Nýggj klæði til landsliðið

Fótbóltur: FSF og Adidas hava longt sáttmálan til tvey ár afturat

Eins og so nógv onnur roynir føroyska A-landsliðið í fótbólti at fylgja við mótanum, og tá Føroyar mikudagin 19. august spæla móti Bosnia á Kosovo Stadion í Sarajevo, verður tað í nýggjum klæðum.

Adidas hevur verið klædnasponsorur hjá Fótbóltssambandinum og landsliðunum síðani 1992. Sáttmálarnir hava alla tíðina verið fyri tvey ár í senn, og tað verður hesin eisini. Tað er eisini tað lættasta, tí ein undankapping tekur eini tvey ár. Sostatt er hetta tann fjórði í røðini av sáttmálum millum FSF og Adidas.

Og tað eru ikki smápengar, sum eru í einum tílíkum sáttmála ? landsliðið brúkar fyri fleiri hundrað túsund krónur í klæðum.

Búnin er nýggjur, men litirnir eru sum vera man teir somu ? hvítar troyggjur, bláar brøkur og hvítar hosur.

Eykabúnin er »øvugtur« ? bláar troyggjur, hvítar brøkur og hvítar hosur ? og tað verður allarhelst í hesum búnanum, at Føroyar fara at spæla í niðri í Sarajevo, eftirsum Bosnia eisini spælir í hvítum omanfyri og bláum um miðjuna.

Nýggi búnin er sera snøggur, og sum nakað nýtt kann nevnast, at FSF-búmerkið er broderað í bringuna á troyggjuni. Hetta er rættiliga vanligt í dag.