- Vit mugu taka í egnan barm

- Vit mugu taka í egnan barm. Ferðavinnan er komin fyri at vera og hon fer at vaksa. Tí eigur man taka tað sum eina avbjóðing og skapa umstøðurnar fyri henni. Tað ger man best, um kommunurnar samstarva við landið um eina yvirskipaða ætlan, ið staðfestir hvat skal gerast fyri at menna bygdir og økir kring landið.


Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, ið saknar meira samstarv millum kommunurnar og landið um hvussu ferðavinnan skal skipast í Føroyum. Borgarstjóri mælir til, at landsstýrið ger eina yvirskipaða ætlan, ið kommunurnar síðan kunnu fyrihalda seg til.


- Ætlanin skal raðfesta hvat skal gerast. Um ein kommuna so fer í holt við eina slíka verkætlan, so skal hon kunnu fáa stuðul frá landinum. Um hon brúkar 100.000 krónur, so kann landið lata 100.000 krónur aftrat. Við 200.000 krónum fær man nógv av skafti, sigur Heðin Zachariasen.


Sunda kommuna hevur í ár sett 250.000 krónur av til ferðavinnuna, og vísir borgarstjórin á, at við eini tilsvarandi stuðulsupphædd frá landinum, so hevði kommunan megna at framt fleiri verkætlanir næsta árið.