna, sum fyri fáum árum síðani kyknaði um allan heim. Kortini er vandin ikki av. Vit mugu frameftir upplýsa og ráðgeva um HIV og AIDS, til tess at fyribyrgja, siga Jens Ole Nielsen, yvirlækni á Hvidovre Sjúkrahúsi og Anna Graumann, kunningarstjóri í danska AIDS-grunninum

Í farnu viku vóru umboð fyri AIDS-grunnin í Danmark og Hvidovre Hospital, sum serliga tekur sær av HIV-smittaðum og AIDS sjúklingum, í Føroyum og hildu fyrilestrar um arbeiðið í Danmark.

Eini 200 fólk luttóku á fundunum fyri fakfólk innan heilsuverkið hósdagin og almenninginum fríggjadagin.

Jens Ole Nielsen, yvirlækni og professari í medisin, var annar gesturin. Hann hevur verið leiðari á deildini fyri smittusjúkur, síðani deildin var stovnað í 1985. Hann var eisini ein av stigtakararnum, tá danski AIDS - grunnurin varð stovnaður, og hevur sitið sum formaður í grunninum í níggju ár. Í løtuni er hann limur í danska Heilsustýrinum, og virkar sum AIDS-ráðgevi har, umframt at hann er formaðurin í stýrinum fyri EURO-AIDS.

Hin gesturin var Anne Graumann, kunningarstjóri í danska AIDS-grunninum.

Jens Ole Nielsen sigur, at fyri 10 árum síðan var nógv gjørt burturúr at upplýsa um HIV- smittuna og AIDS-sjúkuna, men seinastu árini er minni gjørt á hesum øki.

-Tað merkir kortini ikki, at vit hava bast sjúkuni, hóast vit kunnu siga, at hon er tálmað. Tað hevur fingið fólk halda, at vandin ikki er so stórur longur, men so er ikki.

AIDS er heimsumfatandi trupulleiki. Eitt nú ferðast ungfólk víða um í heiminum, og tí er neyðugt alla tíðina at gera vart við sjúkuna.


Sjúkan økist aðrastaðni

Serliga í Asiu og Afrika breiðir sjúkan seg, og hon verður eisini innflutt til Danmarkar, eitt nú við flóttafólkunum úr hesum londum. Tí er umráðandi at verða ansin, sigur Jens Ole Nielsen.

Umleið 200 - 250 fólk í Danmark fáa árliga HIV-smittuna. Av hesum eru 60 pst. homosexuell og 40 pst.

heterosexuell fólk.

Í Føroyum hevur sjúkan ikki gjørt eins nógv um seg. Jens Ole Nielsen heldur, at tað kemst av at fólk flyta av landinum til Danmarkar, serliga til Keypmannahavnar, har lættari er at liva hjá teimum, sum eru samkynt.

Danski yvirlæknin veit um føroyingar, sum eru smittaðir ella hava AIDS.

- Hesir sjúklingar eru farnir heimanífrá, tí tað hevur verið ov torført at siga sínum nærmastu frá teirra støðu. Tað hevur tí heldur ikki verið lætt hjá teimum at siga familjuni í Føroyum frá, um tey eru vorðin sjúk, sigur Jens Ole Nielsen. Hann veit um einar 12 - 16 føroyskar sjúklingar, sum gjøgnum árini hava havt sína gongd á Hvidovre Sjúkrahúsi, ella hava verið innlagdir.

- Okkara uppgáva hevur verið at skapa samband millum sjúkling og avvarðandi í Føroyum, og at veita teimum peningaligan stuðul, so annaðhvørt sjúklingarnir hava havt møguleika vitja í Føroyum, ella at familjan er komin til Danmarkar at vitja tann sjúka, sigur yvirlæknin.


Tey ungu læra at hugsa seg um

Hann heldur, at tað nú er umráðandi at upplýsa og kunna tey ungu um vandan fyri HIV og AIDS, og læra tey at hugsa seg um. Hóast viðgerðarhættirnir nú eru betri, og at farið verður undir nýggja viðgerð um eitt ella tvey ár, so er vandin fyri at verða smittaður als ikki av.

- Vit skulu ikki ræða tey ungu, ella krevja at tey skulu halda seg frá kynsligum sambandi, men vit skulu læra tey at vera umhugsin, sigur Jens Ole Nielsen.

Anne Graumann, kunningarstjóri í danska AIDS-grunninum, sigur, at hennara uppgáva er at upplýsa um støðuna í heiminum sum heild, og harvið avmarka sjúkuna, so væl sum til ber í Danmark.

- AIDS-grunnurin hevur 12 ár á baki, og vit hava víst, at tað ber til at skipa upplýsingarvirksemið soleiðis, at tað avmarkar sjúkuna.

- Endamálið við AIDS-grunninum er at samla pening, sum lutfalsliga verður latin til gransking og til at hjálpa sjúklingunum og avvarðandi teirra.

Hesin grunnur byrjaði í smáum, men árini vit hava verið virkin, eru 125 mió. krónur latnar til gransking og peningaliga hjálp. Peningurin er fingin til vega við gávum, og við at skipa fyri tiltøkum, har kend fólk í Danmark hava luttikið ókeypis, sigur Anna Graumann.