HB-kvinnurnar styrktu sær um málúrtøkuna sunnudagin, tá tær vunnu 8-0 á Skála. At talan ongantíð fór at verða um annað enn hvussu stórur HB-sigurin fór at verða, var eyðsæð frá byrjan.
Skála hevði sera trupult við at fáa liðið mannað til dystin, og tær møttu ikki upp fyrr enn eini tíggju minuttir, áðrenn sjálvur dysturin byrjaði.
Fyri HB skutu Helga Ellingsgaard, Vivian Thorleifsson og Eyðvør úr Dímun tvey mál í part, meðan Annika Godtfred og Eyðfríð Kristiansen fingu hvør sítt.
Útiliðið var sjáldsamur gestur í HB-brotsteiginum, og at Skála fær tað sera, sera trupult við at sleppa undan niðurflyting, man lítil ivi vera um.
Av tí at B36 ikki spældi um vikuskiftið, er HB nú einsamalt á odda við 19 stigum fyri sjey dystir. B36 hevur 16 stig fyri seks dystir.
HB kann kortini fáa trupult við at varðveita góðu gongdina higartil í ár. Helga Ellingsgaard, Teresa Johnsson og Liljan Jespersen vera ikki við aftur í ár, og í dystinum móti Skála keikti Annika Godtfred eisini fótin rættiliga illa.
Tað kann tí gerast neyðugt hjá HB-venjaranum at fara niður í lægru deildirnar eftir fólki, og longu nú eru fleiri á liðnum, sum hava aldur til 14-17 ár.
Næsti dysturin hjá HB verður sunnudagin í Runavík móti NSÍ, meðan Skála fær vitjan av EB.
Triði dysturin hetta vikuskiftið skuldi verið á Eiði millum EB og B36, men tann dysturin bleiv útsettur. Eftir hvat ítróttarsosialurin hevur skilt, komst hetta av, at Fótbóltssambandið ikki fekk útvegað dómara til dystin. Tað frættist, at ætlanin er at spæla dystin antin 18. ella 19. august.