Um summarið ger Jógvan Joensen í Trøllanesi nakrar túrar við ferðafólki. Við á ferðini kunnu bæði verða útlendingar og føroyingar. Hesi fáa ein góða frágreiðing um tey ymisku støðini, og hvat er hent á hvørjum staði. Hetta fingu vit eisini at hoyra í sendingini í Útvarpi Føroya »Frítíð og náttúra«, tá ið Jóhan Mortensen var ein túr við Jógvani norðalaga á Kalsoynni.
Í hesi sendingini varð eisini komið inn á, hvussu tað hevði gingið at fleyga lunda í ár. Teir høvdu ikki fingið tað nógva tá. Næst síðst leygardag vóru teir aftur í Hvannrók, og tá gekk væl. Ættin var til vildar, og teir fingu 1025 lundar henda dagin. Men tað hava ikki verið líkindi at farið aftur.
Tilsaman hava teir í ár fingið 2000 lundar uppá fýra dagar í Hvannrók.
Sjálvt um teir fingu nógv henda eina dagin, so er tann samlaði fongurin ikki so góður í ár. 10. august er tann besta tíðin farin, so um árið skal gerast betur, skulu teir helst fáa onkrar dagar rættiliga skjótt.