- Vit hava tikið streymin av fleiri Peugeot-bilum

- Umborð á Norrönu raðfesta vit altíð trygdina hægst, bæði tá talan er um ferðafólk og manning, sigur Jógvan í Dávastovu, trygdarleiðari hjá Smyril Line. Teir hava tí longu tikið streymin frá øllum Peugeot 307-bilunum, sum higartil hava ferðast við Norrönu.

Norröna: - Tað hava ikki verið nógvir Peugeot 307 bilar við Norrønu higartil. Men vit hava kortini longu tikið streymin frá hvørjum einasta teirra undir siglingini, sigur trygdarleiðarin við Sosialin.
Hetta hendir eftir at tað er komið fram, at eitt ólag var í teirri elektrisku skipanini í hesum bilum. Dømi eru um, at eldur er komin í hesar bilar í Danmark, men sum skilst er eingin slík fráboðan komin úr Føroyum.
Teir á Smyril Line vilja kortini ikki lata tilvildina ráða, men hava nú sett tiltøk í verk til tess at varðveita trygdina umborð, og soleiðis forða fyri, at eldur skal koma í ein av hesum bilunum, meðan Norröna er í sigling á miðjum havi.
Tá teir umborð síggja ein slíkan bil verður hann settur á sítt pláss umborð á bildekkinum, og síðani fer ein av manningini yvir til bilin og loysir annan polskógvin av akkumulatorinum.
Á henda hátt er eingin streymføring til bilin, og á henda hátt sleppur ein undan vandanum við at eldur skal kunna koma í motorin.
- Hjá okkum hevur trygdin alt at siga, sigur Jógvan í Dávastovu.


100% feilfríir
Um vikuskiftið kom fram, at hvørki DFDS, sum siglir millum Danmark, Ongland og Noregs treytaleyst vildi loyva Peugeot 307-bilum at koyra umborð á skip teirra.
Hetta sama segði eisini Samsø Linien, meðan Scandlines, Stena Line, Bornholmstrafikken, Color Line og Mols Linjan seta ikki hesi krøvini til eigarar av hesum bilum.
Hetta hendi eftir, at teir eru vorðnir kunnugir við, at eldur er komin í sjey bilar, orsakað av trupulleika við akkumulatorinum.
Hesi bæði donsku ferjufeløgini krevja nú av eigarunum, at teir kunnu prógva, at bilur teirra er feilfríur. Um ikki, so skal manningin avmontera henda leidningin til akkumulatorin, áðrenn lagt verður frá landi.
- Vit vilja vera 100 % vís í, at einki skal henda umborð, hevur operatiónssjefurin hjá DFDS Seaways, John Høybye, sagt við donsk bløð um vikuskiftið.
Hevur eigarin ikki hesa váttanina, so tekur manningin sær rætt til at loysa henda polin. Men sum skilst noyðist eigarin av bilinum kortini at fara á verkstað við bilinum. Tí neyðugt er hjá einum professionellum mekanikara at fáa alt at virka aftur so sum tað skal.

Trygt skip
At teir á Smyril Line frættu um henda trupulleikan og krøvini frá teimum donsku skipafeløgunum, var mestsum av tilvild.
Hósmorgunin í farnu viku ringdi ein blaðmaður frá einum donskum blaði til hansara og spurdi, um teir á Smyril Line vistu um hetta.
- Vit vistu tað ikki, men fyri okkum hevur trygdin alt at siga. Tá talan er um trygdina, verður einki spart, og tí vilja vit gera alt fyri at sleppa undan slíkum vandastøðum.
- Hjá okkum er avgerandi, at fólk vita, at tá tey fara umborð á Norrønu, so fara tey umborð á eitt trygt skip, sigur Jógvan í Dávastovu.
Hann hevur síðani bæði tosað við FDM (felagið fyri danskar bileigarar) í Danmark og við Finnboga Arge, stjóra hjá Meinhard Arge, sum selur hetta bilaslagið í Føroyum.
Og sum hann hevur skilt tað, so verða nú allir Peugeot-bilarnir, sum eru framleiddir millum 2001 og 2003, innkallaðir til eftirlit.

Brøv til havnir
Hinvegin undrar tað trygdarleiðaran kortini eitt sindur, at teir á Smyril Line ikki hava fingið hetta at vita fyrrenn nú, tá tað er líkt til at bilasølurnar hava vitað um hetta í fleiri mánaðir.
- So skjótt eg hevði fingið alt hetta at vita, sendi eg bræv umborð á skipini og havnirnar, hagar vit leggja inn, um at vit hava sett okkara tiltøk í verk við trygdini, sigur hann.
Vit ætlaðu at fáa eina viðmerking frá Strandferðsluni til tað sama. Men hetta eydnaðist ikki áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár.