seinni vóru vit í Suðurkorea, og ætlanin var, at fleiri av manningini umborð skuldu av skipinum har. Men Korea var lukkað. Menninir stóðu klárir við pakkaðum kuffertum, men eingin slapp í land og eingin [...] manningini at fara í land og at fáa avloysarar umborð. Enn eina ferð mátti manningin tí ásanna, at eingin slapp av skipinum. – Vit vistu ikki, um tað fór at taka ein mánað ella eitt ár. Tað var tungt hjá [...] tað gekk. Conrad Gaard Joensen slapp heim aftur til Føroya um hálvan juli 2020 – gott og væl eitt hálvt ár eftir, at hann fór úr Føroyum. Tá vóru tað aðrir av manningini, sum høvdu verið umborð munandi longri
lunnar lagdir fyri at fara í gongd 1. januar 2010 - um leitað veðrur eftir tilboðum nú, heldur enn at bíða.?Sjálvsagt hava fólk hug at stúra fyri tíðini Ternan verður sett í sigling - serliga tá talan [...] aður, í øðrum skrivi leggur fram at, talan er um fyribilsloysn, samstundis sum nýggj ferja verður bygd, so kunnu nólsoyingar og tey ferðandi til Nólsoyar nokk klára seg við hesum í ein vetur.?Í tíðarskeiðinum [...] at bjóða út og byggja skipið - her hava vit frætt, at talan er um einar 8-10 mánaðir. Við hesum í huga er fyribilsloysnin av sonnum fyribilsloysn og ikki yvir fleiri ár, ið fryktandi var.?Tí er tað við vón
striku undir, at teir ætla sær at verða í oddinum í føroyskum hondbólti í hesum kappingarárinum. Teir vunnu í kvøld 30-27 á VÍF í høllini í Kollafirði. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 15-15. Jakob [...] steypakappingina í stórum stíli í fjør. Gamaní er nakað skift út, men kollfirðingar eru framvegis millum favorittarnir at vinna aftur. KÍF bankaði Team Klaksvík av í fyrsta dystinum í ár. Úrslitið varð heili [...] á tingini. - Eg sigi við teir, at tað nyttar einki at standa og bíða eftir klokkuni, tí vit eru á odda. Tað kunnu vit í nøkrum dysti í ár. Men eg eri nøgdur við seinna hálvleik, sigur venjarin hjá KÍF.
høvur hevur tað tókst soleiðis hjá VB í ár, at teir hóast gott spæl í fleiri dystum ikki hava megnað at skapt teir møguleikar, sum skulu til, og heldur ikki hava teir verið nóg neyvir, tá so møguleikarnir [...] sigurin taldi. Leikferðin varð beinan vegin á slíkum støði, sum liðini bæði í alt ov lítlan mun hava megnað higartil í ár, og tað gingu heldur ikki meira enn átta minuttir, fyrr enn hol varð sett á málskjótingina [...] tó verða, at breiddin í hópinum als ikki er so stór, sum hon hevur verið onkur av undanfarnu árunum. Næst besta liðið flutti í fjør niður í triðju deild, og hetta sigur nakað nógv í so máta, og eitt nú er
og fartelefoni innan eitt ár. TeleF kom fyrst frá byrjan og fór at bjóða fastnettelefontænastur út fyrst í hesum árinum. Nú fyritøkan hevur verið á marknaðinum í gott hálvt ár hevur tað eydnast at fingið [...] Kall er nakað framman fyri TeleF í kappingini teirra millum. Lítlan marknaðarpart Bæði Kall og TeleF hava í løtuni so lítlan marknaðarpart, at samanleggingin fer ikki at hava so stórvegis týdning fyri styrkimunin [...] helvtina av partapeninginum í TeleF. Hina helvtina eigur TeleTænastan hjá Billy Hansen. Billy Hansen, sum eisini er stjóri á TeleF, var ein av teimum, sum fór til Íslands í gjár. Í Kalli er Framtaksgrunnur
