Henry Jarnskor 65 ár

Í dag hevur kendi strandingurin Henry Jarnskor 65 ára føðingardag

Í dag 6. august fyllir javnaðarmaðurin Henry Jarnskor 65 ár. Hvør skuldi trúð tí, at ein, sum sær út, sum ein unglingi er vorðin so gamal.

Henry hevur alt sítt lí verið javnaðarmaður, hevur í tíð og ótíð talað sak fiskimanna og verkamanna, hevur ført arvin víðari sum hann fekk frá faðir og móðir síni í vøggugávu.

Henry hevur verið virkin í øllum tí hann hevur tikist við. Serliga virkin hevur hann verið innan ítróttin. Sum fáur hevur hann gingið á odda fyri St.ÍF. har hann hevur verið undangongumaður í fleiri ár. Hansara størsta ynski hevur verið at fingið St.ÍF sum meistara í hondbólti. Hetta hevur enn ikki eydnast, men tað hevur verið líka við.

At skapa karmar fyri teimum ungu hevur eisini verið eitt av hansara hjartamálum. Óneyðugt er helst eisini at nevna, at Henry er GÍ?ari um ein háls og hevur fylgt teimum víða hvar við bussum sínum, bæði nær og fjar.

Henry, spell at tú ikki er heima í Føroyum føðingardagin, tí gestablíður hevur tú altíð verið og mong eru tey, sum hava sitið væl í heimi tykkara, hjá tær, Jóhonnu og børnunum.

Henry er sum sagt føddur 6.08.1933 í Norðragøtu. Henry fór sum flest allir aðrir ungir dreingir til skips 14 ára gamal, bæði við trolara, snørisbátum og eisini við sonevndum supply bátum, sum eisini myndin sýnir. Seinni fór Henry á Skála Skipasmiðju at arbeiða, bæði sum stálskipasmiðjur og maskinsmiðjur í tilsamans 10 ár. Seinnu árini hevur Henry tó mest livað av at fingist við ferðafólkaflutning.

Henry, tær verður ynskt hjartaliga tillukku og má Harrin geva tær mong góð ár afturat.


Heilsan vinur tín S. J.