B36 sigrarnir eru ótættir

Fótbóltur, 1. deild menn: HB er greitt omaná í søguligu hagtølunum millum tey bæði havnarfeløgini

Skýlið hjá HB tømdist skjótt, eftir at Lassin Isaksen mánakvøldið hevði sent síðsta bríkslið út yvir nýggja undirlagið á ovara vølli í Gundadali. HB hevði tapt fyri fyrstu ferð í ár. Viðhaldsfólkini høvdu vónað, at tað fór at bera til at fara ígjøgnum eitt kappingarár uttan tap. Dreymurin vardi í tíggju umfør, og hann var kanska ikki realistiskur, tí kappingin er so mikið tøtt, at tað ber illa til at ímynda sær, at eitt lið skal spæla átjan dystir og ongantíð tapa.

Men tað sveið, at fyrsta tapið skuldi vera ímóti grannunum, og tí var lítið annað at gera enn at sleppa sær til hús og so vóna, at HB fer at vera ovast, tá 18. og síðsta umfarið er liðugt spælt leygardagin 3. oktober.

Í B36 skýlinum var eisini nógv fólk, og har var rómurin øgiligur. Tað var næstan, sum tá teir í fjør vunnu FM, og tað mundi næstan kennast eins fjálgt, tí hjá B36 er tað næstbesta ? og hjá teimum mest inkarneraðu viðhaldsfólkunum sigst tað vera tað besta ? at vinna á HB.

Viðhaldsfólkini fagnaðu sínum spælarum, og tað var um reppið, at mynd varð tikin av teimum!

Tað hevði ikki verið so undarligt, um teir høvdu skipað fyri myndatøku, tí hjá B36 eru sigrarnir ímóti HB í landskappingini ikki so tættir. Tann síðsti varð vunnin 19. oktober í 1996, tá B36 í 18. og síðsta umfarinum vann 2-0. Seinastu tíggju árini hevur B36 bara vunnið tvær aðrar ferðir: 4-1 15. mai í 1988 og 5-3 18. juni í 1989.

Í teimum 22 landskappingardystunum, síðani B36 aftur kom í 1. deild í 1988, hevur HB vunnið 14 ferðir, B36 hevur vunnið fýra ferðir, og fýra ferðir hevur verið javnt. Síðsti javnleikurin var í 1993, tá báðar grannastevnurnar, sum onkur nevnir uppgerðirnar millum havnarfeløgini bæði, endaðu 1-1.

Samlaða málúrtøkan hesi ellivu árini er 53-29 til HB. Serliga í 1994 og í 1995 var HB greitt omaná. Fyrra árið vunnu teir 3-1 og 5-0, og í 1995 vunnu teir 5-0 og 5-1. Størsti sigurin hesi ellivu árini var í 1991. Í gjár fyri sjey árum síðani vann HB 8-2. Hesin stóri ósigurin mundi vera høvuðsorsøkin til, at B36, sum hevði verið fremst til summarsteðgin, allíkavæl ikki vann FM. Plástur á sárið var, at teir tíggju dagar seinni, hin 14. august, vunnu finaluna um løgmanssteypið ímóti HB. Úrslitið var 1-0, og málskjútti var Bergur Magnussen.