Orsøkin til, at Hans Tórgarð fór undir at skriva leikin Lívstrá, um listamannin Vincent van Gogh, var, at hann á sjónleikaskúlanum í Finnlandi fekk til uppgávu at skriva leik. Kravið var bert, at leikurin skuldu vara ein tíma, alt annað stóð honum frítt.
Íblásturin til heitið hevur hann fingið úr bókini hjá Irving Stone "Lust for Life".
? "Lust" kann merkja so mangt; Hugur, styrki, gleði, greði og mangt annað, sigur Hans.
? Eg hevði tá leingi hugsað um at skrivað slíkan leik, og so smekkaði eg til, sigur Hans Tórgarð, ið tá hevði lisið brøvini hjá van Gogh, sum leikurin er grundaður á.
Á svenskum
? Eg skrivaði leikin á svenskum, tí eg hevði eisini brøvini í svenskari týðing. Tað vísti seg, tá eg skuldi fara at umseta, at tað gekk ikki so væl. Eg var ov djúpt inni í tilfarinum, eg fekk ikki frástøðu. Eg bað so pápa mín (Axel Tórgarð, blm) um at týða leikin, sigur Hans.
Men hvussu ber ein seg at við at minnast so drúgvan leik, har ein einsamallur eigur allar replikkirnar, orðini?
? Tað er kanska onkutíð, at ein ikki heldur seg orðarætt til tekstin. Men tað týdningarmesta er at minnast til, hvat leikurin snýr seg um, leikgongdina og innihald, sigur Hans Tórgarð, ið heldur, at sjálvsagt er eisini lættari, tá ein hevur skrivað leikin sjálvur og soleiðis hevur arbeitt við tilfarinum og fingið tað inn.
? Tað var sera ringt at fáa hann inn á føroyskum, tá eg nú var vanur við leikin á svenskum, sigur Hans.
? Eg dugdi leikin á svenskum. Tá eg fekk føroyska tekstin og lærdi meg hann, men so blandaði eg alt saman. Eg veit ikki um nakar legði tað til merkis, men okkurt tílíkt sníkti seg í millum í kvøld eisini, eg haldi t.d., at eg segði hon um ein málning, flennir Hans Tórgarð.
? Men víðvíkjandi leikstjórn, so var eingin trupulleiki, tí tá eg skrivaði leikin var eg heima í 3 mánaðar. Tá eg so fór avstað, var leikurin klárur at seta á pall. Annars er leik stjórinin mest at siga, hvat riggar og hvat ikki. Hvar støðgur skal vera og nær eg skal tosa harðari, og so framvegis. Øll hugskot, so sum spegilin, eigi eg sjálvur, sigur Hans.
_ Men slíkir smálutir eru av sera, sera stórum týdningi, sigur Hans Tórgarð.
Fleiri persónar
? Tað er trupult at spæla fleiri persónar. Tá er lættast at tosa í fleiri ættir, ávísar ættir, tí tað er lætt at ørkymla áskoðaran.
Eg legði til merkis, at tá tú prátaði við lækanan, so rópti tú líkasum inn í hurðina á vegginum, var tað tilætlað?
? Ja, eg hugsaði, at tá hurðin nú var har, so hví ikki nýta hana. eg veit ikki hvat tú fekk burt úr tí, spyr Hans? læandi
Eg svari, eitt sindur fjálturstungin, at eg hugsaði, at van Gogh kanska var innlagdur og sat á kamarinum á sjúkrahúsinum. Og lættur um hjarta fái eg at vita, at hetta júst var ætlanin.
? Tað er júst hugskotið. Aftanfyri hurðina ganga sjúkrasystrar og læknar. Men her havi eg broytt verleikan nakað, tí leikurin hjá mær gongur fyri seg, beint áðrenn van Gogh doyr, tá hann er 37 ár. Tá lá hann als ikki á sjúkrahúsi, tá var hann úti í skóginum, ella hvar hann var, greiðir Hans Tórgarð frá.
Tað mesta eg veit um van Gogh, veit eg frá einum gomlum filmi við Kirk Douglas og eg spyrji, um Hans hevur sæð filmin. Tað hevur hann og hann heldur hann verða góðan.
Bergtikin
? Eg las í endurminningum hjá Kirk Douglas, at hann bleiv heilt bergtikin av van Gogh. Teir tóku upp á somu støðum, sum hann hevði verið, m.a. á sálarsjúkrahúsinum. Har vóru fólk, ið mintust van Gogh, og tey siganaðu seg, tá tey sóu Douglas sum Van Gogh, við reyðum skeggi. Tey hildu Van Gogh vera komnan aftur, greiðir Hans frá.
