Mótmæla ætlanini um meiri troling á landsleiðini

? Har sum trolið er, har má línan víkja. Og tað er undarligt at landsstýrið ætlar at skerja møguleikarnar hjá einum parti av flotanum at uppfylla krøvini um burðardyga fiskivinnu

Meginfelag Útróðrarmanna mótmælir nú ætlanini hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, John Petersen, at leingja troltíðina hjá bátunum, sum trola á landleiðini.

Meginfelag Utrórðarmanna sigur, at tey hava fingið at vita, at landsstýrið er í ferð við at leggja síðstu hond á eina kunngerð um at longja loyvi hjá bátunum at trola á landleiðini fram til 20. august

Annars er loyvið galdandi til 11. august í allarflestu førum.

Meginfelagið vísir til lógina um vinnuligan fiskiskap, har tað stendur, at í høvuðsregluni er er troling ikki loyvd innanfyri 12 fjórðingar.

?Vit duga ikki at síggja nakra sum helst orsøk til at henda høvuðsreglað nú skal víkja meiri og meiri, sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna.

? Fyrst mátti høvuðsreglan víkja, tí at troløkini skuldi víðkast og nú skal hon aftur víkja tí troltíðin skal longjast.

Serliga óskiljandi eru hesi frávikini, tí talan er um ein skipabólk, sum hevur ein stóran part av landgrunninum uttan fyri 12 fjórðingar fyri seg sjálvan.

Chris Jan Michelsen sigur, at tað er ongin loyna, at trol og faststandandi reiðskapur sampakka ikki serliga væl og eru ikki egna at somu leiðum.

? Hetta hevur onki við tvørrandi samstarvsvilja at gera.

? Men tað er ein veruleiki. Og tað er eisini ein veruleiki, at har sum trolið er, har má línan víkja.

Chris Jan Michelsen sigur, at tað er undarligt, at samstundis, sum Landsstýrið herðir krøvini um búskaparligan burðardyggleika, roynir tað at skerja møguleikarnar hjá pørtum av flotanum at uppfylla hesi krøv

Hann vísir eisini, at nógvastaðni hava útróðrarbátar ligið og bíða til troltíðin er av, so at vanligur útróður kann takast uppaftur.

Í tíðini millum 11. og 20. august er avtakandi streymur og fellur saman við tíðini, tá ið heystróðurin tekur seg upp aftur.

? Meginfelag Útrórðarmanna fer tí við stuðuli frá øllum lokalfeløgunum at mótmæla, at troltíðin innanfyri 12 fjórðingar verður longd, sigur Chris Jan Michelsen.