kortini fáa trupult við at varðveita góðu gongdina higartil í ár. Helga Ellingsgaard, Teresa Johnsson og Liljan Jespersen vera ikki við aftur í ár, og í dystinum móti Skála keikti Annika Godtfred eisini fótin [...] Vivian Thorleifsson og Eyðvør úr Dímun tvey mál í part, meðan Annika Godtfred og Eyðfríð Kristiansen fingu hvør sítt. Útiliðið var sjáldsamur gestur í HB-brotsteiginum, og at Skála fær tað sera, sera [...] hjá HB-venjaranum at fara niður í lægru deildirnar eftir fólki, og longu nú eru fleiri á liðnum, sum hava aldur til 14-17 ár. Næsti dysturin hjá HB verður sunnudagin í Runavík móti NSÍ, meðan Skála fær
hevur B36 bara vunnið tvær aðrar ferðir: 4-1 15. mai í 1988 og 5-3 18. juni í 1989. Í teimum 22 landskappingardystunum, síðani B36 aftur kom í 1. deild í 1988, hevur HB vunnið 14 ferðir, B36 hevur vunnið [...] undirlagið á ovara vølli í Gundadali. HB hevði tapt fyri fyrstu ferð í ár. Viðhaldsfólkini høvdu vónað, at tað fór at bera til at fara ígjøgnum eitt kappingarár uttan tap. Dreymurin vardi í tíggju umfør, og hann [...] skipað fyri myndatøku, tí hjá B36 eru sigrarnir ímóti HB í landskappingini ikki so tættir. Tann síðsti varð vunnin 19. oktober í 1996, tá B36 í 18. og síðsta umfarinum vann 2-0. Seinastu tíggju árini hevur
er yrkistrummuspælari við støð í Oslo. Bæði Helge og Harald hava verið nógv nýttir í innspælingum bæði í studio og í sjónvarpi. Føroyingar bakgrundskór Til framførslurnar í Føroyum ferð Jon Lotterud band [...] stk. Umframt konsertina í Norðurlandahúsinum luttekur Jon Lotterund band eisini á eini sangløtu í KFUM & K í Klaksvík leygarkvøldið 8. august kl. 21.30. Hetta er ikki beinleiðis í samband við 90 ára føð [...] tvey í eini kapping í NRK í fjør kallað »talentiaden«. Bæði Frode og Kristin skulu framføra teirra egnu nummur á Føroyaferðini. Norðurlandahúsið og Klaksvík Konsertin hjá Jon Lotterud band verður í Nor
Í dag 6. august fyllir javnaðarmaðurin Henry Jarnskor 65 ár. Hvør skuldi trúð tí, at ein, sum sær út, sum ein unglingi er vorðin so gamal. Henry hevur alt sítt lí verið javnaðarmaður, hevur í tíð og ótíð [...] ikki er heima í Føroyum føðingardagin, tí gestablíður hevur tú altíð verið og mong eru tey, sum hava sitið væl í heimi tykkara, hjá tær, Jóhonnu og børnunum. Henry er sum sagt føddur 6.08.1933 í Norðragøtu [...] fiskimanna og verkamanna, hevur ført arvin víðari sum hann fekk frá faðir og móðir síni í vøggugávu. Henry hevur verið virkin í øllum tí hann hevur tikist við. Serliga virkin hevur hann verið innan ítróttin. Sum
Júst hvat liggur í hesum orðunum er ilt at siga, men nú verður málið so viðgjørt á hægsta stigi. Franska sendistovan í Keypmannahavn váttar at so er. Visti einki Hóast tað nú hendir nakað í málinum um fø [...] føroyingarnar í Reunion her um okkara leiðir, so fáa persónarnir á sunnaru hálvkúlu á jørðini, sum málið eru um, lítið og einki at vita. Tá ið vit seinnapartin í gjár tosaðu við Sigmund Andreasen visti hann [...] Tá ið danski og franski uttanríkisráðharrin hittust til fundar í Keypmannahavn seinnapartin týsdagin, reisti Niels Helveg Petersen, danskur uttanríkisráðharri, málið um teir báðar føroyingarnar á oynni