? Douglas kendi seg, sum var hann veruliga van Gogh. Hvønn morgun hugdi hann í spegilin at vita, um oyrað var har, sigur Hans Tórgarð.
? Han er slíkur persónur, sum ein gerst púra hugtikin av, tað legði eg eisini til merkis. Tá eg skrivaði leikin, so kendi eg tað, sum stóð hann aftan fyri meg. Alt tað, sum hann tosar um, sum hann skrivar og málar, tað líkasum brennir út ígjøgnum. Hann er ein eldsál, sigur Hans Tórgarð.
? Tað áhugaverda við van Gogh er, at hann var slík eld sál, sum brann fyri tí hann fekst við, hann málaði bert í 10 ár, men teknaði 900 tekningar og málaði um 800 myndir. Ótrúlig orka. Hevur ein 1/10 av hesum, so skal ein vera glaður, sigur Hans.
Finnur tú nakað aftur í hesum, nakað felags fyri listafólk?
? Hetta er jú tað ekstrema. Ikki tað svaka við at skera oyruni av, men mátin at mála uppá. Teknikkurin. At mála mynd uppá ein hálvan tíma. Ikki við pensli, men við at kroysta tuburnar á myndina, fyri at fáa kraftina fram. Og so at liva á sama hátt. Átti hann ikki nóg mikið av peningi, so keypti van Gogh heldur máling, enn mat, sigur Hans Tórgarð.
Upp á spuriningin um, hvussu ein fyrireikar seg til slíkan leiklut sigur Hans, at tað ræður um at finna tey 5 - 10 %, ið ein møguliga hevur av van Gogh eldhuganum, Tað er ringt. Um ein nærkast ov nógv, so fer ein ov langt. Tað hendi jú hjá Douglas.
? Eg kendi tað eisini til endans, at eg var ávirkaður, eg endaði t.d. í kjakið um málningalist við fólk, ið eg ongan hug hevði at kjakast við. Men nú kenni eg, at eg havi fingið neyðugu frástøðuna, sigur hans Tórgarð.
Kundi verið Mozart
Leikurin snýr seg um hugsanir hjá einum listafólki, tað nýtist ikki júst at vera ein málari, ikki so?
? Avgjørt. Nú er tað ein málari, tað snýr seg um, men ein hevði óivað kunnað gjørt nakað líknandi um Mozart, ið eisini var 37 ár, tá hann doyði. Hann hevði tað bara nógv lættari, hjá honum kom tað bara úr liftini. Van Gogh mátti berjast, fyri at fáa nakað burturúr, sigur Hans Tórgarð.
? Men van Gogh kundi eins væl verið høvundur. Brøvini hjá honum hoyra til alheimsbókmentirnar. Tey eru øgiliga væl skrivað, litteratur-tekninskt, og óivað tað besta manifestið, um ein kann siga so, ið er skrivað um list. Hann dugir so væl at seta orð á. Brøvini brenna á sama hátt, sum myndirnar, sigur Hans.
Rættur listamaður
Á leikskránna hevur Hans endurgivið Ebbe Lundgaard, danska mentamálaráðharran, fyri at hava sagt í 1997: " Ein málari, sum einki selur, kann ikki vera ein rættur listamaður".
Eisini nýtir Hans hetta í leikinum, tí júst hetta var ein trupulleiki hjá van Gogh. Hann seldi einki.
? Tá danskur ráðharri sigur hatta í 1997, so kann tað takast sum staðfesting av, at hatta er almenn áskoðan. Bara tað er nóg góð grundgeving hjá mær, fyri at spæla leikin, sigur Hans Tórgarð, ið ikki væntaði, at fylla salin mikukvøldið. Bert tvær sýningar vera afturat, men um áhugin er so stórur, so hevur Hans hug at gera fleiri sýningar, men tað fáa vit at síggja, sigur Hans Tórgarð, ið skal aftur til Finnlands 19. august.
? Men eg komi heimaftur, so skjótt eg kann, tí familjan er her. Eg eigi dóttir upp á hálvtannað ár, so tað er als ikki lætt at vera burtur frá familjuni, sigur Hans Tórgarð, ið ikki avvísir, at tað minnir nakað um sálartrupulleikarnar í leikinum, men tó ikki, tí van Gogh hevði ikki eingang pláss fyri familju og børnum í sínum heimi, har listin var alt.
Hans Tórgarð fer aftur á pall við leikinum leygardagin og sunnudagin.