Franski uttanríksráðharrin vil hyggja eftir málinum

Uttanríkisráðharri Fraklands lovaði at hyggja eftir málinum við teimum báðum føroyingunum á Reunion, tá danski uttanríkisráðharrin reisti hetta málið á fundi teirra millum í gjár

Tá ið danski og franski uttanríkisráðharrin hittust til fundar í Keypmannahavn seinnapartin týsdagin, reisti Niels Helveg Petersen, danskur uttanríkisráðharri, málið um teir báðar føroyingarnar á oynni Reunion fyri franska starvsbróðuri sínum.

Fyrradagin var annars ógreitt, um Niels Helveg Petersen fór at taka hetta málið upp, men tað hevur hann also gjørt.

Niels Helveg Petersen kunnaði franska uttanríkisráðharran um málið við teimum báðum føroyingunum, og heitti samstundis á hann, um at virka fyri, at Sigmundir og Jógvan fáa passini aftur.

Franski uttanríkisráðharrin lovaði at hyggja eftir málinum. Júst hvat liggur í hesum orðunum er ilt at siga, men nú verður málið so viðgjørt á hægsta stigi. Franska sendistovan í Keypmannahavn váttar at so er.


Visti einki

Hóast tað nú hendir nakað í málinum um føroyingarnar í Reunion her um okkara leiðir, so fáa persónarnir á sunnaru hálvkúlu á jørðini, sum málið eru um, lítið og einki at vita.

Tá ið vit seinnapartin í gjár tosaðu við Sigmund Andreasen visti hann, at danski og franski uttanríkisráðharrin skuldu fundast. Eisini visti hann, at føroyskir politikarar vóru komnir við áheitan um at fáa málið loyst.

At franski uttanríkisráðharrin nú hevur lovað at hyggja eftir málinum, visti Sigmundur einki um. Og hann hevur heldur einki pass fingið aftur enn.

Men sjálvt um tað gleðir hann, at roynt verður at arbeiða við málinum á norðaru hálvkúlu eisini, so bíðar hann tó eftir, at apellsakin hjá honum og spaniólanum, Imanuel kemur fyri 11. august. Tá vónar hann, at nakað fer at henda.