eisini nýtast til annað. Stendur tað til Finn Lützen og Jógvan Dahl, sum báðir starvast sum lærarar á Stundentaskúlanum- og HF-skeiðinum í Hoydølum, verða føroyskar hvannir smakkievni í einum føroyskum [...] bitter? snapsi. Hetta er í sjálvum sær eingin sensatión, tí Jógvan og Finnur, hava roynt síðani 1992 at fáa loyvið til eina tílíka framleiðslu. Hetta hevur eisini verið uppi og vent í fjølmiðlum og hjá la [...] framleiða føroyskt brennivín í Føroyum. Føroyska rúsdrekkalógin loyvir nevniliga ikki hesum slagi av framleiðslu í Føroyum. Ì Føroyum er ?bert? loyvt at framleiða rúsdrekka við í mesta lagi 5,8% alkohol, t
til øll børnini á listanum. Hvar málið liggur í løtuni veit Doris Hansen ikki. Einasta hon veit at siga er, at stovnsleiðararnir í Havnini fara at hava fund í næstum, har hetta málið verður tikið til viðgerðar [...] gera. Í miðal gevur hetta 18 minuttir um vikuna til hvørt barnið. Trupulleikin hevur verið leingi tilstaðar. Seinastu árini hevur verið soleiðis, at børnini hava havt talubólkar, har fimm børn hava verið [...] verið í hvørjum bólki. Henda undirvísingin hevur gingið fyri seg úti á Sernámsdeplinum av praktiskum orsøkum. Tey børnini, sum so ikki gingu í talubólk, hevur verið koyrt út til á teimum ymsu stovnunum í Havnini
yvirtaka, tá ein altíð leggur afturat: ikki nú, men tá vit hava ráð. Soleiðis kunnu vit bíða í 100 ár um tað skal vera. Tvøroyrarskjalið endaði í pappírskurvuni. Hetta skjal, sum varð undirskrivað av danska [...] kann sigast annað, at fólkaflokkurin hevur roynst svikaligur samstavspartnari hjá teimum flestu. Í 1980 sleit hann ACE-samgonguna vegna eitt ferjukeyp. Val varð útskrivað í ótíð, og fór hann tá í samgongu [...] Aftur sleit A samgongan í 1990 millum ABE. Aftur varð val útskrivað í ótíð, og eftir valið kundu A og C einsamallir gera samgongu. Nú skuldi veri laga á monnum, tí færri flokkar í samgongu, jú minni klandur
fólk, sum eru yngri enn 18 ár. Í dag fáa vertshúsini og matstovurnar 600 krónur í bót, men løgmálaráðharrin heldur, at bótin stendur als ikki mát við tann vinning, sum hesi hava av at selja rúsdrekka. Lene [...] 44 ára gamlan prest í Møre og Romsdal í Noregi fyri at hava gjørt seg inn á sínar egnu døtur og eina kvinnu, sum hann var sálarhirði hjá. Ein lægri rættur dømdi herfyri prestin hálvt sætta ára fongsul fyri [...] urin missir limir í hópatali, gongur tað heldur frægari hjá sosialdemokratiska flokkinum í Danmark. Leiðslan sigur, at flokkurin hevur fingið 3.000 nýggjar limir síðani valósigurin í november, men einki
tíðarskeiðið var tað rætta at fara til Føroya nú. Men tí ivaðaðist forsætisráðharrin ikki í. Í ár verður heimastýrislógin 50 ár, og komandi løgtingsvalið fer uttan iva at verða merkt av turbolentu viðurskiftunum [...] burtur úr fundinum. ? Men hvat eg fari at tosa við Jóannes Eidesgaard um, tað má bíða til eg hitti hann í morgin - og tá hava tit aftur høvi at tosa við okkum, segði Poul Nyrup Rasmussen. Tá Jonathan Motzfeldt [...] Loysing frá Danmark gevur onga meining - hetta vita vit øll. Vit hava eisini søgulig bond við Danmark, sum røkka heili 600 ár aftur í tíðina, hetta er ikki nakað, vit bara soleiðis kunnu slíta. Tí krevur