á landleiðini fram til 20. august Annars er loyvið galdandi til 11. august í allarflestu førum. Meginfelagið vísir til lógina um vinnuligan fiskiskap, har tað stendur, at í høvuðsregluni er er troling [...] landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, John Petersen, at leingja troltíðina hjá bátunum, sum trola á landleiðini. Meginfelag Utrórðarmanna sigur, at tey hava fingið at vita, at landsstýrið er í ferð við at leggja [...] ar ligið og bíða til troltíðin er av, so at vanligur útróður kann takast uppaftur. Í tíðini millum 11. og 20. august er avtakandi streymur og fellur saman við tíðini, tá ið heystróðurin tekur seg upp aftur
aftur. Tilsaman hava teir í ár fingið 2000 lundar uppá fýra dagar í Hvannrók. Sjálvt um teir fingu nógv henda eina dagin, so er tann samlaði fongurin ikki so góður í ár. 10. august er tann besta tíðin farin [...] staði. Hetta fingu vit eisini at hoyra í sendingini í Útvarpi Føroya »Frítíð og náttúra«, tá ið Jóhan Mortensen var ein túr við Jógvani norðalaga á Kalsoynni. Í hesi sendingini varð eisini komið inn á [...] á, hvussu tað hevði gingið at fleyga lunda í ár. Teir høvdu ikki fingið tað nógva tá. Næst síðst leygardag vóru teir aftur í Hvannrók, og tá gekk væl. Ættin var til vildar, og teir fingu 1025 lundar henda
umlætting. Á Ellis & avlamisheiminum í Vágum eru pr. 1. august 31 fólk, sum standa á bíðilista. Eisini her er tørvurin ójavnur. Tað eru eini 20, sum kunnu bíða ella eru í sambýli í Vestmanna. 34 pláss eru á Ellis [...] ynskja at koma uppá bíðilistan í góðari tíð. Í Suðurstreymoy er eisini tað galdandi, at nakrir av persónunum standa á listum til tvey ymisk heim. Men sjálvt um ein hevur hetta í geymanum, so er tørvurin tó [...] tó ómetaliga stórur á fleiri plássum. Mest í Havn Á Ellisheiminum í Havn er longst bíðilisti. Pr. 1. juli stóðu heili 181 persónar á hesum bíðilistanum. Á heiminum sjálvum er pláss fyri 25 fólkum, umframt
sníkti seg í millum í kvøld eisini, eg haldi t.d., at eg segði hon um ein málning, flennir Hans Tórgarð. ? Men víðvíkjandi leikstjórn, so var eingin trupulleiki, tí tá eg skrivaði leikin var eg heima í 3 mánaðar [...] leikin á svenskum, tí eg hevði eisini brøvini í svenskari týðing. Tað vísti seg, tá eg skuldi fara at umseta, at tað gekk ikki so væl. Eg var ov djúpt inni í tilfarinum, eg fekk ikki frástøðu. Eg bað so [...] persónar. Tá er lættast at tosa í fleiri ættir, ávísar ættir, tí tað er lætt at ørkymla áskoðaran. Eg legði til merkis, at tá tú prátaði við lækanan, so rópti tú líkasum inn í hurðina á vegginum, var tað tilætlað
nógv onnur roynir føroyska A-landsliðið í fótbólti at fylgja við mótanum, og tá Føroyar mikudagin 19. august spæla móti Bosnia á Kosovo Stadion í Sarajevo, verður tað í nýggjum klæðum. Adidas hevur verið [...] hvítar brøkur og hvítar hosur ? og tað verður allarhelst í hesum búnanum, at Føroyar fara at spæla í niðri í Sarajevo, eftirsum Bosnia eisini spælir í hvítum omanfyri og bláum um miðjuna. Nýggi búnin er sera [...] hava alla tíðina verið fyri tvey ár í senn, og tað verður hesin eisini. Tað er eisini tað lættasta, tí ein undankapping tekur eini tvey ár. Sostatt er hetta tann fjórði í røðini av sáttmálum millum FSF og