Týsdagin fóru 16 føroyskir ungdómar av landinum við kós ímóti Ísrael. Ferðalagið er frá Heimamissiónini og skulu tey hjálpa eini evangeliskari kirkju og luttaka á eini ítrottarlegu.
Í gjár komu tey til Karmelfjallið, ið liggur í útjaðaranum av Haifa - býurin, sum í gjár varð raktur av tveimum rakettum, sum herðnaðarfelagsskapurin, Hizbollah, hevði sent avstað.
Jóhannus Mikkelsen er partur av ferðalagnum, og Sosialurin fekk orðið á hann í Ísrael í dag:
- Vit hava tað gott, tað er púra sikkurt, staðfestir Jóhannus Mikkelsen, sum er staddur í einum býi á Karmelfjalli. - Vit merkja lítið til kríggið sum er nú, og gerandisdagurin er sum hann plagar. Men sjálvandi er ein vissur ótryggleiki í at vita, at Haifa, sum er so nær við okkum, varð raktur av rakettum í gjár, sigur Jóhannus Mikkelsen.
Ferðalagið frá Heimamissiónini fær sostatt gjørt tað, tey eru komin til Ísrael til. - Jú, vit gera tað, vit eru komin til. Men tað er lítið hugaligt, at tað flúgva flogfør uppi yvir okkum alla tíðina, og at síggja fólk rudda upp í bumbuskýlum, sum skulu brúkast í fall av, at okkurt hendir, greiðir Jóhannus Mikkelsen frá úr Ísrael.
- Men vit høvdu ikki verið her, høvdu vit verið í vanda, tað er heilt víst, staðfestir Jóhannus Mikkelsen úr telefonini úr Ísrael og letur heilsa í Føroyum og sigur, at tey øll hava tað gott.
Teir 16 ungdómarnir fóru úr Føroyum týsdagin 10. juli, og skulu ætlandi koma aftur 4. august.